Politisk starvssetan verður ikki góðtikin

-Er talan um eina politiska starvssetan, hvat eg í løtuni eri farin at kanna, so kann tað í ringasta føri enda við, at landsstýrismaður verður koyrdur frá sigur løgmaður

Starssetan



Anfinn Kallsberg, løgmaður sigur í eini viðmerking til málið um setan av landsantikvari, at tá landsstýrisfólk ikki fylgja starvssetanarpolitikkinum, sum er tann almenni politikkurin hjá landsstýrinum, so skal man hava sera góðar grundgevingar fyri ikki at seta tann persónin í starv, sum ein samd setanarnevnd annars hevur innstillað.

Løgmaður er ikki heilt ókendur við hetta málið heldur. Landsstýriskvinnan hevur nevniliga spurt seg fyri á løgmansskrivstovuni, hvat man ger, tá man ikki er samd í eini einmæltari innstilling og í hvønn mun man kann kalla partarnar í málinum til samrøðu eftir at teir hava verið til samrøðu hjá setanarnevndini.

Løgmaður metir, at tá hetta verður gjørt, so víkir man eisini heilt frá setanarpolitikkinum hjá landsstýrinum.

-Eg havi í míni tíð sum løgmaður ongantíð verið úti fyri slíkum áður, og tí ætli eg mær eisini at viðgera hetta málið til botns.

Løgmaður tók málið upp í síni egnu fyrisiting týsmorgunin við tí fyri eygað at fáa eina frágreiðing um málið frá mentamálaráðnum og landsstýriskvinnuni.

Løgmaður sigur, at hann sjálvandi fer at síggja til, at tann vegleiðandi starvsfólka- og setanarpolitikkurin, sum man hevur roynt at fingið uppá at staðið, verður fylgdur.

-Men um hann ikki er fylgdur hvat hendir so?

-Nú skal man ansa eftir ikki at gera nakrar niðurstøður í skundi, men verður hetta ikki tikið upp á hægsta stað nú beinanvegin, so er tað líkamikið at hava nakran sum helst politikk á hesum økinum.

Løgmaður er kunnaður um, at ein samd setanarnevnd í tveimum førum er komin til somu niðurstøðu, nevniliga bara at innstilla Símun Arge í starvið.

-At tú hevur eina setanarnevnd, sum umboðar ráðið og sum roynir at fáa eina breidd í, soleiðis at tú fær eina kvalifiseraða, sakliga og vælundirbygda innstilling til landsstýrismannin er nettupp fyri at tryggja, at tað eru tey fakligu tingini, sum eru uppá pláss. Og tað er fyri at sleppa undan nøkrum sum helst iva um, at tað er ein politisk starvssetan.

Løgmaður vísir á, at tann almenni starvsfólkapolitikkurin er staðfestur á óformligum landsstýrisfundum, og hann er latin øllum aðalstjórum og øllum landsstýrismonnum. Teir vita tí, hvat er avtalað.

?Tað, sum er okkara høvuðsmál, er, at hesin politikkurin verður implementeraður niður gjøgnum alla skipanina, at hann verður brúktur við tí fyri eygað at fáa eins saksviðgerð, fáa skipaðar reglur, soleiðis at ongin ivi skal vera. Og er tað so, at ein setanarbólkur - og sum tann einasti eg veit um - hevur gjørt tvær innstillingar, so er málið sera álvarsligt. Og hevur landsstýrismaðurin eftirfylgjandi kallað teir somu inn til eitt triðja umfar, tá er tað farið so langt út um tað, sum er vanligur setanarpolitikkur ? og tí mugu liggja nøkur heilt serliga góð argument, skal tað góðtakast.

Tá landsstýriskvinnan velur ikki at taka við hesi innstilling, so skal hon hava eina sera góða argumentatión fyri at koma til eina aðra niðurstøðu, ja tað skulu nakrar sera tungtvigandi orsøkir til, at man totalt saðlar um í málinum, og tað er heldur ikki rætt at gera tað.

Løgmaður sigur annars , at tað er ikki ólógligt at síggja burtur frá setanarpolitikkinum, tí tað er ikki nøkur lóg, sum sigur, at tú skal fylgja honum. ?Men hinvegin vil eg siga, at tað at man hevur roynt at skapt ein starvsfólkapolitikk, er fyri at hava greiðar reglur á økinum. Og hevur tú greiðar reglur á økinum men kortini ikki fylgir teimum, so hevur man nakrar álvarsligar trupulleikar. Tá starv verður sett skal man syrgja fyri, at tað ikki verða sett spurnartekin um kvalifikatiónir kontra politikk.

Politisk starvssetan verður ikki góðtikin
-Um tað vísir seg at vera eitt mál, sum hevur eina politiska slagsíðu, hvat fer tú so at gera?

-Ein politisk starvssetan kann als ikki góðtakast.

-Men vísa tínar kanningar, at tað er ikki farið rætt fram, og mannagongdin er í stríð við almenna setanarpolitikkin, hvat kunnu so avleiðingarnar verða av tí?

-Vit mugu syrgja fyri, at vit ikki undirgrava eina óvilduga starvssetan, sum gongur uppá kvalitetskrøv og kvalifikatiónir í sambandi við eitt leyst starv. Um tað vísir seg at liggja politikkur aftanfyri, so kann tað avgjørt ikki góðtakast. Ein politisk starvssetan, sum gongur ímóti einum fakligum tilmæli er ikki nøkur lítil sak. Er talan um eina slíka, so hoyrir tað ongastaðni heima men hetta er so ein hypotetiskur spurningur í løtuni, tí eg havi ikki fingið tilfarið í málinum enn.

Løgmaður leggur aftrat, at er talan um eina politiska starvssetan, so fær hon ta niðurstøðu, sum ein slík dispositión hevur og tað kann í ringasta føri enda við uppsøgn av landsstýrismanni.

Løgmaður sigur seg annars ikki vita, hvat tað eru fyri metingar, sum setanarbólkurin hevur brúkt, og tær má hann síggja, áðrenn hann kann fyritaka sær nakað í málinum.

Anfinn Kallsberg váttar, at málið hevur tikið nógv longri tíð enn tað átti og hevur hann eisini rykt eftir tí fleiri ferðir.

Løgmaður sigur seg annars ikki kenna teir persónarnar, sum hava søkt. ?Eg havi ikki nakran førleika til at kenna teir. Eg hevðI annars ikki torað at átikið mær at havt ein fund við fólk av hasum slagnum við akademiskari útbúgving og skula sett meg sum fakligan metara av, hvør var best egnaður.

-Hevur mentanarmálaráðharrin tann førleikan?

-Tað veit eg ikki. Men tað hevði eg ikki hildið í hvussu er.

-Er avgerðin hjá landsstýrismanninum ikki ein tilsíðusetan av sínum egnum embætisfólkum, sum annars dagliga skulu vera við til at stuðla uppundir grundarlagið og trúvirðið hjá einum landsstýrismanni?

-Eg haldi, at her er okkurt alvorliga galið.