Fullkomiliga órímuligt av Skopunar kommunu

– Tað er fullkomiliga órímuligt av Skopunar kommunu at hækka havnargjaldið fyri Hasfjord afturfyri, at landsstýrið hevur syrgt fyri betri sambandi og betri tænastu til Sandoynna við at keypa Hasfjord.

Tað segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, við Kringvarpið á middegi.

Málið snýr seg um tað, at Skopunar kommuna hevur sent Strandferðslunu eina rokning fyri havnargjald fyri Hasfjord, sum røkir farmasigling um Skopunarfjørð. Úrslitið av tí er, at Strandferðslan hevur hækkað prísin fyri farmaflutning um Skopunarfjørð. Tá hóvaði ikki Gerhardi Lognberg, borgarstjóra, sum heldur, at Strandferðslan eigur at fara til Løgtingið at biðja um pengarnar fyri havnargjaldið.

Men landsstýrismaðurin heldur tað vera sjálvsagt, at Skopunar kommuna tekur hækkingina í havnargjaldinum aftur.

– Strandferðslan hevur skuldu til, um tey fáa eina eykaútreiðslu, at gera okkurt. Og tá handan óskiljandi eykarokningin kemur, so kann Strandferðslan ikki bara sita og hyggja. Hon má antin hækka prísirnar ella taka Hasfjord úr aftur sigling, sigur Jørgen Niclasen við Kringvarpið.

– Eg haldi, at hetta er órímuligt. Hendan samgongan hevur keypt eitt eyka skip fyri at betra tænastuna til sandoyingar. Allir føroyingar betala allan raksturin. Og afturfyri, so velur Skopunar kommuna bara at senda eina eykarokning – so aftur fyri at fáa eina tænastu frá øllum føroyingum, so senda teir bara ein rokning til allar føroyingar.

– Og tað er simpulthen órímuligt, segði Jørgen Niclasen avgjørdur við kringvarpið á middegi.

Landsstýrismaðurin vísir á, at landið hevur goldið ein stóran part av Skopunar havn, og at tá tað hevur staðið á, eitt nú at grót er komið í innsiglingina, so er tað landið, sum hevur goldið milliónir fyri at fáa tað uppaftur.

– Hendan rokningin frá Skopunar kommunu til skattgjaldararnar var ikki rímuligt, tí mátti Strandferðdlan hækka prísin

– Eg vænti ikki, at tað verður neyðugt hjá mær at gera nakað, tí eg taki sum givið, at Skopunar kommuna rættar feilin og tekur hasa rokningina aftur, segði Jørgen Niclasen við útvarpið hjá Kringvarpinum.