Politikarar skuldu gingið meira til sjónleik

– Sjónleikur skal endurspegla samfelagið, og ongi evnir mugu tigast burtur á palli, bara tí nakrir politikarar vilja tað, tí veruleikin er, at lívið er ikki bara rósureytt, men eisini ljótt og skitið, sigur Laura Joensen, sjónleikari og bóndakona í Skálavík. Hon harmast um materiella oyðslið í samfelagnum og fegnast um virkna lívið á garðinum í Skálavík, har hon og maðurin hava ovmikið at tríva í alt árið. Eydnan er at liva í friði, semju og nøgdsemi, heldur hon

Uni Arge
----------

Hon hevur verið virkin sjónleikari í nærum 50 ár, og hóast hon er havnar­kona um ein háls, hevur hon bóndast í Skálavík, síðan hon fyri 28 árum síðan møtti manninum, Pálli í Dalsgarði. Á ólavsøku helt Laura Joensen í sam­bandi við ólavsøkusangin undir ting­húsinum røðu um tjóðarhátíðina og landsins støðu. Onkur helt, at hon var bersøgin, meðan onnur hildu, at hon segði mangt, ið neyðugt var at siga. Vit hava órógvað bóndakonuna í Skálavík við nøkrum útdýpandi spurningum til Summarprátið.

Tú nevndi í røðuni á Vaglinum dansin um gullkálvin. Hvussu fer hann fram í dag?
Tað er bara at hyggja rundan um okkum. Hygg at húsunum, ið verða bygd. Tey eru sum slott. Sjálvandi skulu fólk byggja sær hús, men tey nýtast ikki at vera størri og flottari enn tey hjá grannanum. Far niðan á Sandvíkahjalla og síggj, hvat fólk blaka burtur. Alt gott um Endurnýtsluna, men nógv gott tilfar fer bara upp í bláa luft. Eg hugsi eisini um tað materiella skramblið, ið verður innflutt, sum vit so senda til onkra neyðhjálp, tá vit eru troytt av tí. Mentanin at brúka og blaka burtur er øgilig. Hvat er meiningin við at keypa útlendskar bankar? Hava vit onki lært av Íslandi? Bankastjórarnir eru um at hoykna undir egnum lønum, meðan vit vanligu brúkarar skulu gjalda fyri hvørja einastu lítlu tænastu, so tú næstan fært hall av at hava nøkur oyru standandi í bankanum, tí rentan er so lág. Summi skúma róman, meðan onnur sita eftir við sviðusoð.

Í røðuni nevndi tú, at øll fáa ikki lut í sam­felag­­sins ríkidømi. Hvat meinar tú tá við?
Tá ið sparast skal, eru tað sum oftast tey lægst løntu, ið skulu spenna beltini inn, tí annars eru vit ikki kappingarfør í prísi. Men hvar ber til at spara hjá teimum, ið arbeiða á flakavirkjum, sjúkrahúsum, í skúlum, almannaverkinum, á eldraøkinum og mentanarøkinum? Hesi økir eru øll neyðug í samfelaganum, og vit fáa øll ágóðan av teimum. Ein partur av fólkinum hevur møguleika at keypa seg til okkurt eyka, men størsti parturin hevur ikki, og tey, ið arbeiða innan hesi økini, eru tey, ið lønarliga eru lítið vird. Her má meira samhaldsfesti til. Skrivað stendur, at tann, ið hevur, skal fáa, men tað má vera so, at tann, ið hevur, má lata. Tað ber ikki til at knokkroyta skallut. At øll, ið arbeiða innan hesi økini, gera eitt ovurstórt arbeiði hóast vánalig kor, má ikki gerast ein sovipúta hjá politikarunum.

Tú ert sjónleikari og vil hava betri umstøður til Tjóðpallin. Hvønn týdning hevur sjón­leikur fyri samfelagið?
Sjónleikur er tann listin fram um aðrar, ið endurspeglar veruleikan, og tí hevur hann stóran týdning. Veruleikin er ikki so rósureyður, sum vit kanska hava lyndi til at halda, og sum summir politikarar vilja hava okkum at halda. Lívið í øllum sínum fjølbroytni er eisini ljótt og skitið, og tað eigur sjónleikurin eisini at vísa á. Ávísir politikarar áttu at gingið nógv meira til sjónleik. Teir høvdu kanska lært okkurt av tí. Tjóðpallur Føroya eigur at gerast okkara flaggskip innan sjónleikin, og tí skal hann hava betri umstøður. Eisini eiga politikararnir at taka ábyrgdina av, at vit fáa ein vælvirkandi Tjóðpall. Teir hava samtykt, at vit skulu hava hann, so vónandi lata teir hann ikki verða húkandi á knøunum alt ov leingi. Gabriel Garcia Lorca segði, at hjá tí tjóð, ið ikki stuðlar leiklistini, stendur deyðin í durinum.

