Arbeiði og hugni á Norðasta Horni

Nógv kom av skafti á árliga arbeiðs- og hugnadegnum á Norðasta Horni, - børnini í Býlingshúsinum fingu rennistrong, og ábøtur og umvælingar vórðu gjørdar í øllum økinum.

Leygardagin 20. juni var árligi ruddingardagurin í Býlingshúsinum á Norðasta Horni. Eigarafelagið á Norðasta Horni og Býlingshúsið skipa fyri tiltakinum í felag. Dagurin er ein arbeiðs- og hugnadagurin, har íbúgvarnir og foreldrini at børnunum, sum ganga í vøggustovuni og barnagarðinum í Býlingshúsinum, gera ábøtur, umvælingar, rudda og fríðka um økið.

Hetta er 10. árið, at skipað verður hesum tiltaki. Fyrstu árini var luttøkan ógvuliga stór, um 150 fólk. Undirtøkan hesi seinnu árini hevur verið minkandi og hendan dagin í juni vóru um 50-60 fólk.

Byrjað var kl. 9 á morgni við morgunmati. Síðani varð farið í gongd við at arbeiða. Rennistrongur varð gjørdur, eitt útiferðarstað til vøggustovubørnini somuleiðis, benkur og borð vórðu sett upp, reiggja til tey smærru børnini, økið varð hampað, ruddað og lúkað, sandkassin fekk nýggjan sand, og annað mangt.

­ Vit fingu hugskotið til rennistrongin eftir at hava verið á legu á Selatrað. Børnunum dámar sera væl at royna seg í rennistronginum, sigur Ása Egholm, leiðari í Býlingshúsinum á Norðasta Horni.

Á døgverða vórðu pylsur grillaðar og aftaná varð skipað fyri skattajakt runt í øllum økinum. Seinni seinnapartin, tá ið allar uppgávurnar vóru gjørdar, var fótbóltur á skránni ­ millum allar aldursbólkur, gentur og dreingir, konur og menn. Sekkjarenning, togtogan var eisini og um kvøldið var dansur.

­ Ein slíkur dagur er bæði arbeiði og hugni, nógv síggja fram til hann og hann samansjóðar heilt avgjørt okkum øll. Býlingshúsið er miðdepiin í býlinginum og verður nógv brúkt. Tey børnini, ið gingu her tey fyrstu árini, húsið var opið, vitja eisini aftur og tað er deiligt at síggja, sigur Ása Egholm.

Býlingshúsið, sum hevur 57 vøggustovu- og barnagarðsbørn, ræður yvir einum stórum øki og børn síggjast spæla á fótbóltsvøllinum niðanfyri húsini allan dagin. Ansað verður væl eftir ikki at fylla barnagarðin við ov nógvum til børnini.

­ Vit vilja hava eitt opið spælipláss, har børnini sjálv kunnu gera av, hvat tey vilja spæla. Men vit royna at gera eitt sindur hvørt ár á ruddingardegnum, mest ábøtur og umvælingar, men kortini altíð okkurt nýtt, sigur Ása Egholm.