Sóu ikki tað stóra flogfarið

Flogskipararnir á tí lítla privatflogfarinum varnaðust ikki tað stóra ferðamannaflogfarið, fyrr enn ov seint var.

Teir báðir flogskipararnir á tí lítla privatflogfarinum fata ikki, hvussu flogfar teirra kann hava borið við eitt stórt ferðamannaflogfar, uttan at teir varnaðust vandan. Men myndugleikarnir eru ikki í iva.

-Vit hava staðfest, at tey bæði flogførini stoyttu saman, sigur ovastin fyri sivilu flogferðsluni í Brasil, Denise Abreu.

Tað var fríggjadagin, at tey bæði flogførini sambært myndugleikunum bóru saman uppi yvir Amazonas-skóginum. Tað stóra Boeing 737-flogfarið datt niður beinanvegin, og øll tey 155, sum vóru í flogfarinum, doyðu. Flogfarið var spildurnýtt. Tað eru bara góðar tvær vikur, síðani tað fór av verksmiðjuni í USA.

Teir báðir flogskipararnir og tey sjey ferðafólkini, sum vóru í tí lítla flogfarinum, sita spyrjandi eftir.

-Eg fati ikki, hvussu vit kundu sleppa livandi frá einum samanstoyti uppi í luftini, og eg dugi heldur ikki at skilja, hvussu flogførini kundu bera saman, uttan at okkara flogskiparar varnaðust vandan, sigur amerikanski tíðindamaðurin Joe Sharkley, sum var við tí lítla flogfarinum, ið neyðlendi í øllum.