Fótbóltshøll
Tað kom helst óvart á fleiri, tá vit í seinastu fríggjadagsútgávu okkara staðfestu, at tað eru ítøkiligar ætlanir um eina fótbóltshøll á Lambareði. Ein høll, sum ætlandi skal fíggjast av millum øðrum HatTrick-grunninum hjá UEFA.
Formaðurin í Fótbóltssambandinum segði í farnu viku, at enn hevði FSF als ikki tikið støðu til, hvussu umsitingin av stóra pottinum frá UEFA skuldi fyriskipast. Heldur ikki vildi hann tosa um, hvørt tað vildi verið rætt at nýtt allan peningin til eina høll, ella um talan møguliga bleiv um at spjaða upphæddina, soleiðis at Fótbóltssambandið kanska kundi viðvirka til at fleiri hallir vórðu bygdar, tó at luttøkan hjá FSF í hvørjari einstakari høll tá hevði verið minni.
Verður helst kapprenning
Um ætlanina á Lambareiði varð annast staðfest, at kostnaðurin av slíkari høll væntandi kom at liggja um 15 mió kr. Verður havt í huga, at samlaði føroyski parturin av HatTrick-grunninum væntandi verður um 12 mió kr., so er helst skjótt at staðfesta, at skal lánsbyrðan hjá høllini ikki verða alt ov stór, so røkkur peningurin neyvan til meira enn eina einstaka fótbóltshøll.
Sum dømi um hetta kann Gundadalshøllin í Havn nevnast. Her verðut at kalla hvør tann einasti tímin nýttur, men hóast hetta, so megnaði høllin ikki at bera stórt meira enn milliónina í lánibyrðu.
Tí kundi tað í stóran mun bent á, at talan í hesum umfarinum bert verður um tí einu fótbóltshøllina í landinum, og tá er so einki at siga til, um ein ávís kapprenning og eitt ávíst lobby-arbeiði í løtuni fer fram millum teirra, sum vilja sleppa framat við eini slíkari høll.
Umframt høllina á Lambareiði, so nevndu vit í fríggjadagsblaðnum, at høvuðsstaðarfeløgini hava heitt á Býráðið í Havn um at hyggja at, hvørjar møguleikar tey hava at vera við í slíkari verkætlan.
Og so er tað eisini projektið um eina fótbóltshøll í Sundalagnum. Hetta varð lagt fyri aðalfundin hjá FSF tíðliga í ár, men síðani hetta hevur millum lítið og einki verið at hoyrt til verkætlanina.
Men hetta merkir á ongan hátt, at sundalagsmenn hava slept ætlanini um eina høll her á staðnum. Og teir meta seg hava fleiri fyrimunir, um talan skal verða um kapping við eina høll á Lambareiði. Ikki minst, tí talan her verður um eina høll í fullari stødd. Altso við einum vølli á 105X68 metrar, har minsta hæddin til loftið er 12 metrar. Ætlaðu áskoðaraplássini verða sambært uppskotinum 2.000 í tali.
Ikki kommunalt projekt
Okkum eydnaðist ikki at fáa orðið á formannin hjá Kommunufelagsskapinum í Sundalagnum, Niels Andreas Mortensen, sum er burturstaddur í løtuni. Men skrivarin hjá felagsskapinum, Jens Dalsgaard, sigur, at tey framvegis meta hetta sum eina loysn, sum kundi verið sera áhugaverd.
- Talan verður tó ikki um, at tað verða kommunurnar her, sum fara at reka eina slíka høll. Tað haldi eg ikki, er rætti formurin í hesum. Talan kundi hinvegin um t.d. ein sjálvsognarstovn, har Fótbóltssambandið eisini inngekk, soleiðis at talan veruliga varð um eina høll fyri alt landið.Kommununar partur her á staðnum kundi so møguliga verið at latið lendið, men tað er so ein spurningur, sum ikki er viðgjørdur enn, tí talan hevur sum so ikki verið um nakrar konkretar ætlanir.
- Tað, sum Kommunufelagsskapurin fyrst og fremst vildi vísa á, var bara, at her var ein góður møguleiki, um ein høll skuldi gerast soleiðis, at flest møgulig fáa gagn av henni, sigur Jens Dalsgaard.
Prísurin er ikki forðingin
Eitt av argumentunum, sum Mathias Davidsen førdi fram vegna teirra ætlan um høll á Lambareiði, var kostnaðurin. Hann førdi fram, at hendan høllin fyrst og fremst var ætlað sum venjingarhøll, og at hon tí ikki var projekterað í fullari stødd til ein fótbóltsvøll. Hetta tí ein høll í fullari stødd vildi gerast alt ov kostnaðarmikil. Bæði sum íloga og í rakstri.
Men sambært projektinum hjá felagskommununum í Sundalagnum, so heldur hetta argumentið ikki. Her er samlaði kostnaðruin mettur til 15,7 mió kr., og tá er meirvirðisgjaldið íroknað. Hetta var annars ikki tikið við í teimum 15 mió kr., sum høllin á Lambareiði ætlandi skal kosta. Ein av orsøkunum til, at kostnaðurin kann haldast á somikið lágum støði, er, at høllin verður bygd upp ímóti einum lítlum hamara, og at hesin tí virkar sum síða á høllini niðaneftir.
Heldur ikki er roknað við hita og øðrum til høllina. Talan skal snøgt sagt vera um ein yvirdekkaðan leikvøll, har neyðugir fasilitetir til skifting og annað eru íroknaðir.
Fleiri fyrimunir
Í aðrar mátar metir Kommunufelagsskapurin, at teirra høll hevur fleiri fyrimunir fram um onnur støð. Ikki minst, tá møgulig plasering av høllini skal fastleggjast. Serliga verður víst á, at atkomuviðurskiftini til Sundalagið eru somikið góð, og at høllin landafrøðiliga kemur at liggja ógvuliga sentralt.
Tá norðoyatunnilin veðrur veruleiki, eru í mesta lagi 35 minuttir at koyra til høllina úr stórum parti av landinum. Undantøkini eru Sandoyggin og Suðuroyggin.
Hartil verður staðfest í útgivna bóklinginum, at vegakervið sum heild er sera væl egnað her á leiðini. Við á tekningini er eisini parkeringsøki, har einir 600 bilar eftir ætlan kunnu rúmast, og tí verður roknað við, at sleppast kann undan teimum trafikk-proppum, sum ofta fyrikoma við størri tiltøk, og sum tað eisini fyri stuttum hevur víst á í lesarabrøvum í bløðunum.
Hvussu er og ikki, so er hetta enn ein møguleiki, sum Fótbóltssambandið helst skal taka støðu til. Enn er so ikki viðgjørt, hvussu tær 12 milliónirnar frá UEFA skulu nýtast, men greitt er so í øllum førum, at fleiri hugskot eru um, hvussu hetta kann gerast.