»Viðkomandi hevur sýnt stórt virkisfýsni og áræði við fokus á trivnaðin hjá fólki. Hann hevur verið sjónligur sum leiðari hjá starvsfólki og borgarar. Hansara arbeiðssemi og tænastusinnaði hugburður átti at givið øðrum leiðarum íblástur«.
Segði dómsnevndin í grundgeving síni at velja Heðin Mortensen til Ársins almenna leiðara 2011.
- Tað æer mr ein stórur heiður at taka ímóti hesi innstillingini her í dag. Fyrst og fremst vil eg takka teimum ið hava hildið meg verdan til hendan heiður, og eisini vil eg takka dómsnevndini fyri teirra niðurstøðu, segði Heðin Mortensen.
Hann takkaði eisini teimum dugnaligu og heilhugaðu starvsfólkunum hjá Tórshavnar kommunu.
- Tey og teirra dygdir eiga sera stóran leiklut í hesum heiðrinum, segði Heðin Mortesen.
Hann segði, at hann ikki hevur sæð innstillingina og tí ikki veit hvat hevur gjørt hann verdan til henda heiður.
- Men vit vita, at søgan er full av stórmennum, sum eru mettir sum góðir leiðarar, tí teir dugdu so væl at fáa fólkið við sær. Men ofta megnaðu hesir ikki at røkka málunum, teir settu sær, og at røkka settum málum er høvuðsavbjóðingin hjá einum leiðara, segði Heðin Mortensen.
Hann segði, at tað er umráðandi og motiverandi at fáa fólk við sær, men ikki eitt mál í sær sjálvum.
Tora at taka møguleikan
- Tað er neyðugt at hava eina visjón, men tað snýr seg eisini um at vera opin í gerandisdegnum, at síggja, at lurta og at taka ímóti góðum ráðum frá teimum, sum hava vitanina og royndirnar, segði Heðin Mortensen.
Tí brúkar hann eisini nógva tíð at tosa við fólk fyri at fáa hilling á, hvat er gott fyri trivnaðin hjá borgarunum.
- Hetta fyri at skapa ein bý, eitt samfelag, sum fólk trívast í og tíma at búgva í, segði borgarstjórin.
Hann segði eisini, at hann egði dent á at vitja stovnar og arbeiðspláss fyri at hoyra tey, sum vit samskifta við í gerandisdegnum.
- Skulu vit flyta okkum ræður tað um ikki at stara okkum blind upp á forðingarnar, teimum vil tað altíð vera nokk av, og tí er eingin orsøk at brúka meira krút upp á tær, segði Heðin Mortensen.
Tað snýr seg hinvegin um at tora at taka møguleikan.
- At tora at ganga á odda, eisini í mótgangi. Sum politikari kann man bara gera tað við at leggja til brots og skapa forstáilsi fyri, hví tað er júst nú, at vit skulu taka hendan møguleikan, sdegði Heðin Mortensen.
Hann segði, at sum leiðari er tað av serstakliga stórum týdningi, at hava starvsfólkini við sær, at kunna líta á gteirra loyalitet of teirra fakleika.
- Tað, sum vit sum leiðarar skulu gera, er at vera trúgvir móti okkara sannføring og at tora at halda fast, tá á stendur, segði Heðin Mortensen, Ársins almenni leiðari 2011.