við handli báðar vegi millum Føroyar og Ísland. Tú kanst siga, at Føroyar í løtuni eru okkara einastu vinir í heiminum, og vit vilja fegin hava gott samband við øll tykkum og við fyritøkur, sum hava handlað [...] so at marknaðarføring av ferðavinnu eisini kemur at liggja undir útflutningsráðnum. Tá fer virkisøkið hjá okkum at umfata annað og meira enn bara útflugning og innflutning, sigur Elsa Einarsdóttir. Ferðavinna [...] fýra íslendskar fyritøkur, og tær eru innan ymisk virkisøkir, vindeygu, hurðar, marineteknikk og so er ein fyritøka, sum áður hevur handlað her í Føroyum við olju, smyrjiolju og líknandi, sigur Elsa Einarsdóttir
vinuni og serliga fiskivinnuni, sum stendur fyri einum triðingi av útlátinum. - Vit skulu minnast til, at tað fyrst og fremst fer at bróta nakkan, tá oljuprísirnir rúka til himmals um nøkur fá ár, og tí mugu [...] neyðugt. - So hava vit eisini fingið átaksøkini »varandi orka« og »upplýsing og kunning« við, sum í høvuðsheitinum snýr seg um at fáa upplýsing og kunning út til vanliga borgaran, so hann í húsinum er betri [...] halda, at skatta- og avgjaldspolitikkurin skal umleggjast soleiðis, at hann er við til at førka hesi tingini, og í øðrum lagi hildu vit, at vit sjálvandi skuldu tikið fiskiflotan og fiskivinuna við, sigur
Rasmussen fer komandi mánaðirnar at eygleiða genturnar nærri. Landsvenjarin fer at fylgja við gongdini hjá einstøku leikarunum, og millum jól og nýggjar skal hópurin samlast aftur. Í februar kemur danska [...] Um genturnar hava styrkivenjing og eru væl fyri kropsliga, fer støðið at hækka alt fyri eitt. Tí skulu feløgini syrgja fyri, at genturnar lúka venjingartreytirnar. Tað fer eisini at loysa seg, tí útlendingarnir [...] sítt virði, og tað er gleðiligt hjá okkum, sum skulu taka hópin út. Vit eru sera væl nøgd við avrikið, staðfestir Claus Rasmussen. Hann er serliga fegin um, at genturnar vístu vilja og ágrýtni. Og hóast venjing
tvørtur um fleiri samgongur, og tí var neyðugt, at hetta gjørdist eitt felags mál fyri andstøðu og samgongu, sigur Annika Olsen. Landsstýriskvinnan sigur, at semjan eisini fer at hava stóran týdning í mun [...] sjálvandi summi, sum hava ynskt at fingið onnur ting við og ynskt ein størri niðurskurð, men tá alt kemur til alt hava vit sama hugburð um hetta málið, og tí hevur tað ikki verið so trupult at finna eina semju [...] enn vit geva okkum far um. Og eg vil takka andstøðuni fyri at vera ótrúliga konstruktiv í hesum málinum og givið sítt dygga ískoyti. Tað hevur eisini havt sína ávirkan og hevur førka nøkur ting, so eg
Vit mugu síggja, hvat fer at hendi og geva skipanini tíð. 3. Tað er upplagt at hava Føroyar sum eitt valdømi. Tað tekur minni enn ein tíma at ferðast ímillum 85 prosent av landinum, og tí skal tað sjálvandi [...] lokalpolitikki og hava landspolitikk, men tað hevur ongantíð verið so nógv lokalidiotisma, sum síðan vit broyttu skipanina. Og tí havi eg broytt støðu. 2. Skipanin er so mikið nýggj, og tí ber ógjørligt [...] i – og serliga í Tórshavn – vilja helst, at Føroyar eru eitt valdømi. Men eisini í Havn eru tingfólk, sum helst vilja, at farið verður aftur til eitt valdømi. Tað eru teir báðir Bjarni Djurholm og Óli
