her heima og aðrastaðir, serliga í okkara næstu grannalondum, men eisini í fleiri øðrum londum, serstakliga í vestureuropa, hevur sett sín avgjørda dám á rikna politkkkin í hesi øldini. Tað er hesin politikkurin [...] tey bestu og mest framkomnu vælferðarsamfeløgini í øllum heiminum. NÚ 20. ØLD er við at hvørva í tíðarinnar hav er tað ikki av leið at gera støðuna upp. Í høvuðsheitum hava tríggjar politiskar hugsjónir [...] Í HESUM DØGUM heldur javnaðarflokkurin eykalandsstevnu. Landsstevnan, sum verður hildin á Tvøroyri, byrjaði í gjárkvøldið og endar í dag. ÁSANNANDI tann veruleika, at javnaðarpolitikkurin hevur verið reyði
ár sum lærarar. Henda skipan fer úr gildi í 1999 og Andras Samuelsen segði seg ikki vænta, at skipanin verður longd. Barnablaðið í litum Her skal ikki fara í smálutir, men av øðrum áhugaverdum frá aðalfundinum [...] fara í søguna, nú skulu hesir vera sáttmálasettir lærarar. Lógin kostar meir Nýggja fólkaskúlalógin, sum kemur í gildi í næstum, setur stór krøv og kostar tískil meir, men landsstýrið hevur ikki játtað [...] grundlógardagin. Yvir 200 limir vóru á fundi. Andras L. Samuelsen segði í formansfrágreiðing síni, at loyvt var nú aftur limum at søkja størv í fólkaskúlanum. Komið var næstan undir land við sáttmálasamráðingum
áðrenn avgerðin fellur. Karin Hansen, sum vanliga stendur í málinum hjá StÍF, koykti sær fótin undir venjing fríggjakvøldið og var ikki við. Í staðin vardi Óluva Djurhuus málið hjá oddaliðnum. Fyrri hálvleikur [...] StÍF snávaði í dystinum móti Stjørnuni í Klaksvík sunnudagin. Høvdu strandakvinnur vunnið við hampuliga nógvum málum, høvdu tær so at siga kunnað kallað seg føroyameistarar, men nú mugu tær bíða til l [...] møguleikarnar í fyrra hálvleiki, men brendu ov nógv. Málverjin hjá Stjørnuni spældi eisini sera væl, sigur Paula Jacobsen úr StÍF, sum viðgongur, at tær kanska undirmettu Stjørnuna eitt sindur eisini. Í hinum
er so í øllum førum greitt, at síðani er tað blivið til alt annað enn skemt. Tí myndugleikarnir eru nú farnir at kanna møguleikarnar fyri at seta Norrønu í suðuroyarsiglingina ta tíðina, Smyril er í dokk [...] um at kanna, um tað tekniskt ber til at seta Norrønu í sigling ímillum Havnina og Drelnes. Norrøna hevur verið á Tvøroyri fyrr, men hevur ikki ligið í ferðafólkahavnini á Drelnesi. Smyril Line hevur fingið [...] Tá ið Jonny Dimon á Tvøroyri í Degi og Viku fríggjakvøldið nevndi møguleikan fyri at seta Norrønu í suðuroyarsiglingina ímeðan Smyril er til eftirlit, vóru tað nógv sum smírdust, tí tey hildu tað vera
formaður í Framtaksgrunninum er hugagóður, nú grundkapitalurin í grunninum veksur úr tveimum mió. krónur í 101 mió. krónur. Hann veit annars ikki meir um málið enn tað, sum hevur verið frammi í tíðindunum [...] krónur í part, umframt at báðir partar lántu 99 mió. krónur og settu í grunnin. Danski staturin hevur nú konvertera sín part av kapitalinum soleiðis, at nú er allur lánspeningurin eginpeningur í Framta [...] unnurin var ikki væl umtóktur, tá hann kom. Verður virksemið broytt munandi frameftir? Grunnurin hevur verið í andróðri síðani hann kom. Einki endamál er við slíkum grunni, um hann ikki fær arbeitt,
