Seinastu vikurnar hava fólk havt høvi at skriva eina samkenslukvøðu til kongshúsið, og sambært ríkisumboðnum eru tey mong, sum hava nýtt høvið.
- Eg vil meta at okkurt um 150 fólk hava skrivað í bókina, sigur Lene Moyell Johansen, ríkisumboð.
Kondolansubókin lá fyrst frammi hjá Ríkisumboðnum í Havn, men síðani hevur hon ferðast kring landið.
- Vit settu okkum í samband við nakrar kommunur og spurdu, um tey vóru áhugað í at fáa bókina og fleiri tóku av. Eg síggi eisini, at í øllum støðunum, sum bókin hevur verið, eru fólk komin og hava skrivað eina heilsan, sigur hon.
Tað er ymiskt, hvussu nógv fólk skriva. Onkur hevur bara skrivað navn sítt í bókina, meðan onnur hava skrivað longri heilsanir og millum annað greitt frá teirra minnum av prinsinum, sála.
- Fólk hava í fleiri førum eisini vent sær til okkara og greitt frá, hvussu væl teimum hevur dámað Heindrik, prins. Nógv siga, at tey halda, at hansa lyndi hevur passað væl til føroyska fólkið, sigur Lene Moyell Johansen.
Onkrir skúlaflokkar hava eisini nýtt høvi at senda eina heilsan og hava teknað nakrar tekningar, sum nú verða sendar til Kongshúsið saman við kondolansubókini.











