Thomas Mygind var sera spentur

Thomas Mygind var saman við 30 ára gamla debutantinum Anne Katrine Skole vertur á Kan Du Danse? Eftir finaluna fingu vit orð á kenda og roynda sjónvarspsvertin

Thomas Mygind var í nógv ár vertur á einum ótali á sendingum á TV3, áðrenn hann skifti til Kanal 5, har hann júst er vorðin stjóri á rásini. Thomas Mygind greiddi frá, at hann hevur gjørt umleið 1.500 sjónvarpssendingar, men at Kan Du Danse? var stuttligasta sendingin, ið hann nakrantíð hevði verið vertur á.

- Hetta er fyrstu ferð, at eg arbeiddi saman við einum øðrum verti. Hetta var eg bæði spentur um, og samstundis ræddist eg tað eitt sindur, eisini at skula arbeiða saman við einum heilt óroyndum verti, men tað hevur riggað ótrúliga væl, og Anne Katrine er eitt satt stjørnuskot, segði fryntligi verturin. Hann greiddi frá, at hóast hann í síni tíð, sum vertur á sendingum sum Fangerne På Fortet, Robinson Ekspeditionen og Danmarks Klogeste Barn hevur givið burt vinningar fyri yvir kr. 15 milliónir. Men ongantíð áður hevði hann verið so spentur og havt so nógvar kenslur innblandaðar í handanina av kekkinum, ið gjørdi Vígdis Hentze Olsen kr. 250.000 ríkari.