Semja hevur størstan týdning

Sjálvt um Tjmóðveldi hevði viljað havt fleiri atlit tikin við í endaliga uppskotið um minking av útláti av verðurlagsgassum, so metir bjørt Samuelsen, at tað hevur størri týdning, at standa saman í málinum, heldur enn at senda ógreið signal út

Andstøðan hevur havt ein virknan leiklut í smíðinum av hesum uppskotinum, og Bjørt Samuelsen hevur verið limur í politiska fylgibólkinum. Heldur hon, at tað hevur veirð trupult at finna fram til eina semju.
- Útgangsstøðið hjá okkum var, at vit skulu verða meira ambitiøst enn tað, sum lá á borðinum. Vit ynsktu eisini fleiri átaksøkir, enn tað, sum lá í upprunaliga uppskotinum frá landsstýrinum, og tað hevur eydnast at fáa nakrar broytingar við, sigur Bjørt Samuelsen.
Ein av broytingunum er, at tað ikki longur eitur 20%, men minst 20% og tað merkir, at landsstýriskvinnan hevur heimild at fara upp um, vísir tað seg neyðugt.
- So hava vit eisini fingið átaksøkini »varandi orka« og »upplýsing og kunning« við, sum í høvuðsheitinum snýr seg um at fáa upplýsing og kunning út til vanliga borgaran, so hann í húsinum er betri rustaður at leggja um, sigur Bjørt Samuelsen.
Tjóðveldi hevði kortini fleiri onnur broytingaruppskot, sum ikki komu við í endaliga uppskotið.
- Vit høvdu millum annað búskaparstýring. Vit halda, at skatta- og avgjaldspolitikkurin skal umleggjast soleiðis, at hann er við til at førka hesi tingini, og í øðrum lagi hildu vit, at vit sjálvandi skuldu tikið fiskiflotan og fiskivinuna við, sigur Bjørt Samuelsen.
Hetta eydnaðist so ikki, og tað er tingkvinnan eitt sindur hørm um, men hinvegin heldur hon tað hava ógvuliga stóran týdning, at allir flokkar politiskt vilja fremja framstig á økinum, sjálvt um tað er nakað minni, enn Tjóðveldi upprunaliga ynskti.

Fiskivinnan fyrst fyri
Serliga harmar tað løgtingskvinnuna hjá Tjóðveldi, at skattapolitikkurin ikki kom við í uppskotið.
- Ja, tað er serliga tað, at tað ikki eydnaðist at fáa allar flokkar við upp á at búskaparpolitikkurin má orðast á ein slíkan hátt, at hann er við til at fremja hesi málini. At umleggja skatt og avgjøld soleiðis, at tey eru við at fremja málið. Tað verður gjørt alla aðrastaðni, men tað hava vit ikki reiðiliga torað at norti við her, tí skattapolitikkur er nakað, sum beinanvegin fær grýtuna upp á kók í politiska umhvørvinum, sigur Bjørt Samuelsen.
Hitt er, at tað ikki verður nomið við vinnuna í serliga stóran mun. Gjørt verður lítið burtur úr vinuni og serliga fiskivinnuni, sum stendur fyri einum triðingi av útlátinum.
- Vit skulu minnast til, at tað fyrst og fremst fer at bróta nakkan, tá oljuprísirnir rúka til himmals um nøkur fá ár, og tí mugu vit fáa umlagt okkara fiskivinnu soleiðis, at hon verður meira rationell, at vit fáa tað sama ella meira upp við somu veiðiorku. Vit vita, at tað er neyðugt, men tað er ikki nomið við í hesum uppskotinum, og tað er ein vansi, sigur Bjørt Samuelsen.
Hinvegin heldur hon, at tað eru nógv gott í uppskotinum, og tí hava tey valt at verða við í semjuni hóast alt. Eitt er, at landsstýriskvinnan annaðhvørt ár skal lata tinginum eina frágreiðing, sum síðani verður viðgjørd í tinginum.
- Tað hevur nógv at siga, tí at tað merkir, at tingið alla tíðina hevur fingurin á pulsinum. Hendi nú tað, sum skuldi henda, hvat siga tølini í ár, gongur tað upp ella niður við CO2 útláti, og tí hevur tað stóran týdning, at vit kunnu broyta okkara mál fyri Føroyar, og at útlátið skal minka, um vit kenna, at tað er neyðugt, sigur Bjørt Samuelsen.

Varandi orkukeldur
Hon heldur, at hóast tað er ógvuliga týðandi, at liva upp til altjóða krøv um minking av útláti av veðurlagsgassum og harvið vísa ábyrgd, men tað er kortini nakað, sum hevur enn størri týdning.
- Tað, sum kanska hevur allarstørsta týdning, er at vit í Føroyum gerast óheft av oljuni. Vit eru so bundin av oljuni í øllum húsarhaldinum hjá okkum, alt tað føroyska samfelagið gongur jú við olju. Vit mugu fáa flutt meira yvir á elorku, og tað merkir, at vit mugu útbyggja varandi orkukeldur, og tann partn mugu vit gera alvorliga nógv við tey komandi tíggju árini, sigur Bjørt Samuelsen.
Hon heldur, at tað verður neyðugt at stilla enn meira klárt inn á tað málið.
- Tí við at minka útlátið við enum triðingi komandi tíggju árini, sum vit halda verða tað rætta málið – 35% - so framtíðartryggjar tú búskapin hjá okkum, sigur Bjørt Samuelsen.
Hon viðgongur, at tað er ambitiøst, og tað er trupult at koma hartil, men hon heldur, at tað viðhvørt er neyðugt at vera ambitiøsur fyri at leggja trýst á politisku skipanina, fyri at fremja tey tingini, sum skulu til.

Potentiali at minka
Men metir Bjørt Samuelsen, at lítini við uppskotinum er minni enn týdningurin av at standa saman, nú vit fara til stóru veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn, og hvat væntar hon kemur burturúr.
- Soleiðis, sum eg alla tíðina havi hugsað tað, so var tað týdningarmesta, at vit høvdu eina politiska semju um eitt ella annað, sjálvt um uppskotið ikki var so ambitiøst, sum vit kundu hugsað okkum, sigur Bjørt Samuelsen.
Hon heldur, at høvdu vit ikki eina politiska semju, høvdu vit sent nøkur ógreiða signal út.
- Eg haldi tað er týdningarmikið, men hinvegin vildi eg ynskt, at tá vit taka undir verið hesum sáttmálanum, sum vónandi verður undirskrivaður í Keypmannahavn, at vit eru líka ambitiøs, sum granalondini, og tað eru vit ikki heilt, sigur Bjørt Samuelsen.
Hon heldur, at vit skulu minnast til, at vit í Føroyum hava gjørt ógvuliga lítið á økinum.
- Vit hava als ikki skrúvað upp á knapparnar, tað byrja vit upp á nú, og tað vil siga, at vit hava eitt rættiliga stórt potentiali at minka um útlátið í mun til hini londini, sum hava arbeitt við hesum í mong ár. Og tað, at vit hava eitt ambitiónsstøði, sum er heldur lægri enn hjá grannalondunum, er ikki treytaleyst positivt, men hinvegin eru vit við, og tað er okkara ambitión, politiskt at kunna lyfta hetta málið hægri upp komandi árini, sigur Bjørt Samuelsen.