Mygind greiddi frá, at hann hevur gjørt umleið 1.500 sjónvarpssendingar, men at Kan Du Danse? var stuttligasta sendingin, ið hann nakrantíð hevði verið vertur á. - Hetta er fyrstu ferð, at eg arbeiddi saman [...] sindur, eisini at skula arbeiða saman við einum heilt óroyndum verti, men tað hevur riggað ótrúliga væl, og Anne Katrine er eitt satt stjørnuskot, segði fryntligi verturin. Hann greiddi frá, at hóast hann
teirra kann hava borið við eitt stórt ferðamannaflogfar, uttan at teir varnaðust vandan. Men myndugleikarnir eru ikki í iva. -Vit hava staðfest, at tey bæði flogførini stoyttu saman, sigur ovastin fyri sivilu [...] sleppa livandi frá einum samanstoyti uppi í luftini, og eg dugi heldur ikki at skilja, hvussu flogførini kundu bera saman, uttan at okkara flogskiparar varnaðust vandan, sigur amerikanski tíðindamaðurin Joe [...] sivilu flogferðsluni í Brasil, Denise Abreu. Tað var fríggjadagin, at tey bæði flogførini sambært myndugleikunum bóru saman uppi yvir Amazonas-skóginum. Tað stóra Boeing 737-flogfarið datt niður beinanvegin
ár síðani, at brøðurnir báðir góðu út eina andaligu fløgu, sum skuldi stuðla arbeiðinum hjá Frelsunarherinum. Árni og Marnar Andreasen siga, ætlanin við fyrru fløguni eydnaðist sera væl, og at teir nú eru [...] eru spentir upp á at vita, hvussu nýggja fløgan verður móttikin. Tað eru Eyðfinn Thomsen og Árni Andreasen sum hava staðið fyri arbeiðinum av at fáa fløguna út, meðan Garagan við Jóannes Jakobsen hevur [...] Fløgan er tó sermerkt á tann hátt, at allir tekstirnir eru skrivaðir av hvalbinginum Jákup Paula Thomsen, vanliga nevndur Jákup Pauli á Brekkuni. Jákup Pauli á Brekkuni andaðist fyri nøkrum árum síðani
skal royna seg móti Fenerbache. Tað ljóðar tó fyri vist, at Símin eftir hendingina ikki longur er partur av liðnum hjá B36, men at hann ístaðin fer at spæla við barndómsfelagnum, B71, tað, sum eftir er av [...] okkum ikki at fáa váttan úr B36 fyri, um spælarin eftir hendingina er liðugur í B36. Einasta viðmerkingin, sum Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn, vildi gera til hendingina, var, at Símin helst
Ætlanin er at royna undir Føroyum. Reiðaríið hevur keypt trolaran klassaðan fyri 14,8 mió. kr. 11 mans Nýggjasti trolarin í føroyska fiskiflotanum er ein fyrrverandi rækjutrolari. Ætlanin er nú at seta eina [...] tikin úr áðrenn fráferðina til Føroyar, men okkurt er tó eftir at taka úr og gera av nýggjum. Tá hesin mánaðurin er av væntar reiðarin at skipið kann leggja til brots á sín fyrsta túr við Christiani Müller [...] - Tað fer helst at ganga meginparturin av hesum mánaðinum, áðrenn Beinir fer til fiskiskap, sigur reiðarin, Aksel Hansen við Sosialin. Hóast komin væl til aldurs bilar framburðshuginum einki, nú hann kundi
goymslubygningurin liggur í Hvalvík. - Talan er um eina stóra tóma høll, sum vit fara at nýta sum timburgoymsla. Vit ætla okkum at goyma stóran við inni í høllini. Høllin er næstan líka stór sum ein ítróttarhøll [...] timburgoymslan ger, at vit kunnu brúka goymslurnar í Havn øðrvísi. Soleiðis kunnu vit nýta hølini hjá okkum meira effektivt. Tá ið tann stóri viðurin er fluttur út, verður lættari at skipa vøruna, sum kann [...] kann koma beinleiðis út í handilin. Sum nú er, er ikki arbeiðsligt inni i goymsluni, tí at tað liggur so nógvur stórur viður og sløðist, sigur Jørmann frá HT. Tað eru ongar ítøkiligar ætlanir um, hvat
Jákup á Borg sær ikki Marna og ætlar at flukta bóltin, men rakar í staðin kollfirðingin í bringuna. Marni Djurhuus small niður í svørin, og tað sást við tað sama, at her var talan um ein álvarsaman stoyt [...] anda og hostaði blóð. Á sjúkrahúsinum varð staðfest, at talan var um eina lungakonfektión eitt ógvusligt slag á høgra lunga, og tað var tað, sum gjørdi, at hann hostaði blóð. Myndir vóru tiknar av bringuni [...] hevur brotið ella brákað eitt riv. Sunnudagin á miðdegi varð Marni Djurhuus útskrivaður við boðunum um at binda frið næstu dagarnar.
sum fær fótin at sveiggja. Løgini hjá Torkil eru heilt væl skrivað. Tey eru einføld og rættiliga fangandi. Tónleikararnir duga eisini væl at fótað sær í tónleikinum, og er hetta deiligt at hoyra. Vitin [...] og tú verður ferð eftir ferð mintur á, at salurin í Kelduni er framúr góður til tónleikaframførslur. Framførslan var kryddað við felagssangi, sum fekk salin at runga. Øll reistist og sungu við, og tú
landið. Stjørnubreytin er eitt frálíkt høvið hjá okkum at koma í samband við rútmisku tónleikararnar, sigur Mia Káradóttir. Hon leggur afturat, at fleiri av rútmisku og klassisku tónleikarunum á Stjørnubreytini [...] hýrur Mia heldur, at øll á Stjørnubreytini komu ómetaliga væl frá sínum framførslum. -Tað var ein ótrúligum stemningur í Norðurlandahúsinum, og øll vóru glað um tiltakið. Eg vóni veruliga at skipað verður [...] Stjørnubreytini aftur, tí tað er stórur tørvur á slíkum tiltøkum fyri tey ungu, sigur Mia Káradóttir at enda.
sigur, at talan er um ein leikara, ið sjálvur hevur bjóðað seg fram til HB, men at felagið enn ikki hevur tikið støðu til, um Nick Jensen fær bjóðað sáttmála við HB. Formaðurin í HB sigur, at hópurin [...] Í farnu viku kom danin, Nick Jensen, til Føroya at vitja í eina viku. Nick Jensen er vinmaður danska miðvallaleikaran hjá HB, Martin Christensen, og hann hevur bjóðað seg fram til havarfelagið sum leikara [...] hópurin er breiður í løtuni, og tí skal talan verða um ein munandi styrk, áðrenn vit fara at bjóða honum sáttmála. Nick Jensen hevur áður leikt við danska felagnum Kalundborg í næstfremstu donsku deildini.