Eirikur Lindenskov Trupulleikin í kirkjuni er, at undirlagið undir sjálvum gólvinum ikki er nóg gott. Gólvið, sum er tað sama, sum varð lagt á, tá kirkjan varð bygd í 1788, er tikið upp, men skal leggjast [...] onkur var upp til hálvan metur djúpur, sigur Jórun í Dali. Nú verður eisini bjálvað undir gólvi - ikki bara fyri trekk, men eisini fyri ljóðgóðskuna í kirkjuni. Tað sermerkta við hesum umvælingararbeiði [...] ovarliga í Finnmørkini. ? Tað er sera gamal viður, sum hevur fingið frið í nógv ár. Millum áringarnar er 1/2 - 1 millimetur, og ber tað prógv um, at talan er um sera gott tilfar, sigur Jórun í Dali, sum
fótbóltslandsliðið er á í Spania. Óli Johannesen og Uni Arge hava ikki verið førir fyri at tikið lut í venjingini í sama mun sum hinir, tí teir hava verið plágaðir av vøddaskaðum. Teir vóru ikki førir fyri at vera [...] roknaðu teir við var ikki verri enn so, at hann fór at vera við á liðnum í gjár. Knæskaðin Verri hevur verið vorðið hjá John Hansen, sum longu hósdagin var so mikið illa skaddur, at tað í vikuskiftinum varð [...] vera við í fyrsta dystinum, men úr Spania frættu vit um vikuskiftið, at tað vóru møguleikar fyri, at teir í gjár skuldu spæla við móti Randers Freja. Julian Johnsson hevði teir fyrstu dagarnar trupulleikar
dømið um hetta var í síðstu viku, tá Bartal Eliasen fyrst í vikuni var so mikið darvaður av fótinum, sum hann koykti í Sumba, at tað var ikki hugsningur um at renna og sjálvsagt heldur ikki at sparka til ein [...] hyggja at, meðan ÍF og GÍ fara at spæla, samstundis sum teir fara at fylgja við í, hvussu tað fer at ganga millum B36 og KÍ í Gundadali. [...] tað sum tann størsta veikleikan hjá teimum, at hópurin, sum besta liðið hevur verið valt ímillum, ikki hevur verið serliga breiður. Gøtumenn hava sum flestu onnur feløg drigist við leikbann, og fleiri
fara at halda til í høvuðsstaðnum, og teir ætla sær ikki inn á Toftir at venja. Í staðin fara teir at venja á Tórsvølli klokkan 17 í dag. Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Grazer AK í landskappingini [...] Fyrrapartin í dag kemur eysturríska ferðalagið í Vágar. Ørindini, ið skulu fáast frá hondini, er Europa Cup dysturin, sum verður móti KÍ í morgin. Dysturin verður spældur á Svangaskarði klokkan 17. Fremmanda [...] i, sum er sjey umfør gomul. Í vikuskiftinum taptu teir 1-0 á útivølli móti FC Tirol, sum er á ovasta plássinum. Tað eru tíggju lið í bestu fótbóltsdeildini í Eysturríki, og Grazer AK er á áttanda plássinum
Í Eystara Landsrætti í morgun royna Thomas Rørdam og Alfred Petersen at verja John Petersen, sum í Føroya Rætti í november í fjør varð dømdur fyri neyðtøku av eini 17 ára gamlari gentu tvey ár frammanundan [...] hann. Men í landsrættinum í morgun avvísti John Petersen hetta og segði, at tað var gentan, sum legði upp til samleguna. Hann vísti eisini aftur, at hann skal hava stongt hurðina, so gentan ikki slapp út [...] frammanundan. Í Føroya Rætti greiddu bæði John Petersen og mamma gentuna frá, at tey høvdu tosað saman aftan á hendingina, og tá kom fram, at John Petersen skuldi hava sagt, at gentan kanska ikki vildi hava samlegu