Bókaframløga um Nólsoyar-Páll

Í kvøld verður bókaframløga í Miðlahúsinum av bókini “Poul P. Nolsøe – Skúmisleiv og Tjóðarhetja”. Rolf Guttesen hevur skrivað um Nólsoyar-Páll, ið hann sigur vera ein banditt

Við Sosialin seinasta vikuskifti segði rithøvundurin millum annað soleiðis:

– Myndin av Nólsoyar-Páll sum ein tjóðarhetja er ein myta. Hann var tað, sum vit fyrr søgdu, ein banditt. Hann er vorðin umgyrdur av mytum. Hann fýrdi heldur ikki fyri at fara lætt um lógir og avtalur. Eg havi leitað fram gomul skjøl, sum prógva, at hann tókst við smugling, samstundis sum hann legði aðrar undir at smugla. Hann varð eisini dømdur fimm ferðir, sigur rithøvundurin.

Í tíðindaskrivinum um bókina, verður millum annað sagt soleiðis:


Poul P. Nolsøe (1766-1808) ella Nólsoyar-Páll, sum hann kallast, fyllir meira enn nakar annar í søgubókunum. Men kortini standa nógvar av søgnunum um hann ikki eina eftirmeting. Hann er vorðin umgyrdur av mytum.

Poul P. Nolsøe man hava verið bæði ágrýtin og charmerandi, men eisini rættiliga sjálvráðin. Hann fýrdi ikki fyri at fara lætt um lógir og avtalur. Men hann bygdi nýggjan bóndagarð á Biskupstøð í Klaksvík, og hann smíðaði skonnartina Royndina Fríðu, sum hann ætlaði at fiska við. Men har kom einki burturúr fiskiskapinum.

Bókin gevur eina frágreiðing um teir fimm túrarnar, sum hann gjørdi til útlandið, hvagar hann fór, og hvat hann hevði í lastini. Har verður millum annað skjalprógva, at hann tókst við smugling, samstundis sum hann legði aðrar undir at smugla.

Í nógv ár var Poul P. Nolsøe mestsum burturgloymdur. Men hvussu gjørdist Poul P. Nolsøe seinni tann tjóðarhetja, sum hann er í dag? Tað var tann spírandi, romantiska tjóðskaparrørslan, sum fyri 100-150 árum síðani uppfann Poul P. Nolsøe av nýggjum. Tjóðskaparrørslan hevði brúk fyri mytum um stórar menn, sum fyrimyndir. Her kundi Poul P. Nolsøe fáa pláss.

##med2##

Við 496 blaðsíðum ger rithøvundurin upp við myndina, ið flestu søgubøkur og annað tilfar, sum er komið út um Nólsoyar-Páll, hevur av frælsismanni og tjóðarhetju føroyinganna.

Rolf Guttesen er lektari í geografi og hevur í 35 ár undirvíst á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Í nøkur ár undirvísti hann eisini á Fróðskaparsetri Føroya.

Framløgan verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn í kvøld klokkan 19:30, og tiltakið er alment.