sínar og spurdi teg, hvussu tú føldi teg, og tú kundi svara honum, at tú føldi teg væl. »Ja, tað kanst tú siga«, segði læknin, »tí spanska sjúkan hevur vunnið á tuberklunum, so nú ert tú frísk«. Og, góða [...] hennara ellisdøgum og nú til tað síðsta. Eg fari her saman við øllum mínum at lýsa frið yvir minni títt og takka fyri, at tú gjørdist systir mín, tá ið eg 2 ára gamal kom í heim títt at búgva og vaksa upp sum [...] Jana, soleiðis var, og tú hevur verið frísk, til tú nú legði frá tær, mett av døgum, 96 ára gomul. So tað kann ikki annað sigast, enn at tú fekst eitt gott lív, hóast tína sjúku sum ung. Tøkk øll somul, sum
gerandisdagin við lívi og gleði, og har komu Henning og Sólvá, og børnini, Olaf, Paula og Ragna at vera ein partur av einum sera góðum grannalagi, við samanhaldi og felagskenslu, og teirra vakra heim, listarliga [...] trygga borg og friðstaður. Eitt sera snøgt og vakurt heim, ið prógvaði, at Henning var familjumaður og vildi gera umstøðurnar hjá sær og sínum so góðar sum gjørligt. Ein góður maður og pápi og sera hollur [...] Paula og Ragna, familjuni annars og øllum tykkara. Kórsetingin, og løtan í heiminum, við ríkum orðum og sangi, áðrenn vit fóru í kirkjuna, var sera nemandi og jarðarferðin var so ómetaliga vøkur og virðilig
okkara upplivilsir saman og allar tínar frásagnir frá, tá tú var ung. Tað tykist mær ikki so langt síðan, at tú var her í Sønderborg saman við mammu, pápa og abba. Tað vóru tíðir, og tú hevur altíð verið glað [...] nánd, og vit høvdu møguleikan, tumlaðu vit onkran bil og vóru á veg til Sørvágs aftur. Mamma var ongantíð í iva um, hvar hon skuldi leita, tí vit vóru jú úti hjá tær omma, har vit antin sótu og ótu tínar [...] pelsum, og við síni varrastift, ið hon aldrig kundi vera fyri uttan. Sjálvt nú at enda, tá tú lá bæði sjúk og avkreftað, var tað sera umráðandi fyri teg, at tú fekk hárið rullað upp, og at tú fekk tína varrastift
søguni. Hanna legði sín mátt - og alsk - til mentan og íttrótt, tað verið seg fótbólt, hondbólt ella aðra ítróttargrein. Hon var fryntlig og umhugsin, tá tað kom til blíðskap og næstrarkærleika. Jóansøkuna [...] eyga og oyru, tá børnini – saman við øðrum liðfeløgum – bóru steyp og heiður til Vág. Hon góðskaði tíðina, fólki og umhvørvið. Hon fann gleði í teim sum vóru um hana, børn, svigarbørn, ommubørn og vinfólk [...] á loftið og sov, tygor mugu verða væl fyri til dystin í morgin”. Hanna, var Váðbingur til tað síðsta. Hanna varð ein vitug og nærløgd kvinna. Hon upplivdi nógv á síni lívsleið, baði við og mótgongd.
