kjøtið hongjast í kjallaran í eina tíð, áðrenn tað verður hongt í hjallin? Hetta hevur leingi verið eitt standandi kjakevni hjá øllum, sum fáast við seyð. Á ráðstevnuni um landbúnað í Klaksvík um vikuskiftið [...] vórðu hongd í eitt rúm, har hitin var 14 hitastig og sum kundi gingið fyri at verið at kjallari. Dagin eftir vórðu aftur tvey krov hongd í hjallin og annan dagin eftir, vórðu aftur tvey krov hongd í hjallin [...] sigur, at fyribils vísa royndirnar, at tey krovini, sum hava hingið í kjallaranum í tvey, ella tríggjar dagar, áðrenn tey vórðu hongd í hjallin, síggja út til at vera tey penastu krovini.
upplagdur í framrættaðari ódn í vinstru, og hin var Claes Kronberg, sum var á miðvøllinum. Deni Pavlovic, sum í fjør var ofta á miðvøllinum, og sum annars hevur verið miðverji, var í dag vongverji í vinstru [...] tað eru nógvir nýggir spælarar í Klaksvík, so vóru tað ikki fleiri enn tveir nýggir spælarar millum teir fyrstu ellivu í dag, tá ið sammett verður við liðið, sum spældi í fjør. Annar teirra var Árni Fr [...] settu hol á, tá ið vongverjin í høgru, Tonni J. Thomsen, var óheppin við bringuni at temja bóltin framvið nýggja B68 málverjanum, Erlend Jacobsen, og í málið. Tað var longu í áttanda minutti, og átta minuttir
lektari í geografi og hevur í 35 ár undirvíst á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Í nøkur ár undirvísti hann eisini á Fróðskaparsetri Føroya. Framløgan verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn í kvøld klokkan [...] sigur rithøvundurin. Í tíðindaskrivinum um bókina, verður millum annað sagt soleiðis: Poul P. Nolsøe (1766-1808) ella Nólsoyar-Páll, sum hann kallast, fyllir meira enn nakar annar í søgubókunum. Men kortini [...] fýrdi ikki fyri at fara lætt um lógir og avtalur. Men hann bygdi nýggjan bóndagarð á Biskupstøð í Klaksvík, og hann smíðaði skonnartina Royndina Fríðu, sum hann ætlaði at fiska við. Men har kom einki burturúr
Fleyr" verður sagt í føroyska flogbóltsheiminum, og tað endurtak seg mín sann aftur í dag. Fleyr vann 3-2 á ÍF aftaná ein fimmsittara í dystinum í meistaradeildini hjá monnum, ið vardi í meir enn tveir tímar [...] 16-25, 33-31, 14-25, 29-27 og 11-15. Mjølnir legði frá landi í meistaradeildini hjá monnum við einum 3-0 sigri á SÍ í Badmintonhøllini í Klaksvík. Settmunurin var 25-20, 25-23 og 25-17. Á ljóðfíluni omanfyri [...] iðrar seg um, at ÍF var á odda 8-7 í fimta setti tá liðini skiftu síðu, men ÍF misti fullkomuliga takið seinastu løtuna av dystinum. Á plusssíðuni er, at ÍF helt høvdið kalt í øðrum og fjórða setti og megnaði
H71 er framvegis oddalið í Okkaradeildini aftaná sannførandi 34-26 sigurin á Kyndli í høllini á Hálsi í Havn fyrr í dag. Longu í steðginum var H71 á odda 16-11, og H71 helt tørn í seinna hálvleiki og bygdi [...] stóð seg so væl í dag. Tað er nakað sum teir í H71 hava eftirlýst í undanfarnum dystum hetta kappingarárið. Í Vestmanna vann VÍF trygt 36-29 á KÍF. Í steðginum var VÍF á odda 16-14. Jóhan í Garðastovu gjørdist [...] Hjalti staðfestir, at tað hevur ongantíð í hansara tíð sæð so svart út hjá Kyndli. Hjalti undirstrikar, at tað er týdningarmikið, at liðið stendur saman nú í kreppuni sum hevur rakt besta mansliðið. 3)