lønarhæddaravgjaldið. Uppskotið fer at ávirka fíggjar- og tryggingarvirksemi í Føroyum og Føroyar sum íløguland á sera negativan hátt. Grundað á omanfyristandandi mælir fíggjar- og tryggingarvinnan frá, at [...] Uppskotið avlagar avgjalds- og skattabygnaðin Tað er avlagandi, at landsstýrið fer inn og leggur eyka avgjøld á einstakar vinnugreinar. Lønarhæddaravgjald er lagt á fíggjar- og tryggingartænastur umframt [...] fyri at Føroyar er eitt gott íløguland er, at fyritøkurnar í landinum hava góðar og álítandi vinnukarmar og at tær klára seg væl fíggjarliga. Uppskotið um tilvildarliga at áleggja peningastovnum og tryggingum
uttanríkisráðið frá, at nú var avtalan millum Føroyar og ES komin so langt, at bara politiska viðgerðin var eftir. -Men tá fíggjarlógaruppskotið fyri 2010 kemur í løgtingið er eingin játtan til gransking [...] Føroya Arbeiðsgevarafelag undrast á, at landsstýrið fer undir samráðingar við ES um granskingarsamstarv uttan at hava tryggjað sær frammanundan, at pengar eru til samstarvið. Arbeiðsgevarafelagið skrivar [...] granskingarsamstarvið við ES. Føroysku granskingarstovnarnir og øll tey, sum hava fyrireikað seg at luttaka í ES granskingarsamstarvi standa sum kánus. Tí heldur Arbeiðsgevarafelagið, at tað hevði verið áhugavert
í sigling og fer javnan á flot millum annað út á Hoyvíksgrynnuna. Hennara nærmastu siga, at hon er nærum ein fiskiklógv, og hon hevur sett sær fyri at vera sjálvforsýnandi við frikadellum, og tað er hon [...] dóttir Katrin, ættað úr Kaldbak, og Ólav Michelsen, ættaður úr Øravík. Ólavur var kendur sum blaðstjóri á 14. September og sum býráðslimur í Havn. Tey bæði áttu fimm døtur, og Sólja er næstelst. Sólja fór [...] í lógardeildini, seinni í innlendis- og lógardeildini, og í 2002-2003 var hon forstjóri í grønlendska heimastýrinum. Hennara samband við Grønland kom fyrst og fremst av, at hon hevði fingið grønlendskan
sjálvsagdar vælferðartænastur sum t.d. líka og ókeypis atgongd til heilsuverk, útbúgving og pensjón o.a. Har er ein náttúrligur samanhangur millum inntøkur og vælferð. Tess størri inntøkur, tess betri kann [...] Avleiðingarnar síggja vit í hesum døgum, nú tað sansar at búskaparliga og fíggjarliga. Sparingar og skerjingar raka vælferðina, og tíverri eru tað tey veikastu í samfelagnum, ið fara at merkja sviðan mest [...] politikarar skulu varðveita og økja verandi inntøkur og gera alt, ið til ber, fyri at skapa nýggjar inntøkumøguleikar. Í praktiskum politikki merkir hetta m.a., at vit eiga at varðveita og helst økja fíggjarligu
snakkin, tað má eg viðganga. Og atsóknirnar ímóti London, og bumburnar í Madrid, og tær í Bali—hmm!—tað skal eg geva tær, tað var nakað, vit í langa tíð høvdu biðið um. Mjólk og sukur, hr. Bin Laden? Ella [...] sjálvur. Eg velji at skylda upp á tær relativu og prinsipp-bleytu mentanir, Føroyar hava valt at fjasast við, og tí sjálvar eru blivnar til. Tá ið samanum kemur, vita vit ikki, hvat vit halda um nakað sum [...] ringasta, og mest sannlíkt, sjálvgloymska. Høvdu Føroyar verið eitt tjóðríki við veruligum valdhavi, tá høvdu vit helst verið eitt rættiliga ryggleyst samfelag av uttanveltaðum slag, eins og Svøríki og Sveits