Fyrsti dysturin í 1. deild hjá monnum í ár er eisini ein av teimum tættastu á árinum. Tað er suðuroyaruppgerðin millum TB og VB, sum verður á Sevmýri í kvøld.
Tað stendur altíð nógv upp á spæl, tá hesi liðini hittast, og dysturin í kvøld verður einki undantak.
Í fjør var bert eitt suðuroyarlið í 1. deild. Tað var VB, sum hevði eitt gott kappingarár og staðfesti sína støðu sum sterkasta lið í Suðuroynni. Men í ár bjóða bæði TB og Sumba vágbingum av um fótbóltstrónuna í oynni.
Um hesa tíðina fyri tveimum árum síðani, tá landskappingin 1996 byrjaði, hittust TB og VB á Tvøroyri, eisini í fyrsta umfari av kappingini. TB hevði tá havt eina sera vánaliga steypakapping, har teir taptu allar seks dystirnar í sínum bólki. Men tað forðaði teimum kortini ikki í at vinna dystin móti VB 3-2.
Tað hava teir tosað nógv um í Vági seinastu dagarnar, tí teir vilja sjálvandi ikki hava eina endurtøku av tí dystinum.
Bæði liðini hava alt fólkið til reiðar til stóra slagið um Suðuroynna. Eyðun Jacobsen hjá VB hevur havt eina fipurspreinging at dragast við, men tað er hann komin yvir, og sostatt kunnu vágbingar stilla við sterkasta liði.
Tað kann TB eisini. Spælararnir á Tvøroyri ásanna, at dysturin móti VB hevur stóran týdning. Hetta er fyrsti dystur í landskappingini, og tað er altíð umráðandi at koma væl frá byrjan. Næsti dystur í landskappingini hjá TB verður í Havn móti HB.
Allir teir 18 menninir í 1. liðshópinum hjá TB eru klárir. Eftir vónbrotið í steypakappingini, har TB endaði sum vánaligasti tríari og sostatt ikki slapp víðari í kappingini, er bert landskappingin eftir at hugsa um, og málið hjá TB, sum flutti upp í fjør, er at fáa fótafesti í bestu deildini aftur. Besti háttur at fáa tað er at vinna sínar heimadystir, og tann fyrsti verður altso í kvøld móti VB.