verið í onkrastaðni í Norðoyggjum, í Eysturoy, í Vágum, í Suðuroy, ella aðrastaðni, høvdu kommunurnar latið grundstykkini fyri einki, heldur Jógvan Skorheim, sum eisini er borgarstjóri í Klaksvík. Hann [...] aðrastaðni enn í Havn, hevði grundstykkini verið latið fyri einki. Tað heldur Jógvan Skorheim, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri. Løgtingið hevur viðgjørt uppskot frá landsstýrinum um at byggja tvey heim í Havnini [...] íkast til verkætlanina. Men í Miðstaðarøkinum verður ansað væl eftir at tað verður goldið fullan prís, leggur tingmaðurin afturat. Hann heldur hinvegin, at tað átti at verið í størsta áhuga hjá Tórshavnar
áður hava verið í hesi støðuni. Men nú verður alt avgjørt í einum dysti, og vit ætla at gera okkara fyri at vinna, sigur Jacob Thomsen, sum í mong ár hevur verið venjari hjá kvinnunum í B36. Ein av fáu [...] á vøllinum, tá ið fyrsta bríkslið í steypafinaluni verður klokkan 16.15. B36 og KÍ skulu dystast um steypið, og hóast eingin ivast í, at KÍ er favorittur, so hava tær í árstalsfelagnum ikki lagt kongan [...] Djordjevic er venjarin hjá KÍ kvinnunum. Hóast hansara lið í síðstu viku spældi tríggjar strævnar dystir í europeisku kappingini, so ivast hann ikki í, at liðið hjá honum er væl fyri ídag: -Tað er altíð torført
Prógv Í januar mánað 2010 hevur Óluva Mcleod Venned lokið prógv við heitinum “Professionsbachelor som pædagog” á pedagog-seminariunum í Ballerup. Í august mánað 2010 hevur Ulrík í Hjøllum lokið prógv [...] Berghamar 60 ár. Opið hús verður í Pálsstovu kl. 12-17. Brúdleyp 10. okt. giftast Laila Petersen og René Havmand. Víglsan verður í Vesturkirkjuni kl. 9. Vælkomst verður í hølunum hjá Dansifrøði frá kl 12-16 [...] giftast Mia Johnsdóttir og Dánial A. Hansen, Miðvágur. Vígslan verður í Miðvágs kirkju kl. 14. Døgurði verður í bygdarhúsinum í Miðvági kl. 16.30. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin
aftur í gjárkvøldið beindu teir bláu og hvítu bóltin í egið mál. Ungi og evnaríki bakkurin Ári Samson var óheppin, tá Hjalgrím Elttør sendi innfyri úr vinstru, bólturin rakti hann í fótin og støkk í meskarnar [...] Dysturin í Klaksvík var ikki meira enn byrjaður, so hevði KÍ gjørt tað, sum teir hava verið góðir til seinastu vikurnar – nevniliga at skora sjálvmál. Á Toftum skoraði Kí sigursmálið fyri B68, í botndystinum [...] hevði munin í fyrra hálvleiki. Runavíkingar spældu skilabetri og høvdu rímiligt tak á støðuni. KÍ hevði onkrar royndir frá Rodrigo og eitt drønskot frá Eli Simonsen, men einki mál kom. KÍ trýsti Í seinna hálvleiki
Kreppa Enn er einki virksemið komið í gongd aftur á flakavirkinum Kósini í Klaksvík, og í morgun visti Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood, ikki at siga, um nakað – ella einki – fer at spyrjast burtur [...] aðrar partar um møguleikar. - Ymiskar forhandlingar eru í gongd, men í løtuni er ógjørligt hjá mær at siga, um nakað fer at spyrjast burtur úr. Stjórin í Maru Seafood er greiður yvir, at fólk, sum høvdu sítt [...] Tí er virksemi framvegis í gongd á Eiði, eins og línuskipini sigla. Stjórin í Maru Seafood er fullgreiður yvir, at tíðin er við at renna undan eini endurreisn. - Tað einasta, eg í løtuni kann siga, er, at