Einaferð var tað ein kollfirðingur?

Einaferð vóru tað 900 kollfirðingar, sum vóru bygdamenn?

Kollfirðingar hava verið kollfirðingar næstan síðani landnámið, deiligir - órakaðir eins og rakaðir og ikki at tala um kvinnurnar - bæði tær vonu og tekkiligu eins og tær hyldligu, klønu og smidligu. Nú skal henda fjøld gerast havnarfólk. Hvat verður burtur úr slíkar ást? Leivur verður aldri kollfirðingur, men vit á bygd hava illgruna av, at kollfirðingarnir gerast havnarmenn. Hvussu teir koma at síggja út í komandi tíðum, er ilt at siga. Tað má verða okkurt galið við kollfirðingum, hóast tað ikki er so galið í Kollafirði. Tey somu ílegur (gen) sum vóru í Martinusar kroppi, sveima ymsastaðni millum Kjalnes og Mannafelsdal, og fara tey til Havnar, reisist Martinius gamli aftur av grøv. Tað verður ikki við mýkindum hann fer at reika um ímillum Hoydalsá og Sandá, sum ein vampyrur kemur hesin áður so ediligi kollfirðingur og setur sínar vampyrtenn í tað soltna havnarkjøtið, skammløstar tað til ræðslu og áminning um, at ein kollfirðingur er ein kollfirðingur og ikki ein havnarkollfirðingur. Læt hann fáa frið!

Nú skal alt vera stórt. Risabingo, stór konsert, langur leygardagur, størsta tiltak nakrantíð, stór kórstevna, stór ítróttarstevna? og nú: Stórkommunan - Havnin! Alt skal verða stórt í hesum pinkulítla risalandi? og so skulu vit øll liva av hýsumurtinum? eisini havnarkollfirðingurin. Onkuntíð var tað so, at tað sum var lítið, kundi gerast stórt. Kollfirðingarnir hava altíð átt eitt hiðurspláss í bygdahjørtunum, hóast teir vóru fáir, hevur tað verið høgt til lofta og vítt til veggja hjá teimum í okkara hjørtum. Nú tømist her, og einki eiga vit at seta ístaðin. Tað var ein tíð, hvar loyniorðið í politikki var: Bygdamenning. Hvar bleiv hetta herrópið av? Nú missa vit Kollafjørð og kollfirðingar, sum verða etnir upp av the Big borther? o, hvilket mørke! Stórt skal tað verða, tað er tann nýggja menningin! - »Eg moyni tað!« Ja, einaferð var tað ein kollfirðingur?

Vit á bygd harmast hesar gongd, annars takka vit kollfirðingunum, fyri ta tíð teir hava verið kollfirðingar!


Heilsan

Frits Johannesen,

Fuglafjørður