Skal Edmund nú seta standardin?

Mátti smílast tá eg í síðstu viku hoyrdi Jógvan Ósá í eini útvarpssending.

»Makin til »gede-marked« skal mann leita leingi eftir«, segði hann um Løgtingið. Og tá so Edmund Joensen í fjølmiðlunum (má skriva í fleirtal, tí hann sleppur framat allastaðni) nú grætur so sáran og kallar hetta fyri at »halda Føroya fólk fyri spott«, tá kann eg ikki annað enn smílast eitt vet, men samstundis ilskast, tí um nakar hevur spottað okkara land og fólk, so er tað Edmund, fyrst við at trumfa vallógina ígjøgnum og síðani við sínum neiligu greinum og samrøðum síðani seinasta val.
Syndarligt, at so er blivið. Eg var annars ein av teimum, ið væntaði at eitt valdømi fór at hjálpa upp á »geda-markedið«, men tað er hinuvegin bara blivi verri. Nógv verri!
Tá tingformaðurin í einum av fyrstu úttalilsum sínum um málið, segði seg vilja venda aftur til gomlu skipanina, varð eg ógvuliga skeptiskur. Gamla skipanin var alt ov ójøvn og missvísandi, og kundi næstan líka illa brúkast sum hendan núverandi »geda-markeds«-lógin. Men hetta nýggja uppskotið, ið tveir av okkara fremstu skilamonnum á økinum hava orðað, er faktist genialt. Sum teir siga, so fáa vit tryggjað, at útjaðarin verður hoyrdur, at vanlig útjaðarafólk sleppa framat og hava ráð at føra valdyst, at flest allir sessirnir ikki enda hjá nøkrum ríkum fólkum í miðstaðarøkinum, sum klára at keypa størri og betri reklamur. Og við nýggja uppskotinum fáa vit álíkavæl eitt nøkulunda javnt býti av atkvøðum pr. løgtingsfólk.
Edmund Joensen kann takka sær sjálvum. Hann og líknandi »bakbítarar«, sum Jørgen Niclasen kallar teir, eru júst orsøkin til, at hetta má gerast sum skjótast. Tí, sum tingformaðurin segði, tá næsta valskeið er runnið fæst neyvan meiriluti fyri at broyta aftur, tí tá eru løgtingssessirnir helst longu miðsavnaðir. Og tá vendist ikki aftur.
Tí skal hetta verða ein innilig áheitanum á tingfólk um at taka væl ímóti uppskotinum og geva okkum eina nógv betri valskipan. Og, vælsignaði, farið nú ikki inn og broytið ov nógv við at vevja uppskotið upp í ein vavgreyt, sum so ofta er hent.
Í fyrr umtalaðu útvarpssending nevndi Jógvan Ósá hetta við tygnini í tingsalinum. Hann samanlíknaði við onnur ting rundan um okkum, at har slapp ein røðari ikki at kalla t.d. Torbjørn Jacobsen fyri Tobbi, og heldur ikki slapp Tobbi, v.fl., at sita og rópa upp móti røðarapallinum í tíð og ótíð.
Hetta óskil í tingsalinum má tingformaðurin sum skjótast sláa hart niður á og um neyðugt tveita slíkar ótangar út. Tí hvussu skula vit, ið hoyra slíkt, hava nakra respekt fyri tinginum? Tign byggir mann upp yvir langa tíð, frá tí hægsta og niðureftir, og tá Løgtingið er tað hægsta eigur tað sjálvandi eisini at virða seg sjálvt sum tað hægsta, sum ein fyrimynd nú einaferð eigur at gera.