Spenningur í Georgia

Tað er stórur spenningur í Georgia, nú valmyndugleikarnir telja tær seinastu atkvøðurnar frá forsetavalinum í gjár. Bæði andstøðan og stjórnarsamgongan siga seg hava vunnið.

Kanningar, sum vórðu gjørdar uttan fyri valhølini í gjárkvøldið, vístu, at andstøðan hevði vunnið valið. Onkur kanning segði, at andstøðan hevði fingið 70 prosent av atkvøðunum, onkur onnur kanning kom til 51 prosent, men í tí almenna sjónvarpinum varð sagt, at andstøðan hevði fingið 35 prosent av atkvøðunum og stjórnarsamgongan 30 prosent.

Valevnið hjá andstøðuni, ríkmaðurin Bidzina Ivanisjvili, segði í gjárkvøldið, at hann hevði vunnið á forsetanum, Mikhail Saakasjvili (myndin). Ivanisjvili formaður í tí størsta andstøðuflokkinum.

Tað almenna úrslitið av forsetavalinum kemur í dag.