Kreppa
Enn er einki virksemið komið í gongd aftur á flakavirkinum Kósini í Klaksvík, og í morgun visti Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood, ikki at siga, um nakað – ella einki – fer at spyrjast burtur úr royndunum hjá samtakinum at endurreisa virksemið.
- Vit arbeiða framvegis við málinum, og ymisk uppskot eru frammi. Nú ber ikki til at bíða leingi aftrat, men í løtuni veit eg einki at siga um, hvørt vit fara at røkka undir land við eini endurreisn ella ikki.
Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood, sigur, at tað framvegis er felag hansara, sum roynir at finna ymiskar útvegis, og eisini verður tosað við aðrar partar um møguleikar.
- Ymiskar forhandlingar eru í gongd, men í løtuni er ógjørligt hjá mær at siga, um nakað fer at spyrjast burtur úr.
Stjórin í Maru Seafood er greiður yvir, at fólk, sum høvdu sítt livibreyð á virkinum, eru spent eftir at vita, um nøkur endurreisn er í eygsjón.
Herfyri segði nýggi borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Gunnvá við Keldu, at Klaksvíkin kann ikki umvera Kósavirkið.
- Vit hava kunnað borgarstjóran og soleiðis býráðið um støðuna, sigur Jóhan Páll Joensen.
Skipini sigla
Enn er nakað av framleiðslu á virkinum Norðís Seafood, og framvegis sigla línuskipini, Grani og Fugltúgvan.
Herfyri segði Jóhan Páll, at virkið á Eiði og Fugltúgvan eru ein onnur grein úr Maru Seafood, eins og Grani eisini er tað.
- Tí er virksemi framvegis í gongd á Eiði, eins og línuskipini sigla.
Stjórin í Maru Seafood er fullgreiður yvir, at tíðin er við at renna undan eini endurreisn.
- Tað einasta, eg í løtuni kann siga, er, at vit framvegis arbeiða við at endurreisa fyritøkuna, men vit vita eisini, at okkurt má henda innan stutta tíð.
Jóhan Páll Joensen sigur, at fer tað ikki at eydnast Maru Seafood at endurreisa virksemið, verður neyðugt hjá øðrum at taka yvir.










