Hjalti: Tað hevur ongantíð sæð so svart út hjá Kyndli (FM1)

(FM1) Hoyr Hjalta Mohr Jacobsen hjá Kyndli og Pætur Mikkjalsson hjá H71 seta orð á greiða 34-26 sigurin hjá H71 á Kyndli

H71 er framvegis oddalið í Okkaradeildini aftaná sannførandi 34-26 sigurin á Kyndli í høllini á Hálsi í Havn fyrr í dag.

Longu í steðginum var H71 á odda 16-11, og H71 helt tørn í seinna hálvleiki og bygdi uppá leiðsluna.

Kyndil-H71 26-34 (11-16)

Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 13, Rógvi Dal Christiansen 4, Janus Jacobsen 2, Tummas Pauli Hanusarson 2, Anders Risdal 2, Tróndur Wardum 1, Kristoffur Bjørgvin 1 og Tórur Guttesen 1. 

H71: Peter Krogh 7, Elias Ellefsen á Skipagøtu 5, Leivur Mortensen 3, Pætur Mikkjalsson 3, Vilhelm Poulsen 3, Pætur Thomsen 3, Hilmar Leon Jakobsen 3, Høgni Gaard 2, Djóni G. Joensen 2, Pauli Mittún 2 og Sigmundur Dahl 1. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá dystarendanum.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá Kyndli, Hjalta Mohr Jacobsen, ið skoraði 13 mál fyri Kyndil. Hjalti staðfestir, at tað hevur ongantíð í hansara tíð sæð so svart út hjá Kyndli. Hjalti undirstrikar, at tað er týdningarmikið, at liðið stendur saman nú í kreppuni sum hevur rakt besta mansliðið.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Pætur Mikkjalsson hjá H71, ið fegnast um, at kollektivið hjá H71 stóð seg so væl í dag. Tað er nakað sum teir í H71 hava eftirlýst í undanfarnum dystum hetta kappingarárið.

Í Vestmanna vann VÍF trygt 36-29 á KÍF. Í steðginum var VÍF á odda 16-14.

Jóhan í Garðastovu gjørdist toppskjútti hjá VÍF við níggju málum. Andrias Eriksen og Filip Jojic skutu sjey mál hvør fyri VÍF. Nicklas Selvig var toppskjútti hjá KÍF við 12 málum. 

H71 er oddalið við 14 stigum. VÍF hevur 12 stig og StÍF hevur 11 stig. Nummar fýra er KÍF við níggju stigum. Neistin er nummar fimm við átta stigum. Kyndil er næstaftast við fýra stigum og Team Klaksvík er aftast við ongum stigi. 

 

 

 

(Samrøður: Hjalti Mohr Jacobsen og Pætur Mikkjalsson)