Ríkisumboðnum í Havn, men síðani hevur hon ferðast kring landið. - Vit settu okkum í samband við nakrar kommunur og spurdu, um tey vóru áhugað í at fáa bókina og fleiri tóku av. Eg síggi eisini, at í øllum støðunum [...] støðunum, sum bókin hevur verið, eru fólk komin og hava skrivað eina heilsan, sigur hon. Tað er ymiskt, hvussu nógv fólk skriva. Onkur hevur bara skrivað navn sítt í bókina, meðan onnur hava skrivað longri [...] prinsinum, sála. - Fólk hava í fleiri førum eisini vent sær til okkara og greitt frá, hvussu væl teimum hevur dámað Heindrik, prins. Nógv siga, at tey halda, at hansa lyndi hevur passað væl til føroyska fólkið
Hon hevur á síni tónleikaleið, skapað sær eitt univers fult av litum og nærum gandakendum úttrykki. Hon hevur eina ljósa rødd og skapar fangandi løg, ið á ein serligan hátt ljóða international. Hon hevur [...] lag hennara Spotlight var við í tilnevningunum á FMA 2023, so sigast má, at hetta er ein dugnaligur tónleikari, ið megnar at fanga fólki. Ester er í gongd við at geva út eina EP, har løgini fara at líkjast [...] 2024, soleiðis at vit kunnu vera millum tey fyrstu at hoyra hesa fantastisku songkvinnu. Vit vænta eina rúnarbundna áhoyrarafjøld tá Ester fer á pall, og gleða okkum til hesa løtuna 29. juni.
Hoyvíkar kirkja Úti í durinum í nýggju Hoyvíkar kirkju mikudagin hittu vit stjóran í fyritøkuni, sum hevur bygt Hoyvíkar kirkju – heilt úr moldini og upp til himmals, um vit so kunnu siga. Øll eru samd [...] kirkjan í Hoyvík er eitt meistaraverk. Er tað soleiðis, at tit hava følt tykkum at arbeitt á einum øðrum ”plani”, nú tit hava bygt eina kirkju – ella hevur nakað serligt verið yvir hesum arbeiði í mun til [...] aftrat. 16 tons av tekju Á tíðindafundinum lýsti stjórin í Articon til stuttleikar, hvat tað í rúmmetrum, fermetrum og tonsum hevur merkt at fremja eina slíka verkætlan. - Eftir at sjálvur grundarsteinurin
nýggj kjarnorkuverk í 2012. Verur á Mars Amerikanska rúmdarumsitingin NASA sigur, at eitt rannsóknarfar hevur funnið tekin um, at smáar verur hava verið á Mars eina ferð í tíðini. NASA sigur, at [...] arnir ætla at seta eina rannsóknarstøð upp á Mars í 2009, og tá fer tað ætlandi at bera til at fáa neyvari upplýsingar um tær smáu verurnar. Pápin er 14 Í Svøríki hevur ein 32 ára gomul kvinna [...] Putin leggur saman Í Russlandi hevur Vladimir Putin, forseti, gjørt av at samskipa allar stovnar og fyritøkur, sum arbeiða innan kjarnorku. Á tann hátt ætlar forsetin at skipa eina risastóra og sterka
nevniliga bara at innstilla Símun Arge í starvið. -At tú hevur eina setanarnevnd, sum umboðar ráðið og sum roynir at fáa eina breidd í, soleiðis at tú fær eina kvalifiseraða, sakliga og vælundirbygda [...] talan um eina slíka, so hoyrir tað ongastaðni heima men hetta er so ein hypotetiskur spurningur í løtuni, tí eg havi ikki fingið tilfarið í málinum enn. Løgmaður leggur aftrat, at er talan um eina politiska [...] fyri ikki at seta tann persónin í starv, sum ein samd setanarnevnd annars hevur innstillað. Løgmaður er ikki heilt ókendur við hetta málið heldur. Landsstýriskvinnan hevur nevniliga spurt seg fyri á løg
tey hava at vera við í slíkari verkætlan. Og so er tað eisini projektið um eina fótbóltshøll í Sundalagnum. Hetta varð lagt fyri aðalfundin hjá FSF tíðliga í ár, men síðani hetta hevur millum lítið og einki [...] høllin ikki at bera stórt meira enn milliónina í lánibyrðu. Tí kundi tað í stóran mun bent á, at talan í hesum umfarinum bert verður um tí einu fótbóltshøllina í landinum, og tá er so einki at siga til, um [...] slept ætlanini um eina høll her á staðnum. Og teir meta seg hava fleiri fyrimunir, um talan skal verða um kapping við eina høll á Lambareiði. Ikki minst, tí talan her verður um eina høll í fullari stødd.
