Anonymous hóttir aftur sviar

Í gjár eydnaðist tað teldusníkum hjá Anonymous at leggja fleiri heimasíður hjá almennum svenskum stovnum lamnar, og teir hava boðað frá, at teir fara møguliga at venda sær ímóti øðrum svenskum heimasíðum í dag.

Millum heimasíðurnar, sum teldusníkarnir løgdu stillar í gjár, vóru síðurnar hjá Ríkisdegnum, løgregluni, trygdartænastuni Säpo og tjóðbankanum.

Anonymous hevði varskógvað sviar í góðari tíð um álopið við einari sjónbandsupptøku á Youtube. Har vórðu 18 svenskar heimasíður nevndar sum álopsmál.

Peter Kruse hjá KT-fyritøkuni Cais sigur við Ritzau tíðindastovuna, at minst 50.000 persónar vóru við í álopinum á tær svensku heimasíðurnar.

-Álopið eydnaðist sera væl. 75 prosent av teimum álopnu síðunum steðgaðu upp, sigur hann.