Sverri Hansen, formaður í Framtaksgrunninum er hugagóður, nú grundkapitalurin í grunninum veksur úr tveimum mió. krónur í 101 mió. krónur.
Hann veit annars ikki meir um málið enn tað, sum hevur verið frammi í tíðindunum, og hvussu grunnurin verður skipaður frameftir.
Tað veit Anfinn Kallsberg, løgmaður. Hann sigur, at danir og føroyingar settu eina mió. krónur í part, umframt at báðir partar lántu 99 mió. krónur og settu í grunnin.
Danski staturin hevur nú konvertera sín part av kapitalinum soleiðis, at nú er allur lánspeningurin eginpeningur í Framtaksgrunninum.
Vinnurekandi grunnur
Verður grunnurin nú skrásettur sum vanligur vinnurekandi grunnur?
Samgongan skal viðgera málið. Áður var tað løgmaður og danski forsætisráðharrin, sum varaðu av grunninum. Formliga hevur løgmaður nú ábyrgdina og stendur einsamallur fyri honum fyribils.
Nú verða viðurskiftini í grunninum broytt soleiðis, at hann verður rikin sum vanligur grunnur, og undir vanligum eftirliti í Føroyum. Helst verður hann lagdur út til ein landsstýrismann - antin vinnumál ella fiskivinnumál, sigur løgmaður.
Viðtøkurnar verða broyttar nú føroyingar fáa fult ræði á grunninum. Hann verður tillagaður føroysk viðurskifti og eftir tí, sum politiski viljin vil.
Framtaksgrunnurin verður skipaður við føroyskari leiðslu og ábyrgd. Tann myndugleiki, sum fær politisku ábyrgdina av honum, skal eisini manna grunnin formliga.
Viðtøkurnar broytast
Verður endamálsgreinin broytt?
Ja, tað verður hon. Higartil hevur hann verið undir felags danskari og føroyskari ábyrgd. Nú forsætisráðharrin er farin burturúr, er bert løgmaður eftir. Møguliga fer løgmaður eisini burturúr, og helst verða heimildirnar lagdar til tann landsstýrismannin, sum fær ábyrgdina av grunninum.
Framtaksgrunnurin var ikki væl umtóktur, tá hann kom. Verður virksemið broytt munandi frameftir?
Grunnurin hevur verið í andróðri síðani hann kom. Einki endamál er við slíkum grunni, um hann ikki fær arbeitt, men tað fara vit vónandi at broyta frameftir, sigur Anfinnur Kallsberg, sum væntar, at nýggi Frataksgrunnurin verður liðugt skipaður á nýggjárinum.