Sunnudagin 18. oktober verður Sólja í Ólavstovu 50 ár. Hon er dóttir Katrin, ættað úr Kaldbak, og Ólav Michelsen, ættaður úr Øravík. Ólavur var kendur sum blaðstjóri á 14. September og sum býráðslimur í Havn.
Tey bæði áttu fimm døtur, og Sólja er næstelst. Sólja fór eftir studentsprógv niður at lesa løgfrøði, og fekk hon prógv í 1985. Hon kom aftur til Føroya og var fram til 1987 fulltrúi á landsskúlafyrisitingini. Síðan var hon eitt ár stjórnarskrivari í Føroya Banka.
Men tá gekk leiðin til Grønlands, har hon í 1988 gjørdist fulltrúi í grønlendska heimastýrinum. Í 1992 gjørdist hon skrivstovustjóri í lógardeildini, seinni í innlendis- og lógardeildini, og í 2002-2003 var hon forstjóri í grønlendska heimastýrinum.
Hennara samband við Grønland kom fyrst og fremst av, at hon hevði fingið grønlendskan mann Niels Petersen. Saman við honum eigur hon børnini Ivalu og Janus.
Sum tað skilst hevur Sólja verið væl umtókt í Grønlandi, og koma grønlendsku ”spíssarnir” á vitjan, so vitja teir eisini Sólju og øvugt, tá ið hon vitjar í Grønlandi.
Í Grønlandi er landsstýrið partur í nógvum vinnufyritøkum, og Sólja umboðaði eisini landsstýrið í nevndini fyri bryggjarínum Nuuk Imeq, har hon eisini var formaður. Her var í hvussu er eingin kreppa. Tað eina árið seinast í 1990-unum var avlopið 36 milliónir krónur, fyrst og fremst takkað ein vøkstur uppá 71% í sodavatnsframleiðsluni!
Men leiðin gekk aftur til Føroya, og í 2003 verður hon aðalstjóri í almannaráðnum. Men longu eftir valið í 2004 verður heilsumálaráðið og almannaráðið løgd saman, sum tey høvdu verið frammanundan, og tá gerst Sólja deildarstjóri í Fiskimálaráðnum
Har komu vit at hava samskifti millum annað í fiskivinnuráðnum, og Sólja vísti seg at hava ta rættarfatan, som ofta hevur verið ein saknur í okkara skipan.
Umboðsmaður
Í 2005 fær Sólja tann stóra heiður, at eitt samt ting biður hana um at taka við sum løgtingsins umboðsmaður frá ársbyrjan 2006, og hetta starv røkir hon nú.
Tað er einki at ivast í, at hetta er eitt av teimum týdningarmestu størvunum í landinum. Tað kann í Føroyum vera trupult at vita, hvat ið vendur upp og hvat ið vendir niður í løgfrøði við teimum mótstríðandi útmeldingum sum ofta koma. Tí er tað týdningarmikið, at vit hava eina lógarmyndugleika, sum er oman fyri hinar, og sum bæði hevur eina rættar- og rættvísiskenslu, sum er frammarlaga.
Tað tykist eisini, sum at Sólja hevur hesar eginleikar. Tær niðurstøður, sum koma frá henni, tykjast eisini at vera skilagóðar. Hildið verður kanska, at tær ikki altíð hava so stóra ávirkan. Men her er størsta uppgávan at fáa eina hugburðsbroyting hjá almennum myndugleikum. Royndirnar vísa, at hetta kemur at taka sína tíð. Men her kann tað bert ganga tann rætta vegin.
Tá ið Sólja flutti til Føroyar var tað saman við manninum Niels. Men hann var sjúkur og doyði stutt eftir.
Seinastu árini hevur Sólja hildið saman við Jóhann Mortensen, útvarpsmanni, og tey búgva í barnaheiminum hjá mammu hennara í Kaldbak.
Tey hava nógv til felags. Johan er kendur sum náttúrumenniskja, og tað er Sólja so sanniliga eisini við gongu- og ríðitúrum.
So er Sólja eisini ”sjómaður.” Hon hevur dugnaskapsprógv í sigling og fer javnan á flot millum annað út á Hoyvíksgrynnuna. Hennara nærmastu siga, at hon er nærum ein fiskiklógv, og hon hevur sett sær fyri at vera sjálvforsýnandi við frikadellum, og tað er hon eisini!
Sosialurin ynskir Sólju tillukku við teimum 50 árunum.
ó.