kappingini, er bert landskappingin eftir at hugsa um, og málið hjá TB, sum flutti upp í fjør, er at fáa fótafesti í bestu deildini aftur. Besti háttur at fáa tað er at vinna sínar heimadystir, og tann fyrsti [...] havt eina fipurspreinging at dragast við, men tað er hann komin yvir, og sostatt kunnu vágbingar stilla við sterkasta liði. Tað kann TB eisini. Spælararnir á Tvøroyri ásanna, at dysturin móti VB hevur stóran [...] steypakapping, har teir taptu allar seks dystirnar í sínum bólki. Men tað forðaði teimum kortini ikki í at vinna dystin móti VB 3-2. Tað hava teir tosað nógv um í Vági seinastu dagarnar, tí teir vilja sjálvandi
Havn seg fastan. Hann fekk um róðri og kom ikki úr stað. Hetta gjørdi at dómarin avgjørdi at skjóta róðurin av og tað vísti seg at verða skilagóð avgerð. Tá avgerðin varð tikin lógu tríggir bátar í oddinum [...] trupulleiki at halda seg innan fyri markið. Eisini 6-mannaførini við kvinnum hava býtt seg í tríggjar bólkar. Jarnbardur, Hvessingur og Gongurólvur eru sera javnir í oddinum. Ikki sær út til at nakað er givið [...] um hvør teirra skuldi verða fremstur. Men eins og á Norðoyastevnu, so vístu kvinnurnar á Jarnbardi, at tær eiga ein megnar endaspurt og hann gav teimum sigurin á Skálafjarðarstevnuni. Eittans kort var givið
har íbúgvarnir og foreldrini at børnunum, sum ganga í vøggustovuni og barnagarðinum í Býlingshúsinum, gera ábøtur, umvælingar, rudda og fríðka um økið. Hetta er 10. árið, at skipað verður hesum tiltaki [...] nýggjan sand, og annað mangt. Vit fingu hugskotið til rennistrongin eftir at hava verið á legu á Selatrað. Børnunum dámar sera væl at royna seg í rennistronginum, sigur Ása Egholm, leiðari í Býlingshúsinum [...] verður væl eftir ikki at fylla barnagarðin við ov nógvum til børnini. Vit vilja hava eitt opið spælipláss, har børnini sjálv kunnu gera av, hvat tey vilja spæla. Men vit royna at gera eitt sindur hvørt
javnstøðunevndirnar hildu um vikuskiftið, at tað gongur seint og er strævið at koma ígjøgnum við javnstøðumálum. Tey fáa ikki høga raðfesting og neyðugt er alla tíðina at fylgja við og dagføra lógir og kunngerðir [...] kunngerðir. Hetta verður ikki broytt, fyrr enn menn skilja, at javnstøða eisini fer at geva teimum eitt betri lív. Tí javnstøðumál er ikki ein kvinnusak, men ein samfelagsuppgáva. Í javnstøðuráðnum sita 11 [...] politisku flokkunum. Jessie Kleeman heldur ikki tað vera skilagott, at flokspolitikarar sita í ráðnum, tí javnstøðumálið verður tá bundið at teirri flokspolitisku skránni.
við at leitað. Seinnapartin leygardagin segði vakthavandi á Vaktar- og Bjargingartænastuni, at Tjaldrið og Nim fara at halda fram við leitingini eina tíð enn, serliga fram við landið, men av tí at tað [...] fiskakassar eru eisini funnir, men tað er ikki møguligt at siga, um teir stava frá Sjóborgini, tí tað eru fleiri skip, sum brúka hesar kassar, og tí at teir eru ikki merktir við skipanavni. Leitingin steðgaði [...] seinnapartin hósdagin. Tá vóru teir staddir umleið tríggjar fjórðingar úr Mýlingi á veg inn á Toftir at leggja veiðina upp. Teir ætlaðu sær inn í Eiðisflógvan og suður gjøgnum Sundalagið, og skuldu eftir
01.20 fekk løgreglan boð um, at nakrir rútar vóru knústir á Húsabrúgv. Løgreglan fór á staðið, men har var eingin. Málið er skrivað niður, men løgreglan hevur eingi spor at ganga eftir. Klokkan 09.50 l [...] 10.35, fekk løgreglan boð um, at ótangar høvdu gjørt seg inn á ein bil, sum stóð á Boðanesvegnum. Báðir síðurútarnir vóru knústir. Seinni sunnudagin fekk løgreglan boð um, at rútar vóru brotnir aðrastaðni [...] ikki einasta lógarbrot hansara. Tí umframt at koyra ávirkaður, var hann bert 16 ára gamal, og harafturat hevði hann stolið bilin. Hesin maðurin kemur heilt vist at frætta aftur frá ákæruvaldinum.
