John skaddur í knænum

Fótbóltur: Tað eru ikki stórir møguleikar fyri, at vongspælarin hjá KÍ sleppur at royna seg í dysti á venjingarleguni í Spania

Tá fótbóltsspælarar venja ofta og nógv, og fótbóltsárið framvegis er ungt, so er vandin stórur fyri, at onkrir spælarar fáa tað, sum verður kallað belastningsskaðar. Soleiðis hevur tað eisini verið á venjingarleguni, sum fótbóltslandsliðið er á í Spania.

Óli Johannesen og Uni Arge hava ikki verið førir fyri at tikið lut í venjingini í sama mun sum hinir, tí teir hava verið plágaðir av vøddaskaðum. Teir vóru ikki førir fyri at vera við í fyrsta dystinum, men úr Spania frættu vit um vikuskiftið, at tað vóru møguleikar fyri, at teir í gjár skuldu spæla við móti Randers Freja.

Julian Johnsson hevði teir fyrstu dagarnar trupulleikar av bløðrum á hælinum, men hetta roknaðu teir við var ikki verri enn so, at hann fór at vera við á liðnum í gjár.


Knæskaðin

Verri hevur verið vorðið hjá John Hansen, sum longu hósdagin var so mikið illa skaddur, at tað í vikuskiftinum varð mett lítið sannlíkt, at hann fór at taka lut í venjingini á sama støði sum hinir.

Teir vandu tvær ferðir hósdagin. Fyrrapartin vandu teir heilt lætt fyri at fáa longu ferðina dagin fyri úr kroppinum. Seinnapartin høvdu teir tekniska venjing umframt málmansvenjing. Tá venjingin var um at vera liðug býttu teir í tveir partar, og tá var tað, at John Hansen var so óheppin, at hann fekk ein løst í knæið.

Álvur Hansen, fysioterapeutur, og Jens Pauli Marstein, lækni, eru um óhepna spælaran, og lukkutíð eru góðir møguleikar til styrkisvenjing, har føroyingarnir halda til.

Hóast John Hansen neyvan verður førur fyri at venja saman við hinum og harvið spæla við í dystunum, so fer hetta neyvan at darva honum at venja við KÍ, tá landsliðsferðalagið er komið heim aftur síðst í vikuni.