Føroya Arbeiðsgevarafelag undrast á, at landsstýrið fer undir samráðingar við ES um granskingarsamstarv uttan at hava tryggjað sær frammanundan, at pengar eru til samstarvið. Arbeiðsgevarafelagið skrivar á heimasíðuni í dag, at fyri stuttum boðaði uttanríkisráðið frá, at nú var avtalan millum Føroyar og ES komin so langt, at bara politiska viðgerðin var eftir.
-Men tá fíggjarlógaruppskotið fyri 2010 kemur í løgtingið er eingin játtan til granskingarsamstarvið við ES. Føroysku granskingarstovnarnir og øll tey, sum hava fyrireikað seg at luttaka í ES granskingarsamstarvi standa sum kánus.
Tí heldur Arbeiðsgevarafelagið, at tað hevði verið áhugavert at fingið at vita frá landsstýrisfólkunum í uttanríkismálum og mentamálum, hvussu tey halda, at ES skipanin skal taka okkum sum land í álvara?
Verður roknað við, at vit kunnu gera hesa avtalu umaftur seinni?
Verður roknað við, at samráðingarfólkini í ES yvirhøvur tíma at seta seg við borðið saman við føroyingum aftur um hetta mál?
Hvussu bleiv við ætlanini um, at gransking skuldi fíggjast við pengum úr føroyskum grunnum, spyr Arbeiðsgevarafelagið á heimasíðuni.