Knappliga passaðu skógvarnir ikki longur

? Hetta varð okkum ein dýrur lærdómur, sigur Atli Gregersen, formaður í Havbúnaðarfelagnum

Alivinna

? Tað var nógv, sum gekk galið í alivinnuni.
Atli Gregersen er formaður í Havnbúnaðarfelagnum og hann sigur, at tað eru mong, sum mugu taka í egnan barm, nú alivinnan datt niðurfyri.
Hann serliga nú alingin brádliga vaks so nógv, heldur hann at vit onkusvegna mistu tamarhaldið og tað stóra yvirlitið.
? Tá ið alingin vaks so nógveftir fáum árum, var tað so nógva staðni, at skógvarnir ikki passaðu. Og úrslitið var hareftir.
Orsøkin til, at alingin vaks so brádliga var sjálvsagt, at prísurin var góður, so tað var ógvuliga lokkandi at fara undir aling.
Men formaðurin í Havbúnaðarfelagnum skilir støðuna fullvæl, tí talan var mangan um lív ella deyð hjá teimum einstøku alarunum og í nógvum førum stóð valið ímillum pest og kolera.
Men nú alingin er farin fyri bakka, vónar hann eisini, at vit hava lært av teimum mistøkum, vit hava gjørt.
? Men hetta varð okkum ein dýrur lærdómur, sigur hann.
Sjálvur ivast hann ikki í, at vit hava lært nógv, tí hesa seinastu tíðina eru nógv viðurskiftiin í alingini nógv betri skipað, enn tey vóru frammanundan, so heilt nógv av teimum mistøkum, sum vórðu gjørd fyri nøkrum árum síðani, høvdu ikki kunnað endurtikið seg.

Skuldu lyft fremstafingur fyrr
Kortini heldur formaðurin í Havbúnaðarfelagnum, at nú Búskaparráðið hevur tikið alingina upp, hevði honum dámað betri um ráðið hevði fremstafingur á lofti, áðrenn alt fór fyri bakka, heldur enn at koma aftaná.
Men hann heldur eisini, at Búskaparráðið hevur ikki sett trupulleikarnar í alivinnuni í rætt samanhang.
Hann vísir á, at Búskaparráðið sipar til norsku Akvaplan-Niva frágreiðingina frá 2000, sum grundarlag fyri sínum atfinningum.
? Men hetta var ikki ein frágreiðing um sjúkuniðurberjing. Hetta var ein frágreiðing um umhørvi.
Annars var tað longu í 1998, at Havnbúnaðarfelagið royndu at fáa gongd á arbeiðið at seta sjúkuniðurberjandi tiltøk í verk.
Í hesum sambandi sigur Atli Gregersen eisini, at tað verður væl og virðiliga kannað, hvussu alingin ávirkar umhvørvið.
? Øll alibrúk skulu syrgja fyri, at góðkend kanningarfeløg, so sum Biofar í Kaldbak, skulu kanna botnin undir alistøðunum og alifjørðin sum heild. Hetta skal gerast á sumri, tá árinið frá alingini er mest. Er umhvørvið verri dálkað enn reglurnar hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni siga, verður alarin biðin um at steðga við alingini, til øll tekin um dálking eru burtur aftur.
? Alarar halda at hetta er ein betri máti, enn at fylgja Akvaplan tilráðingini, sum gongur út uppá, at rokna út hvat økið tolir. Men tað er ov lætt at gera stórar roknifeilir, sum kunna gera at ein alur alt ov nógv ella alt ov lítið.

