16 tons av kopari á kirkjutekjuni í Hoyvík

- Tað er langt ímillum, at kirkjur verða bygdar í Føroyum, og eg vil siga, at tað hevur verið meira hátíðarligt og tignarligt hjá monnum at gingið inni í eini kirkju og arbeitt, enn tað er at ganga inni í einum goymslubygningi. Vit vita, at hetta er ein bygningur, sum er nakað serligt – ein varði í nútíðini og fyri eftirtíðina. Tí hevur byggingin verið nakað serligt, og okkara fólk hava lagt sálina í hesa verkætlan, sigur stjórin í Articon, Jón Danielsen

Hoyvíkar kirkja

 

Úti í durinum í nýggju Hoyvíkar kirkju mikudagin hittu vit stjóran í fyritøkuni, sum hevur bygt Hoyvíkar kirkju – heilt úr moldini og upp til himmals, um vit so kunnu siga.

Øll eru samd um, at kirkjan í Hoyvík er eitt meistaraverk.

Er tað soleiðis, at tit hava følt tykkum at arbeitt á einum øðrum ”plani”, nú tit hava bygt eina kirkju – ella hevur nakað serligt verið yvir hesum arbeiði í mun til øðrum arbeiðum, tit gera?

- Jú, tað noyðist eg at ásanna. Hetta hevur verið meira hátíðarligt og tignarligt. Tað er stórur munur á at byggja eina kirkju – og so at byggja ein tilvildarligan goymslubygning. Vit vita, at tað verður nógv fokus sett á ein kirkjubygning, og tí hava okkara fólk gjørt sær serliga stóran ómak við hesum. Eg vil siga, at tað liggur líkasum ein sál í øllum tí, sum er gjørt.

Jón sigur, at tað hevur verið ein stór og áhugaverd uppgáva og avbjóðing at byggja eina kirkju.

- Men vit høvdu einki havt ímóti, at roynt hetta aftur, um høvið beyðst.

Hann vísir á, at Hoyvíkar kirkja er eitt føroyskt handverk.

- Vit hava verið eini 20-30 mans, tá ið vit hava verið flestir og talið av arbeiðstímum, sum er farið til kirkjuna, liggur millum 50.000 og 60.000, sigur stjórin í Articon.

 

Við stoltleika

Á samkomuni mikudagin, tá ið Jón Danielsen formelt handaði Jákupi Símun Simonsen lyklarnar til kirkjuna, segði stjórin í byggifyritøkuni, at tað er við sorgblídni, gleði og ikki sørt av stoltleika, at felagið nú hevur handað kirkjuráðnum og bygginevndini lyklarnar.

- Jú, hetta er fyri okkum ein merkisdagur, nú nýggja kirkjan, sum vit í felag hava skapt, stendur liðug. At hetta er eitt felagsavrik, ber kirkjan boð um, bæði tá ið ræður um tað byggilistarliga, handverkið og ikki minst, tá hugsað verður um verkætlanartilgongdina í síni heild.

Jón vísti á, at slík avrik verða ikki framd í sjálvdrátti, men bert við góðum samstarvi millum allar partar, og soleiðis hevur tað eisini verið við hesi verkætlan.

- Við samstarvi, siðiligheit, nærlagni og ídni frá øllum pørtum, hava vit við okkara starvsfólki saman við byggiharra, byggileiðara, arkitektum, ráðgevarum, okkara undirarbeiðstakarum og teirra arbeiðsfólki nátt at kalla øllum teimum málsetningum, sum vit fyri umleið tveimum árum síðan settu okkum fyri.

 

Beinrakin orð

Hann segði, at tað er í slíkum samstarvi, at hvør einstakur kann gera so ómetaliga stóran mun, og í hesum sambandi endurgav hann nøkur orð, sum ein danskur vinnulívsmaður einaferð skal hava sagt: ”Den der har evnen, har pligten...”.

- Beinrakin orð, sum siga okkum, at vit hvør í sínum lagi – við evnum frá skaparans hond – hava eina skyldu til at koma við okkara íkasti til tað, sum vit nú einaferð eru í holt við.

Jón segði, at undir allari byggingini hava øll, sum knýtt hava verið at hesi verkætlan, givið sítt íkast.

- Tí skulu tit øll – høg sum lág – hava stóra tøkk fyri hetta. Uttan íkast frá øllum pørtum hevði verið tungt at nátt málinum, legði hann aftrat.

 

16 tons av tekju

Á tíðindafundinum lýsti stjórin í Articon til stuttleikar, hvat tað í rúmmetrum, fermetrum og tonsum hevur merkt at fremja eina slíka verkætlan.

