Til minnis um Janu Jensen

Góða Jana, nú tú ert farin heim til Hansara, ið øllum valdar, eru vit mong, sum sakna teg fyri alt, tú vart fyri okkum. Tú hevur verið ein góð systir, mamma, kona og omma fyri øll tíni, sum tú varðaði av.

Eg fari aldri at gloyma, hvussu góð tú vart við meg, tá ið eg kom í heim tykkara at verða, bert 2 ára gamal. Sum árini gingu, kann eg nú á ellisárum enn minnast, hvussu góður eg bleiv við teg.



Meðan eg enn var í skúlaaldri, bleivst tú sjúk av tuberklum. Eina tíð, meðan tú lást á Sanatoriinum, var einki mót um, at tú fórt at klára sjúkuna, so tú bleiv send heim at doyggja. Um hetta mundið fór spanska sjúka at ganga, og mong blivu smittaði víða hvar um landið. Tú bleivst eisini sjúk av hesi herviligu sótt, soleiðis at læknin bleiv boðsendur at vita, hvat hann kundi gera. Hann gjørdist bilsin, tá ið hann var liðugur við kanningar sínar og spurdi teg, hvussu tú føldi teg, og tú kundi svara honum, at tú føldi teg væl.

»Ja, tað kanst tú siga«, segði læknin, »tí spanska sjúkan hevur vunnið á tuberklunum, so nú ert tú frísk«.


Og, góða Jana, soleiðis var, og tú hevur verið frísk, til tú nú legði frá tær, mett av døgum, 96 ára gomul. So tað kann ikki annað sigast, enn at tú fekst eitt gott lív, hóast tína sjúku sum ung.


Tøkk øll somul, sum verið hava so væl um Janu á hennara ellisdøgum og nú til tað síðsta.


Eg fari her saman við øllum mínum at lýsa frið yvir minni títt og takka fyri, at tú gjørdist systir mín, tá ið eg 2 ára gamal kom í heim títt at búgva og vaksa upp sum ein av tykkara.

Alfred Klein