inn og broytið ov nógv við at vevja uppskotið upp í ein vavgreyt, sum so ofta er hent. Í fyrr umtalaðu útvarpssending nevndi Jógvan Ósá hetta við tygnini í tingsalinum. Hann samanlíknaði við onnur ting rundan [...] »gede-marked« skal mann leita leingi eftir«, segði hann um Løgtingið. Og tá so Edmund Joensen í fjølmiðlunum (má skriva í fleirtal, tí hann sleppur framat allastaðni) nú grætur so sáran og kallar hetta fyri at [...] fyri Tobbi, og heldur ikki slapp Tobbi, v.fl., at sita og rópa upp móti røðarapallinum í tíð og ótíð. Hetta óskil í tingsalinum má tingformaðurin sum skjótast sláa hart niður á og um neyðugt tveita slíkar
eftir teimum, sigur Maiken Steinberg, samskipari av hesum partinum í skránni á norðoyastevnu. Hon starvast dagliga á Kunningarstovuni í Klaksvík, men hevur nú saman við øðrum góðum fólkum tikið stig til [...] Gregersen og Maiken sjálv. Tiltakið varir bert í ein góðan tíma ella so, og tí ræður um at skunda sær, um ein ætlar sær at síggja øll tey mongu húsdjórini sum finnast í Norðoyggjum. Harulop Klaksvíkingar hava [...] gamans og álvara. Ein dagin á heysti í fjør sótu hesir góðu heilarnir saman, tá Maiken brádliga hyggur eftir kalendaranum á vegginum. Um nakrar vikur var komið inn í november mánað. - Eg veit ikki, men
hetta møtumikla arbeiði. Tað sum ræður um í slíkum arbeiði er at fáa alt við, sum yvirhøvur kann lýsa málið. Eg fekk mær tí fyrst skjalainnlit í málsviðgerðina í forsætisráðnum. Teir brúktu eisini útklipp [...] øllum tí, sum er skrivað í føroyskum og donskum bløðum um fólkaatkvøðuna. Roynt er at fáa alt tilfarið við. Johan ber ótta fyri, at Andras Samuelsen fer at vera við skerdan lut í hesum savni. Men eg veit [...] kann halda so vera, og júst tí havi eg gjørt nógv burturúr at taka alt við har Andras er nevndur. Øll orðaskifti á løgtingi, har hann tekur lut, eru endurgivin. Tað hann segði í sambandi við at hann 6
inum.?Í fyrsta lagi hevur Landsstýriskvinnan ongan rætt at leggja seg út í upptøkuna av lesandi á Fróðskaparsetrinum. Tað eru útbúgvingarnar sjálvar, ið gera av upptøkuna av skikkaðum næmingum í mun til [...] lestrarstuðul á fíggjarlógini. Tá svaraði landsstýriskvinnan, at hendan rætt hevði hon.?Nú er so komið í ljós í Útvarpi Føroya, at hesi boð landsstýriskvinnurnar hava persónliga rakt 20 umsøkjarar til lærara- [...] mismunur móti fólki?Í øðrum lagi er hetta grovt brot á rættindini hjá skikkaðu umsøkjarunum, ið nú hava fingið krakk, og eyðsýndur mismunur, ið verður framdur:?- Hvussu ber tað til, at júst hesi, ið hava søkt
Hóast fáur hevði trúð tí, so eru tað stóru málini í valstríðnum, sum seta sín dám á samgonguskjalið. Málið hjá Fólkaflokkinum at seta í verk eina flatskattaskipan, og málið hjá Sambandsflokkinum at [...] og í tí er tað nátúrligt, at hann verjir tey ríku frá ovurskatting. Intentiónin er so, at tey ríku gera íløgur, sum skapa arbeiðspláss. Gamal konservativur politikkur, sum tó ikki er eyðsýndur í londum [...] trúð, at júst Jenis skuldi vera tann, sum sveik sínar veljarar mest við at verða garanturin fyri eini flatskattaskipan fyri tey ríku? Soleiðis stakk Jenis av Rana sínar egnu veljarar í ryggin.