Fiskimannafelag í 1910/11, og Símun Pauli var formaður felagsins fyrstu 15 árini, og abbasonur Óla Jákup gjørdist seinni formaður í mong ár. Albert og Gunhild funnu saman sum ung í Gøtu. Tað vóru ikki so [...] fyrst í 40-unum og fingu børnini: Jákup Pauli, Gunnar, Elsa og Mortan. Albert fekk starv sum fangavørður, og sum slíkur virkaði hann alt sítt arbeiðslív. Tískil blivu tey verandi í Danmark, og heim teirra [...] verið virkin í føroyskum felagslívi, og fleiri av børninum, eisini Gunnar, hava sungið í føroyskum kóri í Keypmannahavn. Gunnar var næstelstur, og vit vóru javnaldrar og systkinabørn. Tað vóru ikki góðar
børnum, tí tú vart so ung. Mangan var stríggið, men fyri teg virkaði alt so natúrligt og lætt. Lagnan vildi tær tað tó øðrvísi. Tú skuldi ikki verða millum okkum meira enn tvey og tjúgu ár. Tá bleiv tú [...] hugsaðu teir, tá tú komst upp til teirra? So ung og lívsglað, sum tú vart her niðri. Ongin ivi um, at teir sjálvandi tóku væl ímóti tær; men tó, tú vart alt ov ung til at siga farvæl til okkara verð. Gud mundi [...] tó, at í himli er ongin pína, og at tú hevur tað gott. Hesum kunnu vit ugga okkum við. Góða Evy, vit vita, at tú av og á skoðar oman til okkara í tínum hvíta einglabúna. Og hesa mynd fara vit altíð at varðveita
ferð hann kom í bilin og vit vóru klárir at koyra avstað, foldaði hann hendurnar og bæð ein stutta bøn fyri okkum og tí vit fóru eftir. Hetta minnist eg sum nakað serligt og trúðarstyrkjandi. Brynjolvur [...] mannaðir av smádreingjum og gomlum monnum, onkur kallaði egningarskúrnarnar “universitetini”, jú har fingu unglingar um havsins viðurskifti til fulnar at vita og mangir teirra manna skip [...] Sjálvsagt var Brynjolv glaður fyri og takkaði Guði, at tað gekst børnunum væl. Sjalvsagt fall oftast prátið á hetta og var hann ikki sørt erbarur um hetta. Brynjolv og Gigga dugdu ótrúliga væl at njóta
hospitalið, og at illa stóð til. Lítla hjartað var álvarsliga sjúkt, og útlitini vóru ikki góð. Í góðar tríggjar vikur stríddist tú alt tað, tú orkaði; men burðurin gjørdist ov tungur, og tíðliga á morgni [...] lærdi ung, hvat tað er at fáa, men tíverri eisini, hvat tað er at missa. Tú fert óivað at sakna Birnu illa komandi tíðina og at hugsa nógv um hana, tá ið tú verður eldri. Tú vart so góð við hana og errin [...] Tú hevur fingið Birnu at kent seg enn meira elskaða.?? Og góðu tit øll - ommur, abbar, mostrar, fastir, pápa- og mammubeiggjar, systkinabørn og øll onnur - sum høvdu glett tykkum at fingið Birnu heim
Marjun, Tórhild og Eilen. Ásla var dóttir Olgu og Dánjal Toftanes, og búðu tey á Longini inni á Toftanesi. Av fimm systkjum var Ásla eisini triðja barnið. Ásla fór eisini sum ung til Havnar og síðani eisini [...] kann livast saman við Harranum, og at valið er okkara egna. Nú er gott at eiga hesa trúgv. Og ein dag skal eg møta bæði mammu og Áslu aftur, heima hjá Honum sum valdar øllum og eigur alt. Honum sum tær høvdu [...] báðar. Mátti Gud hjálpt og styrkt okkum øll sum høvdu tær so ómetaliga kærar. Ein dag savnast øll í ein skara Og ferðast til fjarskotin lond frá sorg og frá stríði vit fara og lenda á sólljósu strond.
frágreiðing og onkra góða søgu ella bara eitt gott oyra at lurta við. Tey vóru tolin, hjálpsom, gávumild og nøgd. Alt hetta og meira takki eg fyri! Paula-omman og Arnhold-abbin fingu 17 ommu- og abbabørn og 22 [...] góð foreldur og systkin og tosaði ofta um tað. Eliesar giftist uppaftur við Hansinu og fingu tey tvey børn saman og eitt til fosturs. Paula Jespersen, fødd Olsen, var dóttir Óla í Grundini og Tominu av [...] juni 1919 og sum sostatt hevði verðið 95 ár á jóansøku. Hesi bæði væla fólk eri eg stolt av at siga, vóru omma og abbi mín. Arnhold Jespersen var sonur Eliesar og Janu Jespersen. Eliesar og Jana fingu