Ómetaligan týdning at standa saman

Tað er ikki á hvørjum degi, at allir seks flokkar á tingi saman seta eitt uppskot fram, men tað hendir í málinum um skerjan av útláti av veðurlagsgassum. – Tað hevur ómetaliga stóran týdning úteftir, at vit standa saman. Hetta er ein tjóðarsemja, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum

Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, legði fyrrapartin í gjár eitt einmælt »Uppskot til samtyktar um at skerja føroyska útlátið av veðurlagsgassum« fram á einum tíðindafundi í Løgtinginum.
Hvussu stóran dent leggur so landsstýriskvinnan á, at tað eru allir flokkar á tingi, sum eru samdir um at leggja uppskotið fram.
- Tað hevur ómetaliga stóran týdning. Tað politiska kjakið, sum hevur verið í politiska fylgibólkinum, hevur verið ómetaliga gevandi og hevu víst, at vit hava eitt felags stev í hesum máli. Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at vit fáa eina breiða semju í hesum máli, tí hetta er eitt mál, sum røkkur tvørtur um fleiri samgongur, og tí var neyðugt, at hetta gjørdist eitt felags mál fyri andstøðu og samgongu, sigur Annika Olsen.
Landsstýriskvinnan sigur, at semjan eisini fer at hava stóran týdning í mun til tað mandat, sum Føroyar fara at hava úteftir í sambandi við veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í desember, og tann sáttmála, sum hon vónar verður undirskrivaður har.
- So sjálvt um tað sær eitt sindur dapurt út beint nú, so hava vit í hvussu er eitt mandat at fara í samráðingar um sjálvan sáttmálan, sigur Annika Olsen.

Skal fremjast
Tað er eingin loyna, at tað verri enn so er vanligt, at allir flokkar á tingi eru samdir um at leggja eitt uppskot fram, so hevur tað verið trupult at finna fram til semju.
- Nei, eg haldi ikki, at tað hevur verið trupult. Eg haldi, at øll hava sæð týdningin av hesum málinum. Tað eru sjálvandi summi, sum hava ynskt at fingið onnur ting við og ynskt ein størri niðurskurð, men tá alt kemur til alt hava vit sama hugburð um hetta málið, og tí hevur tað ikki verið so trupult at finna eina semju, sigur Annika Olsen.
Tað hevur eisini verið ein politiskur fylgibólkur, sum hevur málinum, og landsstýriskvinnan heldur, at tað hevur verið ógvuliga konstruktivt íkast til kjakið, sum hesin fylgibólkur er komin við.
- Tað hevur eisini týdning at nevna, at eingin er ósamdur í tí, sum komið er fram til, og øll taka undir við tí, sjálvt um onkur kanska hevur onnur ynski. Og tað vísir eisini, at vit í veruleikanum hava eina tjóðarsemju í hesum málinum, sigur Annika Olsen.
Hevur tað so størri tyngd, at tað er eitt samlað løgting, ið stendur aftan fyri uppskotið við atliti til veðurlagsráðstevnuna, sum verður í Keypmannahavn í desember.
- Avgjørt. Tað hevur nógv størri týdning, enn vit geva okkum far um. Og eg vil takka andstøðuni fyri at vera ótrúliga konstruktiv í hesum málinum og givið sítt dygga ískoyti. Tað hevur eisini havt sína ávirkan og hevur førka nøkur ting, so eg haldi, at vit hava eitt gott mál, sum vit kunnu semjast um í hesum førinum, sigur Annika Olsen.
Hon leggur dent á, at sjálvt um eingin sáttmáli verður undirskrivaður í Keypmannahavn, so er semja um at fremja hetta uppskotið kortini.
- Hetta fer at styrkja okkara búskap, tá vit fara at leggja um frá fossilum brennievni, altso olju, yvir til meira varandi orkukeldur, sigur Annika Olsen.

Fyrsta stigið
Tað hevur nakað av rumbli staðist uttan um veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn. Eitt nú hevur samráðingarleiðarin hjá umhvørvisráðharranum, Connie Hedegaard, Thomas Becker, lagt frá sær vegna ruðul í skjølunum, og USA er komið við negativum útsagnum, so hvørjar vónir hevur landsstýriskvinnan til ráðstevnuna í Keypmannahavn.
- Man skal jú ongantíð geva upp uppá forhond. Vit eru í einari ógvuliga viðbreknari tíð nú. Tað styttist fram móti jólum og sjálvari ráðstevnuni, men eg eri onga løtu í iva um, at tá alt kemur til alt, so síggja fólk álvaran í hesum, og at ein semja verður gjørd, sigur Annika Olsen.
Hon sigur, at tann semjan, sum flokkarnir her heima hava funnið, hevur avgjørt ógvuliga nógv at siga. Hetta er fyrsta stigið, og landsstýriskvinnan vónar, at Føroyar kunnu síggjast aftur í sjálvum sáttmálanum.
- At kunna vísa, at Føroyar standa sum eitt navn á einum sáttmála, tað er tað, vit fara eftir, sigur landsstýriskvinnan.