samfelag, sum fólk trívast í og tíma at búgva í, segði borgarstjórin. Hann segði eisini, at hann egði dent á at vitja stovnar og arbeiðspláss fyri at hoyra tey, sum vit samskifta við í gerandisdegnum. - Skulu [...] íblástur«. Segði dómsnevndin í grundgeving síni at velja Heðin Mortensen til Ársins almenna leiðara 2011. - Tað æer mr ein stórur heiður at taka ímóti hesi innstillingini her í dag. Fyrst og fremst vil eg [...] i at fáa fólk við sær, men ikki eitt mál í sær sjálvum. Tora at taka møguleikan - Tað er neyðugt at hava eina visjón, men tað snýr seg eisini um at vera opin í gerandisdegnum, at síggja, at lurta og at
Eivør Pálsdóttir í samband við fólkatónleik, men á hesi útgávuni førkar hon seg meira inn á eina rockbreyt. Rocktónleikur er ikki ókendur fyri Eivør, tí hon var í fleiri ár sangari í Clickhaze, og nú er [...] meira krút í tónleikinum hjá Eivør. Hetta klæðir henni væl, og Eivør vinnur eisini í longdini, tá ið hon torir at broyta sítt úttrykk og leggja seg eftir tí, sum hon veruliga hevur hug at gera júst nú ? eisini [...] hesa sjangru. Ummælini í útlondum hava eisini verið góð. SIC spælir kompromisleysan, harðan rocktónleik, og tað gera teir betur, enn teir nakrantíð áður hava gjørt. Stórt trúvirði er í tónleikinum, tí tón
arv. Møguliga kann førleikamenning eisini hugsast inn í hetta arbeiðið. Ikki antin-ella Tað er ov nógv antin-ella tankagongd í vælferðarskipanum í dag. Vit síggja tað eisini, har summi royna at seta p [...] betri av at vera verandi heima heldur enn at skula á stovn, serliga í teimum førum, tá ov fá ella skiftandi starvsfólk eru um tey. Í løtuni arbeiðir nýggi landsstýrismaðurin Sólvit E. Nolsø við at endurskoða [...] ansingarsamsýning. Málið er, at avvarðandi kunnu ansa eldri og óhjálpnum heima, men í veruleikanum tykist skipanin í dag meira sum ein forðing. Trupult er at fáa ansingarsamsýning, fyrr enn tey eldru eru
men sambært roknskapinum fyri 2012 hevði felagið umleið 140 milliónir krónur í ”fríum reservum.” Júst fíggjarliga styrkin í felagnum kann hava týdning fyri politisku viðgerðina mikukvøldið. - Politiskt [...] sjálvandi, at felagið hevur minni at standa ímóti við. Og tað kann sjálvandi fáa týdning í tí løtu, felagið kemur í turbulens, staðfestir Magni Arge og nevnir fleiri dømi: - Tað veri seg av eini vanlukku [...] meira um tjóðartøkuna av Atlantsflog í Sosialinum. Blaðið kann keypast online við at TRÝSTA HER . Les eisini: Johan Dahl fær fullan stuðul frá løgtinginum Les eisini: Í dag verður Atlantsflog tjóðartikið
uppgerðunum, umframt at eitt ella tvey stig í uppgerðunum móti Stjørnuni kunnu hava sítt stóra orð at siga. Júst her skal Neistin eisini finna stigið, sum tær í løtuni eru aftan fyri VB og Tjaldur. Tey bæði [...] lagt stórt trýst á liðið. Málveitsla Í fleiri av taptu uppgerðunum hevur trupulleikin hjá VB verið, at tær hava skotið ov fá mál. Tað var nú ikki størsti trupulleikin í gjár. Heili 37 av slagnum gjørdist [...] Stjørnuni. Gaman í hevur Tjaldur ein dyst til góðar, og á pappírinum eigur hesin at geva liðnum tvey hampuliga trygg stig. Men hóast hetta, so er nú av álvara lagt upp til nøkur brak í innanhýsis uppgerðunum