- Eftir at sjálvur grundarsteinurin til kirkjuna varð lagdur 20. juli 2005, fóru vit undir útgrevsturin 5. september sama ár. Sjálvt betongarbeiði byrjaði fyrst í desember 2005 og varð liðugt í august 2006. Síðan varð arbeitt upp á yvirtromina í september, og 20. oktober 2006 stóð Hoyvíkar kirkja reist.

Jón vísti á, at byggifyritøkan hevur grivið og flutt umleið 6000-7000 rúmmetrar av tilfari í sambandi við útgrevstur og planering. Teir hava forskallað og stoypt umleið 900 rúmmetrar av betongi og hava brúkt umleið 65 tons av stáli.

- Vit hava sett upp umleið 850 fermetrar av Gustavs-panelum, og á tekjuna eru løgd umleið 16 tons av kopari, segði hann fyri at nevna nøkur av arbeiðunum, sum eru partur av verkætlanini.

 

Hevur gingið væl

Jón segði, at Articon hevur staðið fyri jørð-, kloakk-, betong-, lendis-, timbur-og múraraarbeiðnum, og stálarbeiði hevur byggifyritøkan gjørt í samstarvi við Morsø-Stålbyg.

- Maria Poulsen hevur gjørt HVS-arbeiði, LM-Electric el-arbeiðið, Magni Jacobsen hevur málað, og Litaval hevur staðið fyri gólváleggingini í kjallaranum.

Stjórin ásannaði enn einaferð, at byggingin av Hoyvíkar kirkju hevur verið rættiliga krevjandi, og tí hevur hon ikki minst verið mennandi fyri øll, sum hava verið við í verkætlanini.

- Arbeiðið hevur gingið væl, og kirkjan varð handað kirkjuráðnum 14. september 2007. Síðan hava ymiskt uttanduraarbeiði verið gjørd liðug, samstundis sum bríkar, altar og prædikustólur eru sett inn í kirkjuna, eins og klokkudekk og klokka eru sett upp í torninum, segði hann.

 

Okkara kirkja!

Stjórin Articon helt fyri, at Hoyvíkar kirkja er ein varði, sum bæði núlivandi og okkara eftirkomarar kunnu frøast um.

- Ja, eg kann av sonnum siga, at vit eru blivin góð við kirkjuna, tí hetta er okkara kirkja, sum hann tók til.

Hann duldi ikki fyri, at frøin var stór, tá hansara byggifyritøka 3. mai í 2005 vann kappingina um at byggja kirkjuna, og tá ið hann hendan dag kundi siga sínum arbeiðsfólki, at felagið nú skuldi undir at byggja eina kirkju.

- Hesa uppgávu tóku vit á okkum uttan himpr, og eg má siga, at øll, sum hava verið við í hesi serstøku verkætlan, hava víst, at dugur er í.

Við løtuna í Hoyvíkar kirkju mikudagin nýtti Jón høvi at takka øllum – verkætlanarleiðara, formonnum, arbeiðsmonnum, maskinførarum, handverkarum og lærlingum fyri hetta meistaraverk, sum lagt er úr hondum.

Hann nýtti eisini høvi at takka arkitektum, undirveitarum og ráðgevum fyri avbera gott og gevandi samstarv undir byggingini.

- Tykkara partur hevur heldur ikki ligið eftir. Tað sæst á øllum tí, sum vit í dag síggja uttan um okkum, helt hann fyri.

 

Vagnur úrmælingur

Stjórin í Articon hevði eina serliga tøkk at bera Vagni Nielsen, byggileiðara, á samkomuni.

- Eg vil takka tær fyri tín fyrimyndarliga hátt at leiða byggingina. Vit fingu frá fyrsta degi stórt álit á tær. Tú hevur við tíni framferð ikki bert skapt álit um tín persón, men ikki minst skapt álit millum partarnar, sum hava staðið saman um verkætlanina.

Jón helt, at bygginevndin fyri Hoyvíkar kirkju hevur havt ein úrmæling við Vagni, sum siðiligur og neyvur og ikki minst so avgjørdur hevur borið boðskapin millum partarnar – á ein slíkan hátt, at ongum nýttist at ivast í, hvat hann vildi.

- Hetta er júst tað, sum skal til, um byggingin skal eydnast til fulnar, legði hann aftrat.

At enda takkaði stjórin í Articon kirkjuráði, bygginevnd, stiftsstjórn og annars øllum, sum hava varða av byggingini, fyri fyrimyndarliga gott samstarv.

- Tykkara eldhugi og ikki minst tann stóri áhugi, sum tit undir allari byggingini hava víst, hevur so avgjørt verið byggingini og okkum øllum til íblástur og gagns, segði Jón Danielsen.