Atlantsflog viknar

- Politiskt er tað púra ókeypis at tjóðartaka Atlantsflog, tí felagið rindar sjálvt rokningina. Tað sigur Magni Arge, sum óttast at Atlantsflog viknar, samstundis sum politiski viljin fær sterkari tak á fyritøkuni

- Atlantsflog verður eitt veikari felag, samstundis sum politiski viljin fær sterkari tak á fyritøkuni. Umskipanin gevur í sær sjálvum hvørki bíligari ella betri ferðasamband, kanska tvørturímóti, sigur Magni Arge, sum heldur at politiska skipanin hevur frítt spæl, tí felagið rindar sjálvt fyri tjóðartøkuna.

 

Eitt notat frá grannskoðarafyritøkuni Januar staðfestir, at Atlantsflog eftir tjóðartøkuna reelt verður niðurkapitaliserað við 71 milliónum krónum. Tær 71 milliónirnar eru prísurin fyri privatu partabrøvini, sum felagið bjóðar sær til at keypa aftur fyri kurs-210.

 

Í notatinum verður mælt verður til, at felagið tekur 30 milliónir krónur úr kassanum  og lænir restina, tá privatu partaeigararnir skulu keypast út.

 

- Tá felagið sjálvt rindar 71 milliónir krónur fyri egin partabrøv, so viknar felagið tilsvarandi. Tað merkir sjálvandi, at felagið hevur minni at standa ímóti við. Og tað kann sjálvandi fáa týdning í tí løtu, felagið kemur í turbulens, staðfestir Magni Arge og nevnir fleiri dømi:

 

- Tað veri seg av eini vanlukku, einum øskuskýggi ella kapping frá einum stórum flogfelag, staðfestir Magni Arge og vísir á, at eisini hevur fíggjarliga styrkin týdning, tá felagið skal víðka um sítt virksemi.

 

Roknskapurin fyri 2013 er ikki liðugur enn, men sambært roknskapinum fyri 2012 hevði felagið umleið 140 milliónir krónur í ”fríum reservum.”

 

Júst fíggjarliga styrkin í felagnum kann hava týdning fyri politisku viðgerðina mikukvøldið.

 

- Politiskt er tað ókeypis. Felagið rindar sjálvt fyri tjóðartøkuna, og tí skulu politikarnir ikki út og finna pengarnar aðrastaðni, staðfestir Magni Arge.

 

Ferð eftir ferð verður víst á týdningin av at veita føroyingum bíligari ferðaseðlar. Eftirlýsingin er eisini á breddanum, nú Atlantsflog verður alment burturav. Fleiri eru av tí sannføring, at felagið eigur at miðsavna seg um farleiðina millum Føroyar og Danmark, sum skal gerast so bílig sum yvirhøvur tilber. Sum stjóri fyri Atlantsflog upplivdi Magni Arge áhaldandi kravið um bíligari ferðaseðlar.

 

- Umskipanin av eigaraviðurskiftunum fremur í sær sjálvum hvørki bíligari ella betri ferðasamband. Kanska tvørturímóti, tí felagið stendur nú búskaparliga veikari enn frammanundan, metir Magni Arge.

 

Fyrrverandi stjórin er grundleggjandi ósamdur við teimum, sum mæla til at trimma felagið til at halda fult fokus á bíligari ferðaseðlar á høvuðsfarleiðini millum Føroyar og Danmark.

 

- Tað er púra burturvið at billa fólki inn, at ferðslan og Atlantsflog koma best burtur úr at bakka aftur til bert at flúgva uppá Keypmannahavn, svarar Magni Arge avgjørdur.

 

Sambært fyrrverandi forstjóranum eru fleiri viðurskifti, sum tala beinleiðis ímóti hesi hugsan.

 

- Tá ert tú bundin at bert einari inntøkukeldu, tú útnyttar ikki marginala kapasitetin, tú missir ferðafólkainntøkur frá øðrum marknaðum og tú økir kostnaðin hjá teimum, sum ikki kunnu ferðast beinleiðis, sigur Magni Arge.

 

Les meira um tjóðartøkuna av Atlantsflog í Sosialinum. Blaðið kann keypast online við at TRÝSTA HER.


Les eisini: Johan Dahl fær fullan stuðul frá løgtinginum

Les eisini: Í dag verður Atlantsflog tjóðartikið