B36 alt at vinna og KÍ alt at tapa

Tað verður Elsa Andreasen, sum verður tann 23. kvinnan á vøllinum, tá ið fyrsta bríkslið í steypafinaluni verður klokkan 16.15.

B36 og KÍ skulu dystast um steypið, og hóast eingin ivast í, at KÍ er favorittur, so hava tær í árstalsfelagnum ikki lagt kongan, áðrenn tær fara á vøllin:

-KÍ er favorittur. Tað er sjálvandi ein fyrimunur, at teirra spælarar so ofta áður hava verið í hesi støðuni. Men nú verður alt avgjørt í einum dysti, og vit ætla at gera okkara fyri at vinna, sigur Jacob Thomsen, sum í mong ár hevur verið venjari hjá kvinnunum í B36.

Ein av fáu B36 spælarunum við nógvum royndum er liðformaðurin Anja Weyhe, sum hevur verið á fremsta B36 liðnum síðani 1996:

-Vit taptu fyri stuttum 1-0 í Klaksvík. Talan var um tætta uppgerð, og vit ætla at leypa á fyri at skjóta mál og harvið hava møguleika at vinna. KÍ er sera torført at taka yvir alt kappingarárið, men vit halda, at tað er møguligt ídag, sigur Anja Weyhe.

Alaksandar Djordjevic er venjarin hjá KÍ kvinnunum. Hóast hansara lið í síðstu viku spældi tríggjar strævnar dystir í europeisku kappingini, so ivast hann ikki í, at liðið hjá honum er væl fyri ídag:

-Tað er altíð torført hjá okkum, tí øll liðini vilja ógvuliga fegin vinna á fleirfalda meistaraliðnum. Tá ið vit vunnu 1-0 á B36, royndu tær at spæla álopsfótbólt, Klokkan 16.15 verður fyrsta bríkslið í og um tær aftur í dag verða framrættaðar, so verður tað hugaligt hjá áskoðarunum.

Liðformaðurin hjá KÍ, Malena Josephsen, sigur, at tær aftur í ár stríðast fyri bæði at vinna FM og steypakappingina:

-Vit hava ongantíð nakað at vinna, men altíð alt at tapa, tí tað verður roknað við, at vit vinna. Tapa vit, so tapa vit - tað er ikki verri enn tað. Men vit vilja vinna allar dystir, og tað vilja vit eisini ídag. Vit ætla ikki at geva steypið frá okkum, staðfestir KÍ liðformaðurin.