Zlatan Ibrahimovic hevði ongan skund, tá svenska landsliðið vandi á Tórsvølli í dag. Hann var tann seinasti at koma á vøllin í regninum.
Júst eitt samdøgur undan landsdystinum móti Føroyum fóru allir svensku landsliðsleikararnir uttan Zlatan Ibrahimovic, at venja á Tórsvølli. Nakrar minuttir yvir fimm kom Zlatan spákandi inn á Tórsvøll og fór at venja saman við hinum.
Men tá hann eina ferð var komin á vøllin, so hugnaði Zlatan hugnaði sær óført saman við hinum í regninum á Tórsvølli. Tað var tó ongin møguleiki at fáa orðið á umstrídda mannin, sum hevur spælt við liðum sum Juventus, Ajax, AC Milan, Barcelona, Inter Milan og nú Paris Saint-Germain.