U21 landsliðsleikari til HB

Havnar Bóltfelag hevur tryggjað sær evnaríka U21 landsliðsleikaran Heina Vatnsdal. Hann verður 21 ár í komandi viku og hevur skrivað sáttmála við HB fyri komandi trý árini, skrivar heimasíðan hjá HB í kvøld.

 

Tað ljóðaði undan kappingini, at HB vildi hava fingarnar í nú fyrrverandi FC Suðuroy leikaran, men at feløgini ikki kundu kom ásamt um ein prís.

 

Heini Vatnsdal spælir fyri tað mesta í miðverjuni, men kann eisini spæla á miðvøllinum. Tað hevur hann millum annað gjørt á U21 landsliðnum.

 

HB hevur framvegis ikki avgreitt venjaraspurningin. Finnbogi Arge, formaður í Havnar Bóltfelagi, váttar, at felagið tosar við Sigfríð Clementsen, men at einki endaliga er komið upp á pláss.