Ein øðrvísi várkonsert

Hóast kavin enn liggur oman móti bøgørðunum, so er árliga várframsýningin opin og í samband við sýningina, so var eisini árliga várkonsertin sunnudagin.

Rættiliga fitt av fólki hevði leitað sær í Listaskálan sunnudagin. Har er í løtuni várframsýning og í hesum sambandi, so er, sum vant, eisini várkonsert, sum Føroysk Tónaskøld skipa fyri. Hetta er 10. ár, at hesi bæði tiltøk eru í Listaskálanum.


Bil- og fuglaljóð

Umleið annað hvørt ár ár er tað bólkurin Aldubáran, ið stendur fyri tónleikaframførsluni á várkonsertini. Í ár vóru tað føroysk tónaskøld, ið hevdu sett tómleik saman, og sum spældu.

Á skránni vóru verk eftir Kritian Blak, Paula í Sandagerði, Stamen Stantchev og ein instrumental útseting hjá Paula í Sandagerði av tónleiki hjá Hanusi Johansen.

Men hetta var ein nakað øðrvísi konsert, enn fólk eru von við. Og hesum stóðu Kristian Blak og Pauli í Sandagerði fyri. Teir framførdu verk, har ein partur frammanundan var festur á band. Tónleikur varð so lagdur afturat.

Kristian Blak hevði fuglaljóð á bandi. Lomviga og drunnhvíta. Í hesum sambandi hevði listakvinnan Astrid Andreassen prýtt hátalaran hjá Kristiani, vo hann líktist fugli. Sera hóskandi, so hevur eisini Tróndur Patursson eitt verk, glasfuglar, á sýningini.

Hjá Paula í Sandagerði var annað tema á skránni

Pauli í Sandagerði hevði á bandi billjóð frá Trianglen á Eysturbrúgv. Afturat hesum leikti hann tónleik.

Fyrireikararnir siga, at hóast hetta kann tykjast "harður kostur" hjá føroysku konsertfjøldini, so eydnaðist væl. Møguliga verður slík konsert roynd aftur seinni.


Aldubáran

Í ár 2000, fyrsta sunnudag í mars, verður aftur møguleiki at hoyra Aldubáruna. Tá spælir Bólkurin á várkonsertini. Vanliga eru tað eisini tá føroysk tónaskøld, ið skriva tónleik til bólkin.

Limirnir í bólkinum búgva ikki allir í Føroyum, so ikki er víst, at raðfylgjan, har Aldubáran luttekur annað hvørt ár, kemur at halda. Men longu nú er fastlagt, at komandi ár verður tað Aldubáran, ið verður at hoyra.

Hetta er 10. ferð, at Føroysk tónskøld og lestafólk skipa fyri várframsýning og konsert. Og hóast sermerktu skránna í ár, so tóktust stóri lurtarafjøldin sera væl nøgd, halda fyrireikararnir.