Skal sjónleikur provokera ráðandi fatanir, vísa á skeiv­­leikar í sam­felag­num ella kanska bara fáa fólk at flenna?
Sjálvandi skal hann provokera ráðandi fatanir og fyri tann skuld allar aðrar fatanir. Tá tú vísir á skeivleikarnar, er spegilin klárastur. Tað ber ikki til at káma spegilin við at nokta at tosa um summi evnir, tí onkur politikari krevur tað. Tað er at renna undan ábyrgd og ikki síggja veruleikan í eyguni. Sjálvandi skulu látur og undirhald eisini vera í leikhúsinum. Dario Fo segði, at tá tú letur munnin upp og flennur, fær vitið møguleika at fara inn. Tí er satiran, tá hon er best, so týdningarmikil.

Hvørjar hava verið tínar størstu upplivingar í sjónleikinum?
At standa á palli í Sjónleikarhúsinum fyrstu ferð sum 15-16 ára gomul var stórt. Sekstiárini í Sjónleikarhúsinum vóru ein stórtíð hjá sjónleikinum í Føroyum. Eyðun Johannessen, fyrsti útbúni sjónleikarin, kom heim og legði grundina undir nýmótans sjónleikin. Longu tá vóru ætlanir frammi um tjóðpall og at útbúgva sjónleikarar. Í 1977 varð Gríma stovnað. Tá búði eg í Danmark, men kom so heim tvey ár seinni og havi verið við síðan. Av stórum upplivingum og avbjóðingum fyri meg persónliga kann eg nevna einrøðuleikirnar "Kærleiksøga Aldar­innar," "Logi, logi eldur mín" og "Shirley Valentine." Tann størsta upplivingin, tú sum sjónleikari kanst fáa, er, tá alt gongur upp í eina hægri eind, og tú kennir, at tú hevur áskoðaran við tær. Eisini hevur tað verið stórt, at eg tvær ferðir havi fingið størsta heiður, tú kanst fáa fyri mentanarlig avrik her á landi, M.A. Jacobsens virðislønina og Mentanargávu Landsins. Hetta vóru viðurkenningar, sum fingu meg at trúgva, at alt hevur ikki verið til fánýtis. At verða biðin at halda røðu á Tinghúsvøllinum ólavsøkudag var eisini eitt hæddarpunkt í mínum lívi.

Tú bóndast í Skálavík saman við manninum. Akkurát hvat fáast tit við?
Spyr heldur, hvat vit ikki fáast við. Í dag havi eg hongt upp á eitt turkilag og kókað rabarbusúltutoy, og í kvøld skal eg baka pannukøkur til eitt ferðalag, sum kemur í húsini undir Borgini í Norðasta Haga. Annars fáast vit við tað, sum krevst á garðinum. Garðurin er 12 merkur og ber um 500 áseyðir, so ovmikið er at takast við alt árið. Nú er hoyggingin fyri, og vit eru enn so gamaldags, at vit bara nýta turt hoyggj, og sum veðurlagið er hjá okkum, eru turkiløgini álitið. Tá hoyggingin er liðug, fara vit at rigga til heystið, og slaktið krevur sítt. Um veturin hava vit nakað av seyði standandi inni, og kjøtið skal avgreiðast til jólar. Eisini hava vit gæs, sum skulu avgreiðast til jólar, og eftir tað stundar til váringina. Eg havi fingist eitt sindur við at dyrka ymiskt grønmeti, men ymiskt er, hvussu tað hilnast. Um summarið er háárstíð á garðinum, og sum oftast er summarið alt ov stutt. Ta ljósu tíðina fáast vit eisini eitt sindur við ferðavinnu.

Er tað strævið lív at vera bóndakona?
Strævið og strævið. Um tú tímir tað, er tað ikki strævið, hóast eg ofta eri móð, tí tað er hart kropsligt arbeiði, men mær dámar tað, og so leingi eg eisini tími tað, er tað ikki strævnari enn so nógv annað her í lívinum. At kenna kropsliga møði kann eisini vera ein fragd, serliga tá tú veitst, at tú hevur gjørt okkurt, sum sæst aftur.

Er tað ikki púra óvanligt, at sjónleikarar bóndast?
Nú er tað maðurin, sum er bóndi. Eg havi mítt frælsi at gera tað, eg vil. At byrja við helt eg samansetingina vera góða, tí bóndalívið er sesongarbeiði, men tað er vorðið so stórur partur av mínum lívi, at hóast eg ikki havi slept sjónleikinum, eri eg ikki so nógv á palli longur. Men eg eri framvegis uppií. Annars er hendan samansetingin ikki heilt ókend. Ein lærari, eg hevði, tá eg las til dramapedagog, var eisini bóndakona og ógvuliga virkin innan áhugaleik. Tá kendi eg ikki Páll, men tá eg kom at kenna hann, hugsaði eg ofta um hana, tí um hon kundi gera bæði, kundi eg eisini.