Valdu ímillum Pest og Kolera
Atli Gregersen sigur, at hevði hetta verið einasta forkláring uppá, hví alingin fór fyri bakka, hevði trupulleikin verið nógv minni enn hann í veruleikanum er.
Hinvegin ásannar hann eisini, at umhvørvi og sjúkur eru samanhangandi, tí fiskur, sum ikki hevur tað gott, er nógv veikari mótvegis sjúkum enn vanligt.
Men tað vóru eisini heilt onnur viðurskifti, sum gjørdu sítt til at beina fyri alingini.
Eitt nú heldur hann, at tað gekk ov seint at taka fisk, sum varð sjúkur av ILA.
? Fær laksur ILA, er tað ógvuliga umráðandi at sjúki fiskurin verður tikin so skjótt sum yvirhøvur gjørligt.
? Tað er tað sama sum tá ið eldur er í einum húsum í tættbygdum øki. Verður hann ikki sløktur, breiður hann seg. Tað sama er við ILA. Verður sjúkur fiskur ikki tikin beinanvegin, breiðir smittan seg.
Atli Gregersen sigur, at hetta eru viðurskifti, sum tað álmenna átti at sett reglar fyri.
Hinvegin skilir hann eisini tann einstaka alaran, tí hjá honum er tað spurningurin um at fara á heysin ella at yvirliva. Tí er tað væl skiljandi, at hann vónar tað besta og roynir at hava fiskin gangandi, so leingi, hann sleppur.
? Tí má tað vera tað almenna, sum setir mark fyri, hvussu leingi ILA sjúkur fiskur í mesta lagi kann verða verandi í ringunum.
Men hann vísur eisini á, at tað hevur ikki verið lætt at avtaka laks í stórum nøgdum,tí ongin útgerð var til endamálið.
? Í dag er tann støðan heilt øðrvísi, serliga tí Salmon Proteins á Eiði nú kann taka ímóti avlívaðum og ella deyðum laksi og nú eru slíkar reglar komnar fyri, hvussu skjótt ILA sjúkur fiskur skal takast.
Nú skulu í mesta lagi ganga 14 dagar, frá tí at sjúka er staðfest í einum ringi, til hann skal vera úr sjónum, men í ávísum førum, kann tíðin longjast eitt sindur. Men tað verður helst so, at sjúkur fiskur kann undir ongum umstøðum vera longri enn tveir mánaðir ella tríggjar í sjónum.
ILA er ein sjúka, sum byrjaði at gera um seg í Noregi tíðliga í áttatiárunum og tey fyrstu árini gjørdi hon nógv um seg har.
Síðani hevur smittan rakt alingina í Skottlandi og Kanada hart. Sjúkan var fyrstu ferð staðfest í Føroyum í mars 2000.
? Normenn hava nú lært seg at liva við ILA, soleiðis at sjúkan í dag ger lutfalsliga lítlan skaða har.
? Hinvegin kunnu vit staðfesta, at skotar gjørdu tað, sum loysir seg best í longdini: Teir niðurbardu ILA við harðari hond. Varð ILA staðfest, varð alt dripið við brestin og
ILA hevur nú ikki víst seg aftur í Skotlandi.
Í Kanada koppsettu tey ímóti ILA. Har er ILA enn ein rættiliga stórur trupulleiki, tí teir hava enn ikki framt onnur neyðug tiltøk til at fáa tamarhald á smittuni.
? Tá ið sjúkan varð staðfest í Føroyum, var tað neyvan nakar ið væntaði, at tað fór at ganga so illa, sum tað gjørdi. Havbúnaðarfelagið heldur at tað eru nógv, sum bera sín part av skyldini fyri, at tað gekk, sum tað gekk.
? Vinnumálaráðið kundi havt borið seg skjótari at. Heilsufrøðisliga Starvsstovan kundi sett meira orku av til eftirlit og hvør einasti alari kundi havt gjørt fleiri ábøtur, sum minkaðu um ILA vandan. Samstundis kundi Løgtingið havt játta meiri pening til sjúkufyribyrging og bankarnir kundu verið varnari.
? Men tað eru ikki syndabukkar, vit skula leita eftir. Harafturímóti eiga allir partar at taka við læru, og framyvir royna at bera okkum rætt at, sigur Atli Gregersen.
Sjálvur heldur hann ikki, at vit skuldu farið so harðliga fram, sum skotar, tí tað hevði verið tað sama sum at koyrt alarar á húsagang, so hvørt, teir fingu ILA.
? Kortini mugu vit ásanna, at gjørdu vit sum skotar, vóru fleiri alarar farnir á heysin, men afturfyri høvdu vit framvegis helst havt eina alivinnu í Føroyum.
Sjálvur heldur hann, at føroyskir alarar hava ásannað, at tað verður neyðugt at fara harðliga fram, tá ið ILA tekur seg upp.