føroyngar - Eitt av endamálinum við hesi ferðini var jú, at hesi fólk úr Skotlandi skuldu fáa høvi at hitta fólk í føroysku ferðavinnuni, sum vit meta at hava sera stóran týdning, sigur Heri Niclasen, og vísir [...] Skotlandi, og hava nú føroysk feløg møguleika at smíða sínar ferðir til Skotlands, sigur Heri Niclasen. Arcade Travel Og ikki bert verður møguleiki hjá føroyingum at fara til Skotlands nú, tí samstarv er eisini [...] skjótari hjá føroyingum at koma til sólgyltu strendurnar enn um farið varð um flogvøllin í Kastrup. Ferðin Vágar-Glasgow tekur góðan tíma, og tað verður helst eisini nakað bíligari at flúgva hendavegin og
aldri kollfirðingur, men vit á bygd hava illgruna av, at kollfirðingarnir gerast havnarmenn. Hvussu teir koma at síggja út í komandi tíðum, er ilt at siga. Tað má verða okkurt galið við kollfirðingum, hóast [...] Kollfirðingar hava verið kollfirðingar næstan síðani landnámið, deiligir - órakaðir eins og rakaðir og ikki at tala um kvinnurnar - bæði tær vonu og tekkiligu eins og tær hyldligu, klønu og smidligu. Nú skal henda [...] og fara tey til Havnar, reisist Martinius gamli aftur av grøv. Tað verður ikki við mýkindum hann fer at reika um ímillum Hoydalsá og Sandá, sum ein vampyrur kemur hesin áður so ediligi kollfirðingur og setur
fáa silvur. Vit vistu, at Gotland fór at gera nógv við tað, men tær vístu seg ikki at vera so sterkar kortini. Vit vóru eitt sindur bangin eftir 1-3 tapið móti Álandi, tá tað ikki riggaði so væl, men vit [...] Tað vísir seg, at tað var tann eini spælarin, vit skuldu steðga, og tað eydnaðist. Mínir spælarar fingu fríar teymar við servunum, og tað vóru tær skørpu servurnar, sum forðaðu Álandi í at brúka sína miðju [...] afturat, at hesin dysturin og hálvfinalan móti Saaremaa líktust rættiliga nógv. Tit vunnu 3-0 á Saaremaa og nú 3-0 á Álandi. Heilt erligt, hevði tú so roknað við tí tá tú fór úr Føroyum? - Vit vónaðu at fáa
ikki er víst, at raðfylgjan, har Aldubáran luttekur annað hvørt ár, kemur at halda. Men longu nú er fastlagt, at komandi ár verður tað Aldubáran, ið verður at hoyra. Hetta er 10. ferð, at Føroysk tónskøld [...] hesum sambandi, so er, sum vant, eisini várkonsert, sum Føroysk Tónaskøld skipa fyri. Hetta er 10. ár, at hesi bæði tiltøk eru í Listaskálanum. Bil- og fuglaljóð Umleið annað hvørt ár ár er tað bólkurin Aldubáran [...] bandi billjóð frá Trianglen á Eysturbrúgv. Afturat hesum leikti hann tónleik. Fyrireikararnir siga, at hóast hetta kann tykjast "harður kostur" hjá føroysku konsertfjøldini, so eydnaðist væl. Møguliga verður