Seinni skal Sámal Petur í Grund svara teimum. Kristian Magnussen sigur, at tað varð hann, sum setti Høgna Joensen í starvið og tí hevur hann áhuga í málinum. Hann hevur eisini áhuga í, at Almanna- og heil [...] løgtingsmaður. Síðani tað kom fram, at Sámal Petur í Grund koyrdi aðalstjóran, Høgna Joensen, úr starvi, hevur Kristian Magnussen reist málið í tinginum. Hann hevur sett landsstýrismanninum nakrar spurningar um [...] ikin politiskur. Sjálvstýrisflokkurin hevur umsitið stýrið í trý ár nú og eftir mínum tykki hevur flokkurin gjørt tað til eitt ótrygt arbeiðspláss. Eitt nú hevur tað tiltikna pensjónsmálið uttan iva kroyst
gjørt úti í feløgunum, sum hevur uppalt eina veruliga elitumentan, sum sjáldan er sædd áður. Og í øllum førum yvir ein so breiðan hóp. Vit hava í dag eina rúgvu av svimjarum, sum ikki leggja petti í, hvat [...] nevndur í 9 av 10 førum. Sum landsliðsvenjari í seks ár hevur hann kanska betri enn nakar sæð, hvørji tøk skuldu takast í hyljunum kring landið. Og sum venjari í Fuglafirði hevur hann bygt eina eins sterka [...] heiðursmerkini vórðu vunnin í ’89 varð hetta rópt fyri eitt kvantum-lop fyri føroyska svimjing, men tað gekk striltið við at halda fast um gongdina ta ferðina. Í ’91 vóru vit væl við, og í ’93 gekst eisini heilt
ella reyðhærd/ur, hevur blá eygu og eina bleika og ljóssarta húð. Um tú hevur verið sólbrend/ur fleiri ferðir ella nýtur solarium, so ert tú eisini í størri vanda. Sosialurin fæst í blaðbúðum kring [...] hesum slag gjørt eina sokallaða »abcde reglugerð«, har tú kanst nýta ymiskar hættir til at halda eyga við støðuni hjá tínum móðurmerkjum. Í Vikuskiftis Sosialinum, sum millum annað hevur samrøðu við Elisabeth [...] hevjar seg upp um húðina ella hevur eina ójavna flatu, eigur tú at fara til læknan. V – Vandabólkur Tú ert í størri vanda fyri at útviklað krabba í húðini, um tú hevur nógv móðurmerki, ert ljóshærd/ur
maðurin vísir á, at landið hevur goldið ein stóran part av Skopunar havn, og at tá tað hevur staðið á, eitt nú at grót er komið í innsiglingina, so er tað landið, sum hevur goldið milliónir fyri at fáa [...] Tað segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, við Kringvarpið á middegi. Málið snýr seg um tað, at Skopunar kommuna hevur sent Strandferðslunu eina rokning fyri havnargjald fyri Hasfjord, sum [...] heldur tað vera sjálvsagt, at Skopunar kommuna tekur hækkingina í havnargjaldinum aftur. – Strandferðslan hevur skuldu til, um tey fáa eina eykaútreiðslu, at gera okkurt. Og tá handan óskiljandi eykarokningin