Skal kjøtið hongjast í kjallaran í eina tíð, áðrenn tað verður hongt í hjallin?
Hetta hevur leingi verið eitt standandi kjakevni hjá øllum, sum fáast við seyð.
Á ráðstevnuni um landbúnað í Klaksvík um vikuskiftið, upplýsti Rólvur Djurhuus, ráðgevari á Búnaðarstovuni, at júst hetta er ein spurningur, tey á Búnaðarstovuni eru farin at kanna.
Rólvur Djurhuus sigur, at talan er um eina fimm ára roynd, sum byrjaði í fyrrárið og sum sostatt endar í 2016, og sum tey kalla hitaviðurskifti aftan á fletting.
- Tað er ikki nóg mikið at gera slíkar royndir eitt ár, tí tað kunnu vera ymisk viðurskifti ávís ár, sum gera tað, at úrslitið verður misvísandi.
- Øll, sum fáast við seyð, vita, at tað hevur stóran týdning fyri smakkin á skerpikjøtinum, hvussu kalt, ella hvussu lýtt tað er um heystið, tá ið tað verður hongt upp, sigur Rólvur Djurhuus.
Bæði í 2012 og 2013 tók Búnaðarstovan nøkur krov burtur úr til royndina. Talan var um javnt stórt krov, alt lambskrov um 30 pund.
Tvey krov vórðu hongd í hjallin beinanvegin og hini krovini vórðu hongd í eitt rúm, har hitin var 14 hitastig og sum kundi gingið fyri at verið at kjallari.
Dagin eftir vórðu aftur tvey krov hongd í hjallin og annan dagin eftir, vórðu aftur tvey krov hongd í hjallin o.s.fr.
Rólvur Djurhuus sigur, at av tí at royndin ikki er liðug enn, ber ikki til at siga nakað um endaliga úrslitið.
Men hesi bæði árini, royndin hevur verið, hava tey hugt eftir kjøtinum. Eitt nú hava tey hugt eftir litinum.
- Vit vita, at liturin á krovinum sigur nógv um smakkin. Krovini, sum verða grøn, eru tey góðu krovini og tey, sum verða reyð, eru tey minni góðu krovini.
Rólvur Djurhuus sigur, at fyribils vísa royndirnar, at tey krovini, sum hava hingið í kjallaranum í tvey, ella tríggjar dagar, áðrenn tey vórðu hongd í hjallin, síggja út til at vera tey penastu krovini.
|










