Uppsøgn
?Mín meting er, at tað er ikki Høgni Joensen, sum hevur verið trupulleikin í Almanna- og Heilsumálastýrinum. Eg haldi, at høvuðstrupulleikin er politiskur. Og tað er sjálvstýrisflokkurin, sum hevur gjørt Stýrið til eitt ótrygt arbeiðspláss.
Tað sigur Kristian Magnussen, løgtingsmaður.
Síðani tað kom fram, at Sámal Petur í Grund koyrdi aðalstjóran, Høgna Joensen, úr starvi, hevur Kristian Magnussen reist málið í tinginum.
Hann hevur sett landsstýrismanninum nakrar spurningar um viðurskiftini hjá aðalstjóranum og um orsøkirnar til hann skal úr starvinum. Seinni skal Sámal Petur í Grund svara teimum.
Kristian Magnussen sigur, at tað varð hann, sum setti Høgna Joensen í starvið og tí hevur hann áhuga í málinum. Hann hevur eisini áhuga í, at Almanna- og heilsumálastýrið virkar eftir ætlan.
Hann vísir á, at uppsagnargrundin er ógvuliga flótandi og lítið ítøkilig.
?Høgni Joensen verður sagdur upp, tí hann hevur ikki teir neyðugu, persónligu eginleikarnar til at røkja starvið.
?Sjálvur hevur Høgni Joensen fingið 14 dagar til at svara hesum fyrispurningum. Men tað er ómøguligt at svara uppá eina slíka, óítøkiliga atfinning. So óítøkiligum atfinngingum kann ongin verja seg fyri. Tí er Høgni Joensen komin í eina ómøguliga støðu, heldur Kristian Magnussen.
Hann vísir eisini á, at tá ið Høgni Joensen varð settur, var sjálvsagt eisini mett um hansara persónligu eginleikar og tá mettu somu fólk í umsitingini, at hann hevði júst teir røttu eginleikarnar til at røkja starvið.
?Spurningurin er tí, hvat er hent síðani, sum ger, at hann ikki hevur teir røttu eginleikarnir longur.
Politisk orsøk
Kristian Magnussen heldur at tað er neyvan Høgni Joensen, sum er tann stóri trupulleikin í Almanna- og heilsustýrinum.
?Heldur er høvuðstrupulleikin politiskur. Sjálvstýrisflokkurin hevur umsitið stýrið í trý ár nú og eftir mínum tykki hevur flokkurin gjørt tað til eitt ótrygt arbeiðspláss. Eitt nú hevur tað tiltikna pensjónsmálið uttan iva kroyst starvsfólkið illa.
?Eg haldi tí, at tað er ovboðið, at ein nýggjur landsstýrismaður boðar frá, at nú skal stýrið endavendast og at tað hevur hann fingið fríar hendur til frá løgmanni og hinum landsstýrisfólkunum,
? Spurningurin er eisini, hvat tey trý, sum hava skrivað undir umsóknina, kenna til viðurskiftini, tey trý eru Løgmaður, løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir og Sámal Petur í Grund, sum er nýtilnevndir landsstýrismaður.
Kristian Magnussen heldur tí, at hetta eisini er ein spurningur um rættartrygd.
?Og tað er eitt álvarsmál, tí øll hava krav uppá eina rættartrygd. Og tað kann heldur ikki vera meiningin, at fólk kunnu verða søgd úr starvi, uttan at haldgóðar grundir eru fyri tí, sigur Kristian Magnussen, sum tískil kundi hugsa sær at fingið at vita, um nøkur haldgóð uppsagnargrund er.