Ójavnt smolt
Hinvegin er Atli Gregersen samdur við Gottormi Djurhuus í smoltið hevur ikki verið nóg gott.
Gottormur Djurhuus var so avgjørdur at hann segði í Sosialinum herfyri, at vit hava ongantíð havt so mikið gott smolt, at tað var vert at seta út.
So avgjørdur er formaðurin í Havbúnaðarfelagnum ikki.
Men hann ásannar, at dygdin í smoltinum hevur verið ójøvn.
Hinvegin er hann ikki samdur í, at orsøkin er, at kynbótaarbeiðið hevur verið ov vánaligt.
? Kanningar hava víst, at føroyskur laksur hevur ikki havt verri vakstrareginleikar enn norski laksurin.
Hinvegin vaks smoltalingin rættiliga brádliga. Vit fóru eftir fáum árum frá fimm milliónum smolt, upp í 18-20 milliónir smolt og í hesum tíðarskeiðinum var dygdin ójøvn.
? Ein trupulleiki var, at vit hava so lítið feskt vatn, at vit noyddust at dúva upp á endurnýtslu og tað elvdi til nógvar trupulleikar sum gjørdi smoltið ógvuliga ójavnt í dygd.
Atli Gregersen sigur, at nú er støðan aftur nógv batnað. Smoltstøðirnar eru komnar yvir sínar barnasjúkur og nú er smoltalingin í Føroyum ímillum ta bestu í øllum heiminum. Alarar koma heilt úr Kili at kanna eftir, hvussu vit ala smolt í Føroyum so nú halda vit okkum duga ótrúliga væl at ala smolt.

Ov tætt ímillum fiskarnar
Hinvegin er tað eisini ein sannroynd, at vit hava havt alt ov nógvan fisk, bæði í hvørjum aliringi og í hvørjum aliøki.
? Tað er ein sannrond, at alt, sum verður trongt saman, verður sjúkt, tí mótstøðuførið versnar.
Atli Gregersen sigur var tað neyðugt at trongja saman, skuldu vit í øllum førum havt syrgt fyri at hildið tey ymsu ættarliðini av fiski burturfrá hvørjum øðrum.
? Men heldur ikki tað hepnaðist, tí tað vóru ov nógvir alarar til ov lítil øki.
Og tað er serliga hetta, at tað varð ov tætt ímillum fiskarnar, sum formaðurin í Havbúnaðarfelagnum heldur, er høvuðsorsøkina til, at vit vórðu so hart rakt av ILA, saman við tí, at smoltið ikki altíð varð so gott.
? Tað, at alingin vaks so brádliga, skapti nakrar trupulleikar, sum vit ikki høvdu tamarhald á, men sum vit vónandi hava lært av.

