Býráðið má yvirtaka hallirnar

Ítróttarfeløgini í Klaksvík hava sent býráðnum eina felags áheitan viðvíkjandi KÍ-høllini og Badmintonhøllini, sum báðar eru í fíggjarligari trongstøðu.

- Vit vilja gera tað vit eru góð til – nevniliga at íðka okkara ítrótt ístaðin fyri at reka dýrar ítróttarhallir, siga allir formennirnir, sum hava sítt dagliga virksemi í ávíkavist KÍ høllini og Badmintonhøllini.

Í kvøld kemur sokallaða hallarmálið fyri á fundi í Klaksvíkar býráð. Felags fyri øll ítróttarfeløgini er, at tungi raksturin av hallunum tekur fokus frá ítróttini.

- Tískil heita vit á Klaksvíkar býráð, at Klaksvíkar kommuna yvirtekur báðar hallirnar.

Feløgini eru KÍ, Stjørnan, Treysti, Team Klaksvík, Mjølnir og Klaksvíkar Badmintonfelag.