Johan Nielsen og gøtumenn hava alt kappingarárið sæð tað sum tann størsta veikleikan hjá teimum, at hópurin, sum besta liðið hevur verið valt ímillum, ikki hevur verið serliga breiður.
Gøtumenn hava sum flestu onnur feløg drigist við leikbann, og fleiri spælarar hjá teimum hava verið skaddir. Álvur Hansen er fysioterapeutur hjá teimum, og hann man hava arbeitt nakað væl, tí hóast tað ofta hevur sæð heilt illa út eftir eitt vikuskifti, so hevur skaddi maðurin alíkavæl verið á vøllinum, tá næsti sunnudagurin upprann.
Síðsta dømið um hetta var í síðstu viku, tá Bartal Eliasen fyrst í vikuni var so mikið darvaður av fótinum, sum hann koykti í Sumba, at tað var ikki hugsningur um at renna og sjálvsagt heldur ikki at sparka til ein bólt. Men Álvur Hansen arbeiddi nógv og væl, Bartal beit pínuna í seg, og so spældi hann dystin móti B36 á tamb.
Gøtumenn fingu fimm gul og eitt reytt kort sunnudagin, og tey kann Álvur Hansen einki gera við. Tað vil við øðrum orðum siga, at fimm gøtumenn eru leikbannaðir, tá GÍ sunnudagin fer um Varmakeldueið at spæla móti brandómsfelagnum hjá Álvi Hansen.
Magni Jarnskor fekk reytt kort og er tískil leikbannaður, og fýra av teimum fimm gulu kortunum sótu so væl ella illa (alt eftir hvørjum sjónarhorni tað verður sæð út frá, at spælararnir eru leikbannaðir. Pauli Jarnskor fekk eitt gult kort, men hann var leikbannaður í Sumba og skal hava eitt gult kort afturat, áðrenn hann aftur verður leikbannaður. Hini kortini fingu Sámal Joensen, Rúni Justinussen, Súni Olsen og Bartal Eliasen, og teir mugu allir standa uttanfyri og hyggja at, meðan ÍF og GÍ fara at spæla, samstundis sum teir fara at fylgja við í, hvussu tað fer at ganga millum B36 og KÍ í Gundadali.