Í Eystara Landsrætti í morgun royna Thomas Rørdam og Alfred Petersen at verja John Petersen, sum í Føroya Rætti í november í fjør varð dømdur fyri neyðtøku av eini 17 ára gamlari gentu tvey ár frammanundan.
Í Føroya Rætti greiddu bæði John Petersen og mamma gentuna frá, at tey høvdu tosað saman aftan á hendingina, og tá kom fram, at John Petersen skuldi hava sagt, at gentan kanska ikki vildi hava samlegu við hann.
Men í landsrættinum í morgun avvísti John Petersen hetta og segði, at tað var gentan, sum legði upp til samleguna.
Hann vísti eisini aftur, at hann skal hava stongt hurðina, so gentan ikki slapp út.
Sum prógv í hesum sambandi vóru nógvar myndir av ymsum í húsum John Petersens vístar fram, eitt nú, at knarvi var á hurðini, sum sostætt kundi læsast upp innanífrá.
Eisini segði hann, at gentan sat á seingini og drakk eina øl, meðan hann fór á WC, og tá hevði hon sjálvandi møguleika at fara av stað, segði John Petersen.
John Petersen segði eisini, at gentan var leys uppá tað, og at foreldrini høvdu ilt við at stýra henni, og tey høvdu tí biðið John Petersen hýst henni.
John Petersen førdi eisini fram, at talan var um vanligan kendskap, og tí var einki óvanligt í at hann beyð henni innar til eina øl. Hann helt eisini, at bróðir gentuna, sum eisini búði í íbúðini, var inni, og ætlaði hann at bjóða teimum báðum til eina øl.
John Petersen hevði drukkið og vildi hava onkran at hugna sær við.
Eftir at John Petersen var avhoyrdur, varð gentan avhoyrd - men fyri afturlatnum huruðum, og heldur ikki John Petersen slapp at vera til staðar.