visjón. Vit møta hesi hugmynd longu tíðliga í hansara virki, borna fram í kámari strikumynd í summum av hansara yrkingum, meira neyvt lýsta eitt nú í onkrari røðu. Í fáum orðum lýst er henda hugmyndin ein [...] Hesin stóri spurningur kann býtast sundur í tveir undirspurningar. Í fyrsta lagi kann tá verða spurt, hvørjir megintræðrirnir vóru í skaldsins lívi og virki. Í øðrum lagi kann ein spyrja, hvat er eftir [...] tey óviðkomandi í dag. Nógvar av teimum metingum og forsagnum, sum virdir marxistiskir søgufrøðingar í mínum uppvøkstri førdu fram um homo sovjeticus ella Sovjetsamveldisins framtíð, eru í dag gloymdar -
samleika, kom hann at sveima í leysum lofti tjóðskaparliga. Hetta akkersloysið var bara ein táttur í einum nógv víðfevndari rótloysi. Í PRESTASKÚLA Í TIFLIS JOSEF DJUGASHVILI dugdi væl í skúlanum, serliga søgu [...] lært henda dogmatiska katekismus-stílin í prestaskúlanum í Tiflis. Í sambandi við gudfrøðiskúlan í Tiflis heftir ein seg annars við tvey eyðkennir. Skúlin umboðaði í fyrsta lagi tað russiska hjálandaveldið [...] EIN GUDUR Í ANDALEYPI VALDSHARRIN Í Kreml hevði í mong ár havt tann vana at sita uppi til langt út á morgunin. Saman við honum vóru vanliga nakrar av teimum eltibløðrum, sum í o.u. eina fjórðingsøld høvdu
eisini umrøddu sjúkrasystrina í Hverðagerði, nærindis Reykjavík, har hon búði. Vit høvdu samband í nógv ár. Hon segði, at hon mintist hendingina við okkum trimum, sum var tað í gjár. Beinleiðis til skips [...] fiskibáti og so við rutubussi til Reykjavíkar. Tá vit høvdu verið í nakrar dagar í Reykjavík og búð hjá amerikanarum, fingu vit pláss at búgva í eini barakk. Har kom fólk, sum var torpederað á rutuni frá [...] og vóru á Havnini tann 4. november, sum skipbrotið var hent 7. september. Vit komu í land niðri í Vágsbotni. Tá eg kom í land var genta mín, Herborg, har. Hon hevði frætt, at vit skuldu koma. Eg gisti á
(Hendan greinin stóð í Vikublaðnum 23. januar í 2017) Eg visti slett ikki, hvat hann meinti við, men tá var tað farið at goysa. Skiparin bað okkum koma oman í havnina og oman í bátin beinanvegin. Tá vit [...] vit hugdu út, stóðu eldsúlur longu upp úr fjallinum, sigur 79 ára gamli sumbingurin í Vestmannaoyggjunum, Varnik Niclasson Tá Vikublaðið vitjaði í Íslandi í heyst, vitjaðu vit eisini ein dag í Ves [...] vorðið var, stóðu eldsúlur longu upp úr fjallinum. – Hetta sá út sum eitt snarlás, sum mikil eldur kom upp úr. Varnik sigur, at tey slett ikki høvdu roknað við hesum, men um kvøldið hevði verið ein
fann teg í kvæðum, sum fólkins varrar lyftu úr øld í øld, eg fann teg í søgum og sagnatali, har fólksins brøgd vóru tøld, eg fann teg í mjúkum barnaljóðið, sum sungið varð vetrarkvøld. Eg fann teg í orðum [...] her munnu vera føroysk foreldur í dag, ið bert kenna seg heima í tí málinum, ið varð skrivað í 1950-60 árunum? Men eg skal viðganga, at Heri Mohr man hava púrasta rætt í, at øll “eldri fólk” ikki munnu [...] kortini neyvan at loypa kvøkk í nakran at fáa at vita, at soleiðis er støðan eisini í grannalondunum. Orsøkin er tann, at bæði málið sjálvt og mikið annað broytist í samfelagnum í einum og hvørjum landi. Har
føroyingar flestir vita, at har úti í óbygdum einaferð var eitt lítið bygdarlag. Søguna, sum fjalir seg í teimum ógáaðu toftunum, hevur Arnstein drigið okkum fram í ljós. Og burtur úr øllum tí, hann hespar [...] saman í byrðar til burturferðar. Nakað av ognarlutum og okkurt av tilfari verður varisliga niðurtikið og hóskandi handfarið, tí kanska kann hetta koma aftur til nyttu í einum sethúsum, sum standa í gerð [...] heilan hóp av torvinum. Stórt felli var í lembing við nógvum vindi. Vindsamt summar, skýbøklar fara sum framsettur bátur í sólsetri og fyri norðan fjøll hin grøni eldur. Seigliga fara tey so til gongu. Hvør
tey sum fáa part í einum brølandi moderniteti og modernaðari menning, sum vit hava í Berlin, Paris, London og New York. Standandi frammanfyri hesum kunnu vit her í Føroyum og tey sum sita í Norðurlandaráðnum [...] Skjótu broytingarnar í heiminum, í samfelagnum og í vanliga lívinum hjá okkum øllum skapa eina mentanarliga mótreaktión, ið kann bera brá av eini ávísari afturtrá. Hetta er mest sjónligt í serligu jagstranini [...] Býurin vann, bygdin tapti í hesum tíðarinnar leiki. Sentrum vann og útjaðarin tapti. Torført er enn í hesum tíðum við alnót og øðrum hentleikum at fáa fólk at vilja búgva og arbeiða í smáum bygdum, tí gerast
Seinnapartin í gjár boðaði roykávaringin í barnagarðinum á Norðasta Horni frá eldi, og av tí sama vórðu øll børnini flutt úr barnagarðinum og út um. Løgreglan sigur, at tað var rættiliga nógvur roykur [...] roykur, men tá ið tey fóru inn í barnagarðin at kanna, hvaðani roykurin stavaðu, funni tey ongan eld. Afturfyri funnu tey eitt skeribretti av plasti, sum onkur hevði verið so óansin at leggja á eina tendraða [...] Sostatt var ávaringin avblást og eftir at tey høvdu luftað væl og virðiliga út, sluppu børnini inn aftur í øllum góðum.
tíðindafundi í morgun. Løgreglan umhugsar at skuldseta ein ella fleiri persónar í sambandi við eldin, sum kostaði í minsta lagi 79 fólkum lívið, segði Fionna McCormack frá løgregluni í London í morgun. – [...] nú staðfest, at eldurin byrjaði í einum oyðiløgdum kuldaskápi. Bretska løgreglan umhugsar ákærur um dráp í sambandi við eldin í háhúsinum Grenfell Tower, sum kostaði í minsta lagið 79 fólkum lívið. Harumframt [...] kanningar av í minsta lagið 600 bygningum í Onglandi, har tilsvarandi byggitilfar er nýtt. Eldurin kyknaði í tí 24 hæddum høga húsinum Grenfell Tower 14. juni. Fiona McCormack upplýsti á tíðindafundinum í morgun