Hóast fáur hevði trúð tí, so eru tað stóru málini í valstríðnum, sum seta sín dám á samgonguskjalið. Málið hjá Fólkaflokkinum at seta í verk eina flatskattaskipan, og málið hjá Sambandsflokkinum at fara niður til Danmarkar at fáa feiri pengar úr ríkiskassanum at fíggja landskassahallið.
Í báðum førum er talan um mál, sum tyktust fullkomiliga høpisleys fyri valið. At Fólkaflokkurin spennir bogan høgt við flatskattinum er væl skilligt. Tað er eisini erligt nokk, tí Fólkaflokkurin er ein konservativur borgarligur flokkur, og í tí er tað nátúrligt, at hann verjir tey ríku frá ovurskatting. Intentiónin er so, at tey ríku gera íløgur, sum skapa arbeiðspláss. Gamal konservativur politikkur, sum tó ikki er eyðsýndur í londum, vit vanliga samanbera okkum við.
Málið hjá Sambandsflokkinum er enn sum áður at knýta okkum fastari at Danmark – hesaferð við at biðja um fleiri pengar. Men hetta er eisini »klárur« sambandspolitikkur – at danir skulu rinda tað undirskot, sum vit ikki megna sjálvi.
Men so eru tað hinir báðir. Sjálvstýrisflokkurin hevur bara enn einaferð fótað sær, sum hann plagar – og tað er líka mikið, hvussu selskapið er – bara hann sleppur at valdinum, so er tað ókey. Soleiðis plagar tað altíð at vera. At tað so hesaferð var tann heldur borgaligi vongurin hjá Kára P. Høgjgaard og nú eisini Jógvani Skorheim í Klaksvík, sum vann valið, ger tað heldur ikki minni sannlíkt, tí teir hóska helst betur til hesa samgongu, enn eitt nú Kári á Rógvi & Co.
Erligt spæl frá Fólkaflokki og Sambandsflokki, hóast hugsjónarligar mótsetningar. Men er tað nakar, sum hevur lumpað sínar veljarar, so er tað Miðflokkurin. Hvør skuldi trúð, at Jenis av Rana fór at vera størsti verji kapitalistanna, tann sum traðkar mest á tey á teimum niðastu rókunum? Og hvør skuldi trúð, at júst Jenis skuldi vera tann, sum sveik sínar veljarar mest við at verða garanturin fyri eini flatskattaskipan fyri tey ríku? Soleiðis stakk Jenis av Rana sínar egnu veljarar í ryggin. Hann verjir tey á teimum ovastu rókunum, har hann eisini situr sjálvur, meðan Karsten Hansen bumbar allar fullveldisdreymar mannaminni fram í tíðina við at abortera fullveldið.
Við slíkum monnum sum trygd fær man framt klokkukláran borgarligan kapitalistiskan politikk í verki – uttan at hava borgarligan meiriluta.
Hetta er politikkur...