Landsstýriskvinnan fremur brot á rættindi og heimildir hjá lesandi og útbúgvingarstovnum?

??Undirritaði spurdi undir løgmansrøðuviðgerðini fyri viku síðani, Helenu Dam á Neystabø, henda spurning: Um hon helt seg vera á lógligari grund, tá Mentamálaráðið hevur givið Fróðskaparsetrinum boð um ikki at taka skikkaðar umsøkjarar inn.

Hetta hóast útbúgvingarnar hava bæði pláss og undirvísingartímar, men landsstýriskvinnan sigur seg ikki hava nóg mikið av peningi til lestrarstuðul á fíggjarlógini. Tá svaraði landsstýriskvinnan, at hendan rætt hevði hon.?Nú er so komið í ljós í Útvarpi Føroya, at hesi boð landsstýriskvinnurnar hava persónliga rakt 20 umsøkjarar til lærara- og pedagogútbúgvingina á Fróðskaparsetrinum.?Men eg meti, at landsstýriskvinnan fer greitt út um sínar heimildir og skyldur - bæði mótvegis einstøku umsøkjarunum, og mótvegis fakliga rættinum og óheftninum hjá Fróðskaparsetrinum.?Í fyrsta lagi hevur Landsstýriskvinnan ongan rætt at leggja seg út í upptøkuna av lesandi á Fróðskaparsetrinum. Tað eru útbúgvingarnar sjálvar, ið gera av upptøkuna av skikkaðum næmingum í mun til játtan og lærarakreftir. Og her er ongin farin út um játtan. ?At landsstýriskvinnan ikki hevur mett rætt um játtanina til lestrarstuðul, er hennara egni kleyvarskapur. Tí tað hevur verið kent síðani seinastu fíggjarlóg, hvussu nógv pláss og næmingatal kann rúmast á Fróðskaparsetrinum við tillutaðu játtanini. ?Tað kunnu ongantíð vera útbúgvingarstovnarnir og umsøkjararnir, ið skulu fáa ábyrgdina av, hvussu stuðulssjáttanin er umsitin og rikin.?Útbúgvingarpláss og lestrarstudningur eru hvør sín skipan, ið als ikki kunnu blandast saman.?
Grovur mismunur móti fólki?Í øðrum lagi er hetta grovt brot á rættindini hjá skikkaðu umsøkjarunum, ið nú hava fingið krakk, og eyðsýndur mismunur, ið verður framdur:?- Hvussu ber tað til, at júst hesi, ið hava søkt á pedagog- og læraraútbúgvingina ikki hava møguleikan, tí studningur skal vanta? ?- Hví eru tey vald út og frá millum øll onnur, ið eisini hava søkt á Fróðskaparsetrið ella til at lesa uttan fyri Norðurlond? ?- Er talan um, at landsstýriskvinnan nú situr og pilkar ávís fólk frá, ið ikki skulu sleppa at lesa, hóast pláss er og tey eru skikkað??- Hevur landsstýriskvinnan givið øðrum av útbúgvingunum somu boð, men tey hava mett boðini verið ólóglig??Til tess at lýsa, hvussu álvarslig og skeiv atferðin hjá landsstýriskvinnuni er, kunnu vit taka eitt dømi: ?Stuðulsstovnurin letur studning til hægri lestur uttan fyri Norðurlond. Um nú knappliga 200 føroyingar fleiri søkja í Skotlandi, Fraklandi, Týsklandi ella Japan - og tey sleppa inn, tí tey eru væl skikkað. Kundi landsstýriskvinnan tá bara ringt til Universitetini uttanlands og biðið tey latið vera at tikið hesar føroysku næmingar inn, tí hon hevur ikki nóg stóra játtan til lestrarstudning??- Ella kundi hon bara givið Fróðskaparsetrinum ella Sjómansskúlunum boð um at venda skikkaðum umsøkjarunum í hurðini, tí nøkur onnur vóru farin avstað við studninginum??Tjóðveldi fer at tryggja, at hetta mál verður fylgt upp í løgtinginum og lýst til fulnar. Her skal vera lóg, landaskil, rættartrygd og verja móti mismunarviðferð. Hóast vit hava eitt landsstýri, ið ikki sær út til at skilja, hvat tey virðini merkja.