Tá tíðindini eru ófrættakend, tørvar tær eitthvørt at halda fast í. Tár geva tær henda linna.
Hanna fór um sýnina 89 ára gomul. Hennara tíð var komin.
Vit gráta tí vit hava mist hana. Vit elskaðu hana, og vita, at vit fáa hana ikki aftur. Allar frálíku løturnar saman við henni, minnast vit aftur á, við gleði. Hon dandandi um gólvi, kaffi, bollar og annað gott.
“Eru tygor klárir ? Far á loftið og sov, tygor mugu verða væl fyri til dystin í morgin”.
Hanna, var Váðbingur til tað síðsta.
Hanna varð ein vitug og nærløgd kvinna. Hon upplivdi nógv á síni lívsleið, baði við og mótgongd. Hon tók baði, við røttum ryggi.
Hanna var dóttir Jacob (1898 – 1981) og Helenu (Jóhanna Maria Helena 1899 – 1965) Mohr. Hon var ein av fimm systkjum, tveir brøður og tríggjar systrar.
Nógv ár varð millum systkini, elsti bróðurin Arni (Arne Johan Mohr, f: 01-11-1919, d: 17-08-1999) varð tvinni áratíggjur eldri enn yngsti eftirkomin Birgir (Jákup Birgir Mohr f: 26-01-1942). Ímillum hesar báðar, komu systrarnar Hanna (Hanna Maria Augustinussen f: 15-08-1923, d: 08-05-2013), Poulina (Poulina Jacobsen f: 16-05-1921, d: 20-11-2001) og Morentsa (Jenny Morentsa Augustinussen: f: 13-09-1932, d: 20-01-2001).
Gott varð millum systkini. Hóast fjarskotin í aldri, og fjarðstøðu, gloymdi ongin teirra sín uppruna. Eftir kríggi, vóðru Arni, Hanna og Morentsa verandi í Vági. Poulina flutti til Klaksvíkar, meðan Birgir fór til Danmarkar at lesa.
Systkini løgdu orki í, at vit eftirkomar skuldu kenna beinagrindina. Tey funnu saman, tá høvi beyðst. Millum onnur teimum at takka, gjørdist samankoman Thorsvig, ið varð hildin í Samljóð í Skopun (har mamma hennara Helena vaks upp) veruleiki. Nøkur ár seinni varð aftur familjusamkoma hildin í Stóra pakkhúsið á Gørðunum í Vági.
Hanna giftist Joen Pauli Augistinussen (f: 28-08-1920, d: 02-05-1982), eisini nevndur “Lýtli Pallin”. Hanna og Pallin fingu børnini Jonhild (gift Jens Kjærbo, f: 28-08-1942, d: 10-02-2001), Helenu (gift Brynjálvur Dahl), Páll (giftur Helenu Dahl Augustinussen) og Jákup (giftur Olevinu Augustinussen). Hanna og Pallin fingu 12 ommu- og abbabørn.
Hanna vann sær nógvar lívsroyndir. Hon misti mammu sína, Helenu, á lutfalsligum ungum árðum. Hon upplivdi eisini at missa mann og son, áðrenn hon sjálv fór um sýnina. At missa mammu, og síðani lívsfelagaða er hart, at missa sonin (“Gaga” 1952 – 2006) kendist henni óyva harðari.
Hanna varð ung kvinna undir seinna heimsbardaga. Ein hørð tíð, har baði faðir, bróður, maður og verðfaðir, vunnu sær uppihald á sjónum. Teir førdu mat um høvini til sameindu herdeildirnar, og gjørdu sítt til, at Sameindu Tjóðirnar vunnu kríggi.
Tað tók fast á tey ið sótu heima. Nógvir av monnunum vunnu ikki upp aftur land. Jacob og Arne silgdu við sluppini City, meðan verfaðir Honnu, Johan í Smyllum, fórst við “Grasinum” í 1943.
Livur tú nóg leingi, er tú partur av søguni. Hanna legði sín mátt - og alsk - til mentan og íttrótt, tað verið seg fótbólt, hondbólt ella aðra ítróttargrein.
Hon var fryntlig og umhugsin, tá tað kom til blíðskap og næstrarkærleika. Jóansøkuna fór tú ikki forbí, uttan at hava sitið væl í Smillum.
Hanna fekst nógv við djór. Meginpartin av lívið sínum ansaði hon neytum og seyði í hagapartinum “Fjalli”. Hon hoyggjaði alt hoyggji turt.
Í myndatalu var Vágs Bóltfelag hennara barn. Pallin og Hanna fostraðu nógvar eldsálir, ið traðkaðu svørin á Eiðinum. Hennara stoltleiki varð ein fragd fyri eyga og oyru, tá børnini – saman við øðrum liðfeløgum – bóru steyp og heiður til Vág.
Hon góðskaði tíðina, fólki og umhvørvið. Hon fann gleði í teim sum vóru um hana, børn, svigarbørn, ommubørn og vinfólk.
Vágur hevur mist eina kvinnu. Hon var lítillátin og ósjálvsøkin. Hon varð góð við sítt fólk, og sín heimstað.
Sum ljósið vinnur á myrkrinum, vinnur gleðin á sorgini. Vit minnast teg - Hanna - við virðing og stoltleika.
Hvíl í friðið.
----------
Bjarki Mohr