Er lívið á bygd betri enn lívið í býnum?
Tað er ringt at taka dagar ímillum. Bæði hava sínar dygdir og vansar, men eg vil siga, at sum havnarkona er tað gott at hava eina holu har. Eg havi eisini fyri neyðini at hava mítt stað í Havn, tí tá eg arbeiði við sjónleikinum, er Havnin sum oftast útgangsstøðið. Eg vildi ikki verið Havnina fyriuttan. Mær dámar væl í Skálavík, men best dámar mær, tá vit eru í húsinum undir Borgini. Tá fært tú frið í sálina og kanst løða battaríini í tøttum samljóði við náttúruna.

Hvussu ávirkar veðrið arbeiðið hjá tykkum í Skálavík?
Tað ávirkar kanska ikki meg so nógv sum mannin. Hann er ógvuliga veðursjúkur. Men sjálvandi ávirkar veðrið. Tá tú fyrireikar summarið og leggur ætlanir, er tað við tí fortreyt, at veðrið verður gott. Nú var fyrsti hundadagur ein so avbera góður dagur, so vit væntaðu, at komandi mánaði fór at verða góður, men so er ikki. Vit hava verið plágað av mjørka og regni, so ætlanin við øllum tí, vit skuldu gera, er langt síðan farin av kós. Tað plagar at vera so, at tá vit fara til Havnar, verður altíð gott veður, og soleiðis var eisini á ólavsøku. Tá er bara at lata standa til og siga, at nú eri eg á ólavsøku og útseti ta ringu samvitskuna til aftaná.

Troyttast tú mangan av føroyska veðrinum?
Sjálvandi er tað troyttandi ikki at kunna gera tað, tú hevur sett tær fyri. Men meg ávirkar tað kanska ikki so nógv, tí eg havi altíð okkurt, ið liggur á láni, ið kann gerast innandura, okkurt at lesa ella fyrireika meg til. Eg týði eisini, geri okkurt hondarbeiði ella taki kanska bara ein dag upp á longs og sovi leingi, tí eg eri B-menniskja. Sjálvandi troyttist eg, um hoyggið rotnar, og vit noyðast at avlýsa alt orsakað av veðrinum, og tað kemur ikki so sjáldan fyri.

Tit skipa eisini fyri útferðum í Skálavík. Hvussu fer tað fram?
Tað kallast í ferðavinnuhøpi heima­blídni. Vit skipa fyri útferðum í húsini undir Borgini, onkuntíð saman við Kunn­ingarstovuni. Eisini taka vit ímóti ferðafólki, bólkum og einstaklingum, til gisting og mat. Tá ferðavinnan fór at taka seg upp, vórðu vit spurd, um vit kundu verða ferðaleiðarar á eystursíðuni á Sandoynni. Tað hevur so vundið upp á seg. Sjálvandi er eitt sindur avmarkað, hvussu vit kunnu taka ímóti, tí vit skulu eisini hava tíð at gera arbeiðið á garðinum. Aðalmálið hjá okkum er at kunna borðreiða við tí, ið bøur og hagi geva, tvs. heimagjørdum føroyskum mati. Summir túrar, vit gera, knýta seg eisini at plássum, ið eru kend úr sagnum og søgu.

Hvør er tín dreymur fyri Føroyar?
At Føroyar verða frælsar.

Hvussu vilt tú lýsa lyndið í føroyingum?
Tað er ilt at siga. Tað veldst um, hvørt tú meinar tað negativa ella tað positiva. Tær sjey deyðssyndirnar munnu vera toluliga javnt býttar millum flestu føroyingar, eins og nógvir góðir eginleikar eisini eru javnt býttir okkara millum. Skulu vit tosa um tað negativa, so haldi eg, at neringssorg er eitt umfatandi negativt eyðkenni hjá føroyingum, serliga tá hugsað verður um tað æviga jabbið um handan ólukku blokk­stuðulin. Hvar tramin er sjálv­bjargnið? Eisini haldi eg, at dupult­moralur og vantandi tolsemi hava í so stórt pláss í føroysku fólkasálini. Sjálvandi eru positiv eyðkenni eisini. Sum heild eru føroyingar fittir, hjálpsamir og uppfinnsamir.

Hvat er eitt eydnuríkt lív?
At liva í friði, semju og nøgdsemi. Tá sigi eg ikki, at vit ikki kunnu vera ósamd, men at vit eiga at loysa ósemjurnar við uppbyggjandi loysnum heldur enn at niðurgera hvørt annað.