Laksaprísurin høvuðsorsøkin
Annars heldur Atli Gregersen, at vit eiga ikki at gloyma, at høvuðsorsøkin til, at alingin datt niðurfyri, er, at laksaprísurin fall so nógv.
? Tað er altso ikki bara í Føroyum at alifeløg eru farin á húsagang. Eisini í grannalondunum, Noregi, Skotlandi, Hetlandi og Írlandi er ein ørgrynna av alifeløgum farin av knóranum.
Men tað løgna er, at alingin í Noregi er ikki minkarð, hóast stór alifeløg sum Pan Fish, kollsigla.
Formaðurin í Havbúnaðarfelagnum sigur, at tað er tí at bankarnir Noregi reka feløg víðari, sum annars eru farin av knóranum í teirri vón, at teir einaferð aftur kunnu selja tað við vinningi.
? Hetta førir so aftur við sær, at alingin í Norra ikki tillagar seg til eftirspurningin á marknaðinum.
? Tí gongur illa at fáa laksaprísin uppaftur á eitt støði, sum ger at alarar vinna pening.
? At hesir bankar, á henda hátt, missa uppaftur meir, er lítil uggi hjá tí føroysku alivinnuni, sum bløðir út.
Hann sigur, at eginognin í norsku alivinnuni er í dag negativ við umleið 1,5 milliard.
? Tað er ongin loyna, at skal vanligt fíggingarlutfall aftur fáast í norsku alivinnuna, skal hon hava 7 milliardir krónur í nýggjum eginpeningi.
Føroya Havbúnaðarfelag vónar tískil, at royndirnar hjá skotskum og írskum alarum at fáa ES at seta avmarkingar mótvegis Noregi, fer at geva úrslit.
? Vit taka undir við hesum, hóast tað fer at føra við sær, at kvota eisini verður sett á føroyskan laksaútflutning til ES.
? Tað er tíverri ein sannroynd, at tað er neyðugt at útboðið av laksi á okkara leiðum verður stýrt. Og verða kvotur settar á okkaa útflutning til ES, verður útflutningurin farnu árini brúkt sum grundarlag og tað er væl hægri enn tað, sum vit fara at megna at útflyta aftur.

Ringt at spáa um framtíðini
Annars heldur Atli Gregersen at tað verður ringt at spáa um framtíðina hjá føroyskari aling.
Kortini sigur hann, at hesuferð sleppa vit undan nógvum av teimum trupulleikum, sum hava verið.
? Eitt nú siga nýggjar reglar, at eitt aliøkið skal leggjast stilt í nakrar mánaðir, táið laksurin er tikin og at ættarliðini skulu skiljast sundur.
? Tað merkir, at hvør alari má hava mist trý øki. Og tá ið tað bara eru 20-24 aliøki í Føroyum, verða tað í mesta lagi sjey-átta alarar í framtíðini.
Samstundis sleppa brunnbátar ikki longri at sigla ótarnaðir ímillum aliøkini, eins og nógv strangari reglar eru fyri blóðvatni o.s.fr.
?Vit hava fingið nýggjar reglar um sjúkufyribyrging, samstundis sum hugburðurin í vinnuni er nógv broyttur.
? Harafturat sleppa vit at koppseta ímóti ILA.
? Yvirhøvur eru nógv hol tætt og tí haldi eg, at hvat sjúku viðvíkur, verður alingin burðardygg.
Atli Gregersen sigur, at harafturat eru teir farnir at hava smoltini eldri, tá ið tey verða sett á sjógv og sostatt verður fiskurin nógv styttri í sjónum og tað minkar nógv um vandan fyri sjúku.
Hann sigur at smoltið, teir settu út í Gøtu í vár, vigaði 200 gramm, har tað vanliga hevur verið 50 gramm.
Og fellið hevur ikki verið meiri enn eini 2%.
Hann sigur, at tað, sum smoltið er dýrari, verður spart aftur á sjónum.
?Men tað sum nú verður heilt avgerandi fyri føroyska aling í framtíðini, er um prísurin hækkar so frægt, at tað ber til at vinna pening, so at nakar fær hug at seta pening í alivinnuna.
Sostatt skal laksaprísurin upp á einar 18-20 krónur fyri kilo, sigur Atli Gregersen.
Ein máti at fáa prísin upp, er at ES ásetur kvotu fyri norskan laks, sum er so lág, at prísurin kann fara uppaftur