Barack Obama, forseti, er fimm prosentstig framman fyri avbjóðaran, Mitt Romney, í statinum Ohio, sum verður mettur sum ein týdningarmikil statur í sambandi við forsetavalið í november.
Ein meiningakanning, sum lærdi háskúlin í Cincinnati hevur gjørt, og sum verður almannakunngjørd í dag, vísir, at 51 prosent av veljarunum í Ohio styðja Barack Obama, og at 46 prosent styðja Romney.
Sjónvarpið CNN sigur, at kanningin vísir sama mun sum ein kanning, sum støðin gjørdi í Ohio tann 20. september. Í henni fekk Obama 49 prosent, og Romney fekk 44 prosent.
Mitt Romney fer í dag undir eina rundferð í Ohia, har hann skal royna at fáa fleiri veljarar.