Enn ein tøkk!

Enn einaferð má eg takka skyldmanninum Johan Petersen fyri at hann so ótroytttiligur heldur uppi minnið um tann stóra dagin í Føroya søgu, sum tann 14. september 1946 var.

Eg havi í mong ár saknað hollan kunnleika um tað sum tá hendi. Eg havi roynt at fingið løgtingið at játta pening til Føroya Landsbókasavn, so tað bar til hjá teimum at gera bløðini teldutøk. Tá kundu øll sitið við sína teldu og hugt eftir, hvat ið henda ríka samtíðarkelda til føroyska søgu, sum bløðini eru, kann siga okkum.
Men politisku flokkarnir á tingi vilja ikki játta ta lítlu upphædd, sum hevði gjørt hetta møguligt.
Tað ber ikki til hjá mær at gera øll bløð og allar aðrar keldur til Føroya søgu atgeingiligar.
Onkustaðni skal herjast á, og eins og Johan Petersen haldi eg at 14. september 1946 er ein dagur, sum hevur uppiborið at verða lýstur nærri.
Eg havi lisið nógv, sum skrivað er um henda dag, men havi í stóran mun saknað viðgerð av keldutilfarinum. Hetta kunnu bæði Johan og eg harmast um, men tað er ikki nóg mikið at grenja. Onkur má gera nakað við hetta, og tá tað ikki sá út til at Johan fór at gera eitt keldusavn, so fór eg sjálvur undir hetta møtumikla arbeiði.
Tað sum ræður um í slíkum arbeiði er at fáa alt við, sum yvirhøvur kann lýsa málið. Eg fekk mær tí fyrst skjalainnlit í málsviðgerðina í forsætisráðnum.
Teir brúktu eisini útklipp úr bløðum, og tá eg sá hetta fekk eg mær avrit av øllum tí, sum er skrivað í føroyskum og donskum bløðum um fólkaatkvøðuna.
Roynt er at fáa alt tilfarið við.
Johan ber ótta fyri, at Andras Samuelsen fer at vera við skerdan lut í hesum savni. Men eg veit jú, at onkur kann halda so vera, og júst tí havi eg gjørt nógv burturúr at taka alt við har Andras er nevndur. Øll orðaskifti á løgtingi, har hann tekur lut, eru endurgivin. Tað hann segði í sambandi við at hann 6. oktober 1930 var við til fyrstu ferð at samtykkja á tingi at halda fólkaatkvøðu um samband við Danmark, er við. Tey rósandi orðini, sum Hilbert sigur honum á fráfaringarsamkomuni í mars 1946; greinirnar, hann skrivaði um summarið 1946; tað at hann er røðari á fundi hjá heimamissiónini á Gøtueiði annan hvítusunnudag; hansara orð til donsku bløðini eftir fólkaatkvøðuna, tá hann ikki longur sigur seg umboða Sambandsflokkin, men ein spildurnýggjan flokk, sum eitur Samstarvsflokkurin! Alt hetta kann tann síggja, sum við ansni lesur keldusavnið.
Tað er eyðsæð, at einki keldusavn er fullkomið. Tað kann altíð koma meir afturat. Men tá bókin var komin upp um 800 síður, helt eg, at nú hevði eg fingið ta bókina, sum segði mær og allarhelst flestu øðrum nóg nógv um fólkaatkvøðuna, og at tey, sum hildu tørv vera á fleiri keldum, kundu taka yvir.
Tað gleðir meg, at Johan er fúsur til at taka upp hetta starv, og handi eg honum tí kyndilin, so hann kann bera hann fram móti nýggjum hæddum!